Til lukku við Havfrúnni nýggja 5-mannafarinum

Bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen og nýggja Havfrúgvin.

Bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen og nýggja Havfrúgvin.

Ì ár fyllir Vestmanna ítróttafelag 75 ár, og Helgi Jacobsen skrivar í løtuni bók um søguna hjá felagnum. Hondbóltur og kappróður eru høvuðsítróttagreinar í Vestmanna. Hondbóltsliðini í bestu deildini hjá VÍF eru á kósini at spæla FM-finalurnar í apríl mánað, og nú hevur bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen á Kjalnesi smíðað vestmenningum nýtt 5-mannafar. Bátasmíðurin Sámal Hansen úr Runavík smíðar Argja Róðrarfelag nýtt 10-mannafar og nýtt 6-mannafar, so lív er í kappróðrinum.

Havfrúgvin 5-mannafarið úr Vestmanna vann FM-heitið í fjør, sjálvt um báturin fekk reytt kort á ólavsøku og í fyrsta umfari misti stigini í ólavsøkuróðrinum. Málið endaði tó við, at Havfrúgvin tíbetur eftir klagur fekk aftur ólavsøkustigini. Vestmannakvinnur hava seinastu tvey róðrarárini róð við 5-mannafarinum Katlu, sum felagið lándi frá Árnafjarðar Róðrarfelag. Kvinnur vóru so mikið væl nøgdar við bátin, sum Terji Reinert Jacobsen smíðaði, at VÍF bað Terji smíða felagnum nýtt 5-mannafar, sum vit síggja í myndini omanfyri.

5-mannafør kvinnur á ólavsøku í 2013. (Mynd Vagnur)

5-mannafør kvinnur á ólavsøku í 2013. (Mynd Vagnur)

Terji er útbúgvin bátasmiður, og hann lærdi til bátasmið hjá Símun Johann Wolles á Eiði. Í 2007 smíðaði Terji nólsoyingum 6-mannafarið Romvlvs. Tað vóru kvinnur, sum skuldu rógva við bátinum, men kvinnurnar gjørdust ikki gamlar í bátinum. Síðani smíðaði Terji Árnafjaðrar Róðrarfelag 5-mannafarið Katlu, sum róðu í eina tíð, men tað gekk striltið hjá felagnum at manna bátarnar, tí hvørki Katla ella Árnfirðingur vóru við seinasta summar. Terji smíðaði eisini 5-mannaførini Blik og Títling, men síðan í 2008 er eingin kappróðrarbátur fyrr enn nú smíðaður á Kjalnesi.

Um bátarnar hjá Terja er at siga, at teir roynast ómetaliga væl. Blikur, Títlingur og Katla/Havfrúgvin hava vunnið FM-heiti og hava verið frammi oddinum mest sum øll árini. Sum vit síggja á myndini, so hevur Havfrúgvin drekastevni, men drekin hevur annað snið enn drekin á bátunum hjá Havnar Róðrarfelag. Tað var vestmenningurin Jógvan í Skálum, sum evnaði dreka á Havnarbátin, sum hann smíðaði Havnar Róðrarfelag í 1935. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *