Føroysku rógvararnir eru heimafturkomnir frá ferðini í inniróðri í Boston í USA. Av teimum 2100 rógvarunum í kappingini vóru fimm úr Føroyum. Ferðin var væl fyrireikað av RSF, har alt gekk eftir ánni, og tað skal RSF hava rós fyri. Eg havi prátað við Toni um ferðina í Boston.
Føroysku rógvararnir í Boston vóru Toni Dam, Búgvi Poulsen, Jens Christian Dam, Anetta Eidesgaard og Dánjal Martin Hofgaard. Aldursbólkarnir eru skipaðir soleiðis, at upp til 50 ár a aldur eru tíggju ár millum bólkarnar, og ert tú fleiri enn 50 ár eru fimm ár millum aldursbólkarnar.
Toni kappaðist í bólkinum 40-49 ár og kropsvektn fleiri enn 75 kilo. Toni bleiv nummar 10 av 72 rógvarum. Búgvi kappaðist í bólkinum 40-49 ár kropsvektin færri enn 75 kilo. Búgvi bleiv nummar fimm. Jens Christian kappaðist í bólkinum 30-39 ár og kropsvektin enn 75 kilo. Jens Christian bleiv eisini nummar 5. Anetta kappaðist í bókinum 20-30 ár og kropsvektin fleiri enn 75 kilo. Anetta bleiv nummar 35, og Dánjal Martin kappaðist í bólki 20-30 og kropsvektin færri enn 75 kilo. Dánjal Martin bleiv nummar 9 í kappingini.
Eg spyrji fyrst Toni, hvussu hann upplivdi róðrarferðina í Boston: – Ferðin í Boston var uppliving fyri lívið, hetta at vera við í einari so stórari kapping í inniróðri, har 2100 rógvarar úr øllum heiminum hittast og kappast. Kappingin fór fram í eini “ishocheyhøll”, sum rúmaði 8000 áskoðarum. Har komu rógvarar til kappingina, sum høvdu við bæði venjarar og liðleiðarar, ja, sjálvt landsliðsvenjarin hjá Bretlandi og Týsklandi vóru við rógvarum í Boston.
– Høllin var býtt upp soleiðis, at kappast var á hundrað maskinum, og aðrar hundrað maskinur vóru tøkar hjá rógvarum til upphiting. Tíðirnar hjá ymsu rógvarunum gjørdu av, hvussu nær tín maskina var áskoðarunum. Áhugavert at síggja, at fyrireikararnir høvdu bæði hugsað um krígsveteranar, fólk við breki, og eliturógvarar í øllum aldrum.
– Á slíkari ferð kemur tú at tosa við nógvar ymsar rógvarar, og tað er eingin ivi um, at teir standa sum kánus, tá ið vit siga teimum, at rógvarar í Føroyum mest sum venja einsamallir við ongum venjara. Fólk vóru bilsin av høga støðinum og góðu úrslitunum hjá føroyingum.
– Minnilig løtan var, tá ið elsti rógvarin, sum var 96 ára gamal, skuldi rógva. Deyða tøgn var fyrst í høllini sum virðing fyri gamla manninum. Síðani klappaðu øll, meðan maðurin róði. Hetta var áhugaverd og rørandi løtu, sigur Toni.
Rógvimaskinan er framúr gott venjingaramboð
Vit kunnu øll vera samd um, at skalt tú gera teg galdandi í ítrótti, so krevur hetta nógv meira enn áður. Hvat heldur Toni um hetta.
– Tað er ein sannroynd at prísurin at gerast bestur í ítrótti gerst hægri og hægri. Tað er galdandi innan allan ítrótt. Fyri rógvingina í Føroyum merkir tað m.a. at rógvarar byrja at venja fyrr og fyrr. Allarhelst eru tað mong, sum vildu ynskt, at tíðin kundi verði skrúvað aftur, og kappast var sum áður, men tað er neyvan gjørligt.
– Partvíst synd, tí tað hevði avgjørt sínar fyrimunir. Nógv venjing fer fram, áðrenn báturin verður flotaður. Nógv av hesi venjing fer fram á rógvimaskinum. Ikki bara í Føroyum, men eisini kring allan heim. Rógvimaskinan er eitt framúr gott venjingaramboð, tí hon ávirkar so nógvar vøddar samstundis, og røðrslan líkist partvíst røðrsluni í bátinum, sigur Toni
– Kendi rógvarin Eskild Ebbesen, ið er heimsmeistar og OL vinnari í rógving, var einaferð á vitjan í Føroyum, og hann var sera bergtikin av føroyska bátinum og okkara kapping. Hann er útbúgvin cand.scient. í Human Fysiologi. Hann fór so langt sum at siga, at hann mælti til, at føroyskir rógvarar burdu vant regluliga í maskinu, áðrenn kappingin byrjar, og eisini eftir at farið er í bátin til tess at halda konditíónini uppi.
Heimsmeistaraskapið var hildið fyri 33 ferð í Boston í ár. Føroyingar hava verið við tær seinastu tríggjar ferðirnar.
Føroyingar, ið hava luttikið í heimsmeistaraskapinum í Boston, hava prógvað, at vit eru ikki langt aftanfyri. Vit eru í toppinum og hava eisini vunnið í onkrum bólki. Eitt framúr úrslit tá hugsað verður um umstøðurnar vit hava, og hvussu leingi vit hava vænt/luttikið. Allarhelst er ein av orsøkunum, at vit hava góð evni til hetta.
Vit kunnu koma longur, men síðsta strekkið uppá toppin er mangan tað tyngsta. Vit hava fólkið, evnini og møguleikan. Spurningurin er, um vit vilja. Tí meini eg, at tað er ein framúr “gularót” frá RSF, um teir bjóðaðu bestu rógvarunum henda møguleika. Henda avgerð, um vit skulu/hvør/hvussu nógv, osfr., skal tó takast í RSF, og ikki á facebook.
– Ein framúr møguleiki at gera vart við okkum og okkara tjóðarítrótt. Ikki minnst knýta sambond við heimsmeistarar, OL lutakarar og onnur, har vit m.a. kunnu læra um venjing, mat, fyrireiking, og ikki minnst gera avtalur. M.a. funnu vit útav, at ein Concept2 maskina kostar helvtina av tí hon kostar í Føroyum, sigur Toni at enda. (Vagnur)
Ì seinnu greinini, sum kemur á heimasíðuna í morgin, fer Toni at siga nakað um, at Róðrarsambandið nú ætlar at gevast at senda rógvarar til kappingina í Boston.







