Steypafinalurnar í hondbólti eru vístar í sjónvarpi, og fjølmiðlarnir annars fylgdu væl við finalunum. Tí er ikki nógv at leggja aftrat sjálvum dystunum, men heldur vil eg geva mítt íkast til prátið, hví júst Kyndil í dag vann báðar steypafinalurnar.
Fara vit fyrst til kyndilskvinnur, so var longu frá kappingarbyrjan ábendingin, at vit í vetur veruliga skuldu rokna við kyndilskvinnum. Liðið fyrireikaði seg væl til kappingina, tær ungu vórðu blivnar eitt ár eldri, og so kom Simona Petersen, sum sýntist tung í spælinum seinasta kappingarár, í betri og betri venjing. Tomma Petersen, sum er frálíkur málverji, var við barn, og tí útvegaði Kyndils sær Kristinu Griksaite, sum stóð í neistamálinum seinasta kappingarár. Kyndilsverjan var nú góð og málverjin við, men tað haltaði nakað í álopsspælinum.
Longu frá kappingarbyrjan sást, at neistakvinnur vóru ikki nóg væl fyri. Og báðir javnleikirnir ímóti Kyndli 15-15, 18-18 og tapið seinni fyri Kyndli 21-24 boðaði frá, at neistaverjan var nóg góð, málverjarnir góðir, men álopið var slett ikki nóg gott. Tey fjúrtan málini í steypafinaluni í dag boða enn einaferð frá, at neistakvinnur kunnu ikki vinna eina steypafinalu við bara at skjóta fjúrtan mál. Tølini lúgva ikki hvørki í steypafinaluni ella í landskappingini.
Mín meining var frá degi eitt, at Neistin skuldi sjálvandi útvega liðnum royndan bakspælara í staðin fyri Barbaru, og serliga tá ið Marjun Danberg bleiv skadd. Men eg tosaði fyri deyvum oyrum. Seinasta kappingarár skutu neistakvinnur 31 mál í miðal pr. dyst í landskappingini, men tá spældi Barbara á liðnum. Barbara vildi halda fram í Neistanum, men hetta meintu ábyrgdafólkini ikki, ja, tí stendur Kyndil í dag við steypafinalusteypinum og óivað eisini við FM-steypinum í apríl mánað. So einfalt er tað.
Leggjast kann aftrat, at allar størstu æruna av úrslitunum hjá kyndilskvinnum higartil í vetur hava sjálvandi venjararnir Andreas og Sophus. Eg kenni báðar sum venjarar og minnist, tá ið Andreas ein vetur vandi neistamenn, áðrenn hann fór til Fraklands. Frálíkur venjari, sum krevur nógv av spælarunum, vóru neistamenn samdir um tá.
Kyndilsmenn stóðu við ongum liði á ólavsøku í fjør
Eg prátaði við Finn Hansson í fjør summar, og hann lat ikki væl at støðuni hjá mansliðnum. Hann segði mær, at spælarar vantaðu, og liðið stóð við ongum málverja. Spælari var farin til KÍF og til H71, og spælarar arbeiddu framvegis uttanlands.- Kyndil fær snøkt sagt ikki mannað lið, sum støðan er í løtuni, segði Finnur.
Men so fekk Kyndil fatur í frálíka málverjanum Mlaten og í vintrahenta spælaranum Davidi Edvardsen. Ludvík Súnason var bara í KÍF og vendi, og linjuspælarin Hørður kom aftur úr Ìslandi. Teir fingu eisini Bárð Johannesen at taka eitt tak avtrat. Nú bar til.
Tá ið alt omanfyri er sagt, so hevur hepni sjálvandi verið við í spælinum, at Kyndil vann báðar steypafinalurnar. KÍF kundi tað sama vunnið mansfinaluna. Men hepni er partur av hondbóltsspælinum og hesuferð átti kyndilsmenn kanska tørn. Eg endi við orðinum sum í yvirskiftini: Kyndil setti øll segl og vann báðar steypafinalurnar. Tað bar á mál. Til lukku øll somul. (Vagnur)
Lítið uppiskoyti: Ì dag vóru spældar tvær málfátækar steypafinalur, har sagt varð, at málverjarnir vóru góðir og verjurnar eisini góðar. Eg vil venda tí við og siga, at góðir skjúttar er “mangulvøra” í føroyskum hondbólti, og tí fáa vit hesar málfátæku dystirnar. Einki av liðunum í bestu mansdeild og bestu kvinnudeild hava nóg góðar skjúttar á øllum bakplássum. Verða skjótálopini steðgað, fáa vit hesar málfátæku ruðuleikakendu tó spennandi dystirnar, har fá mál verða skotið útifrá, og spælarar bara royna at spæla seg í gjøgnum verjurnar.

