Fyri nøkrum viku síðani var eg næstan vísir í, at KÍF og VÍF fóru at spæla FM-finalurnar í manshondbólti. At VÌF misti seytjan ára gamla vinstrahenta spælaran Áka Egilsnes hevur havt so mikið nógv at týða fyri liðið, at VÌF hevur tapt seinastu tríggjar landskappingardystirnar. Fyrst fyri Kyndli, síðani KÍF og nú mikukvøldið fyri Neistanum.
Nú eru vit komin so mikið langt í grundspælinum, at talan um “lykladystir” í hvørjum umfari. Kyndil, sum eg metti var fallið, er knappliga við aftur, og longu sunnudagin eru tveir spennandi dystir, sum kunnu gera okkum klókari um framtíðina á stigatalvuni. Í Kollafirði spæla KÍF og Kyndil og á Skála StÍF og VÍF. Eg vil siga tað soleiðis, at tapir StÍF fyri VÍF, so meti eg StÍF hava mist møguleikan at náa FM-finalunum. VÍF hevur tó ráð at tapa, men so stendur um føðingina hjá VÍF um at náa FM-finalurnar.
Kyndil er í góðum stima í løtuni, serliga tá Áki Dal Christiansen er heima og Hørður Sigtórsson er komin aftur á liðið. Vinnur Kyndil í Kollafirði sunnudagin, og VÍF tapir á Skála, so liggja fleiri lið stavn um stavn um at náa seinna FM-plássið. Kyndil er aftanfyri í stigum, men liðið hevur spælt ein dyst færri enn hini liðini. Eg hevði roknað við, at H71 vann í Klaksvík, og at Kyndil fór á vinna í Havn ímóti StÍF. Men ikki hevði eg roknað við, at Neistin vann í Vestmanna, tí neistamenn hava sum so ikki nakað FM-finalupláss at spæla um. (Vagnur)
Team Klaksvík – H71 24-33 (15-15) Hans Thomasen og Hanus Kürberg
Málskjúttar Team Klaksvík: Dusko Petrusic 9, Sámal á Tjaldrafløtti 5, Andrias Ellingsgaard 4, Jens Pauli Mohr 3, Beinir Johansen 1 og Otto Jacobsen 1
Málskjúttar H71: Bogi G. Davidsen 8, Bogdan Florea 5, Jónas Djurhuus 4, Rúni Højgaard 3, Esbern Patursson 3, Hallur Biskupstø 3, Birgir Poulsen 2, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsøe 1 og Djóni Højgaard 1
VÌF – Neistin 24-27 (11-15) Eyðun Samuelsen og Gert Hansen
Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 7, Filip Jojic 4, Angar Joensen 3, Mads Eriksen 3, Joen P. Høgnesen 2, Hanus Christophersen 2, Julian Olsen 1, Sámal Djurhuus 1 og Bjarti Djurhuus 1
Málskjúttar Neistin: Jugoslav Djumic 9, Herbjørn Lava 6, Terji Mørk 5, Teitur Magnusson 3, Blogaje Buha 2, Aleks Buha 1 og Hjalti í Jákupstovu 1
Kyndil – StÍF 22-18 (9-9) dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa
Málskjúttar Kyndil: Julian Johansen 5, David Edvardsen 5, Finnur Hansson 3, Hans Áki Dal Christiansen 3, Hjalti Bachmann 2, Josef Abrahamsen 1, Ludvík Súnason 1, Bjarni Sørensen 1, Hørður F. Sigtórsson 1
Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 8, Marius Joensen 5, Fríði R. Djurhuus 2, Jákup Bethelsen 1, Kjartan Johansen 1 og Pauli G. Hansen 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 14 | 413 | 337 | 76 | 22 |
| 2 | VÍF | 15 | 458 | 410 | 48 | 18 |
| 3 | H71 | 15 | 404 | 386 | 18 | 16 |
| 4 | StÍF | 15 | 401 | 408 | -7 | 16 |
| 5 | Kyndil | 14 | 359 | 366 | -7 | 14 |
| 6 | Neistin | 14 | 364 | 394 | -30 | 12 |
| 7 | Team Klaksvík | 15 | 389 | 487 | -98 | 4 |
