KÍF venjarin Jacob Jónsson tekur komandi dystir ógvuliga róliga

VÍF hevur nú góð kort í hondini at náa FM.finalurnar.

VÍF hevur nú góð kort í hondini at náa FM.finalurnar.

Í morgun havi eg ringt til venjaran hjá KÍF Jacob Jónsson og spurt hann bara ein spurning: Er KÍF í lítlari kreppu,  eftir at hava mist fimm stig í seinastu trimum dystum? Eg hitti ein róligan KÍF venjara í telefonini, sum svaraði stutt:

– KÍF er ikki kreppu, men tað er einki dulsmál, at breiddin á liðnum er ikki hin sama í hesum í kappingarárinum sum seinasta kappingarár. Vit hava mist nógvar spælarar, og tá ið so spælarar eisini eru skaddir, so hava vit havt ov lítla breidd á liðnum. Ímóti VÍF í gjárkvøldið var KÍF verjan alt annað enn góð, og málverjin fekk tí ov lítla hjálp. Tó skjóta vit tretivu mál í dystinum. Eg stúri ikki fyri komandi dystum, men KÍF liðið má taka seg saman og fáa nøkur stig aftrat, so vit koma í FM-finalurnar, sigur Jacob í stuttari viðmerking. Eg havi hugt eftir restandi dystunum.

Stórur spenningur er í Atlantic Airways deildini um at koma í FM-finalurnar. VÍF og KÍF liggja í løtuni best fyri, men StÍF og Kyndil hava enn møguleika at náa FM-finalurnar. Hyggja vit í skránna, so hevur VÍF bara fimm dystir eftir at spæla. Komandi tríggjar dystirnar spælir VÍF á heimavølli: 9. mars ímóti Kyndli, 16.mars ímóti StÍF og 26. mars ímóti H71. KÍF spælir sunnudagin ímóti H71 í Hoyvíkshøllini, ímóti Team Klaksvík í Klaksvík 12. mars og  16. mars ímóti Kyndli í Havn.

Stutta av tí langa er, at skulu StíF og Kyndil náa FMm-finalurnar so kunnu eingir dystir tapast. Og StÍF og Kyndil skulu jú spæla hvør ímóti øðrum. Longu 9. mars fáa vit at vita, um Kyndil fellur frá ella ikki, tí tá spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna. Annars haldi eg, at neistamenn kunnu órógva royndirnar hjá StÍF og Kyndli at náa FM-finalurnar, tí ein góðan dag, kann Neistin vinna á øllum liðum. Spennandi er næstu vikurnar í bestu mansdeild.

Leygardagin spæla Kyndil og Team Klaksvík í Havn, sunnudagin Neistin og StÍF í Havn og H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini. (Vagnur)

KÍF – VÍF 30-38 (16-22) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen

Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 15, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Jákup Trygvason 5, Magnus Müller 1, Rógvi Weihe 1 og Rúni Joensen 1

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 13, Sámal Joensen 7, Joen P. Høgnesen 6, Mads Eriksen 5, Julian Olsen 3, Sjúrður Nielsen 1, Hanus Chrisophersen 1, Bjarni Djurhuus 1 og Sámal Djurhuus 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 19 587 515 72 26
2 KÍF 18 526 454 72 25
3 StÍF 17 457 467 -10 18
4 Kyndil 17 439 447 -8 17
5 H71 17 452 440 12 16
6 Neistin 17 449 483 -34 14
7 Team Klaksvík 17 447 551 -104 6

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *