Ikki havi eg her á heimasíðuni fylgt steypafinalunum, men tá ið eg á Facebook sá dreingir 10 ár úr Team Klaksvík, gjørdist eg veruliga fegin. Dreingirnir á myndini eru so mikið fegnir eftir vunnan steypasigur, at sjálvt ikki spælarar, sum vinna heimsmeistaraheitið í ymsum ítróttagreinum eru fegnari enn klaksvíkingar. At Team Klaksvík dreingir 10 ár vinna steypakappingina er sólskinssøgu, tí tað er so ótrúliga umráðandi, at Klaksvíkin er partur av hondbóltsfamiljuni og kann bjóða hinum feløgunum av. Talan er bæði um gentur, kvinnur, dreingir og menn.
Umstøðurnar er góðar at spæla hondbólt í Klaksvík, tí hallirnar eru tvær, og í Klaksvík og harvið í Norðoyggum búgva so mikið nógv fólk, at hondbólturin eisini sleppur upp í part har norðuri. Fegnu dreingirnir úr Team Klaksvík fingu upplivilsi fyri lívið, og sum teir ongantíð fara at gloyma. Eg fór inn á heimasíðuna hjá Team Klaksvík, og har stendur millum annað soleiðis um ungu søguna hjá Team Klaksvík.

Team Klaksvík dreingir 10 ár steypavinnarar: Standandi.frá høgru:
Heri Johnsson, venjari, Jónas Kallsberg Jacobsen, Símun Kalsø, Mortan Rasmussen, Guttorm Simonsen, Zarko Pejovic, venjari og Andras Samson, hjálpari.
Húkandi frá høgru: Dávid á Marknagili, Heri Lamhauge, Jens Mortan Samson, Jóhan Jacobsen.
Liggjandi frá høgru: Ragnar Tróndheim og Dávid Matras. (Mynd Birgir Sondum)
Team Klaksvík varð stovnað 12. septembur 2006. Orsøkin til stovnanina av felagnum var, at menn, ungir sum eldri, umframt dreingir í Norðoyggjum, skuldu hava møguleika at leika hondbólt í nærumhvørvinum. Lagt varð til brots við einum liði í 2. deild hjá monnum.
Eftir at liðið hevði leikt seg í næstbestu deildina eftir bert einum ári, fingu stigtakararnir dirvi til at seta skjøtil á ungdómsarbeiðið. Nú skjótt 8 ár seinni hevur felagið 4 ár á baki í bestu mansdeildini, umframt at felagið hevur lið í Dr. 8, Dr.10, Dr 12 og Dr 14 ár.
Mín vón er, at Team Klaksvík fær góðan byr í framtíðini, og at tað eydnast felagnum at fáa góð ungdómslið og harvið eisini gott manslið. Dreingir 10 ár hjá Team Klaksvík skrivaðu søgu, tí hetta er fyrstu ferð, at lið hjá Team Klaksvík vinnur steypafinalu. Til lukku allir samlir, tit eru óførir.
Mikukvøldið vóru dreingir 10 hjá Team Klaksvík heiðraðir fyri steypafinaluavrikið. Hetta varð gjørt í hálvleikinum í mansdystinum millum Team Klaksvík og H71. (Vagnur)
