Áhugaverd vitjan á Herberginum við Dalavegin í Havn (e)

Martin Kürberg er leiðari á Herberginum. (Mynd Vagnur)

Martin Kürberg er leiðari á Herberginum. (Mynd Vagnur)

Fríggjamorgunin (18. januar 2014) fann eg upp á at fara oman á Herbergið. Hevði ikki biðið um tíð at hitta leiðaran Martin Kürberg, men eftir at hava ringt á klokkuna uttanfyri og sloppin inn, hitti eg Martin, sum júst var komin av starvsfólkafundi. Prátið við Martin skuldi gerast áhugaverd uppliving. Eg var ovfarin, hvussu reint og nossligt er á Herberginum, og hvussu væl arbeiðið er skipað. – Men uttan stóra hjálpt í samfelagnum og ikki minst frá Frelsunarherinum í Noregi, hevði ikki borið til, sigur Martin.

Tá ið eg standi niðan fyri Herbergið, hugsi eg,  hvussu kann lata seg gera at reka hetta snotuliga herberg, sum er heimið hjá fólki á skuggasíðuni í samfelagnum. Men hetta fekk eg at vita meira um løtu seinni, tá eg siti á kontórinum hjá 46 ára gamlia Martini Kürberg, sum sjálvur einaferð var bundin at rúsaðu evnunum. Martin sigur soleiðis:

– Frelsunarherurin í Noregi letur 2,5 milliónir til raksturin, harnæst koma 1,4 milliónur úr Føroyum, og herfyri komu vit á fíggjarlógina hjá landinum í sambandi við nýggju hitastovuna, sum er bygd. Hálvtáttindi fulltíðarstørv eru á Herberginum, og tá er talan um leiðara, fólk, sum gera mat og reingera, og fólk, sum geva umsorgan og sjúkrarøkt. Herbergið er ein døgnstovnur, har starvsfólk arbeiða á stovninum alt samdøgnið.

Hvør skuldi trúð, at Kaggin einaferð gjørdist eitt herberg. (Mynd Vagnur)

Hvør skuldi trúð, at Kaggin einaferð gjørdist eitt herberg. (Mynd Vagnur)

– Ellivu fólk búgva fast á Herberginum, og aftrat sova millum tvey og sjey onnur fólk her hvørja nátt. Hesi koma mangan illa á holdum komin á Herbergið, og tá fáa tey eina song, fáa ein bita, fáa umsorgan, og vit vaska teimum klæðini, meðan tey sova. Fyri hesi fólkini er Herbergið opið frá klokkan níggju á kvøldi til tíggju á morgni. Tey fastbúgvandi gjalda at búgva á Herberginum, og hesin kunnu allar tímar á døgnum altíð koma Herbergið, sum er teirra heim, sigur Martin

­Eg eri ovfarin at síggja, hvussu reint og nossligt er á Herberginum. Martin vísur mær runt á stovninum millum annað nýggju hitastovuna, har tveir rúsaðir menn sova á sofunum. Tankarnir reika hesa løtuni, og eg spyrji Martin, hvørji hesi fólkini eru, sum búgva fast á Herberginum, og tey, sum koma ávirkaði á Herbergið. Nú gerst leiðarin álvarsligur og svarar nakað soleiðis:

Reyða vakra merkið hjá Frelsunarherinum er fest í Herbergið. (Mynd Vagnur)

Reyða vakra merkið hjá Frelsunarherinum er fest í Herbergið. (Mynd Vagnur)

– Hetta eru alt fólk, sum tíðliga ella seinni í lívinum hava fingið sár í sálina og hava livað styttri og longri tíð á skuggasíðuni í samfelagnum. Tey megna ikki at fóta sær í vanliga lívinum. Í samrøðum við hesi fólk kemur alt hetta fram, og tað er syrgiligt at hoyra, hvussu lívsleiðin hjá hesum fólkum hava lagað seg, og at tey so til seinast enda hjá okkum á Herberginum. Hjá teimum er lívsneistin, stóltleikin og sjálvsvirðið mangan horvin, sigur Martin.

Nógv kann skrivast um Herbergið, men eftir vit báðir prátaðu í rúma løtu, spyrji eg Martin um nýggju hitastovuna, sum er nýggjasta átakið hjá Herberginum. Ljóst og stórt rúm við sjónvarpið, sum er eitt dagtilboð, har fólk kunnu koma frá níggju á morgni til níggju á kvøldi. Her kunnu fólk fáa samband við starvsfólk á Herberginum, sum kunnu geva teimum umsorgan og hjálpa teimum við ymisku í gerandisdegnum, sum tey ikki megna sjálvi. Tildømis at koma til tannlækna og fáa fatur í tí almenna, um neyðugt er til tess. Tórshavnar kommuna lat hálva millión í stuðli til hitastovuna.

Martin er sera fegin um nýggju hitastovuna, sum er opin um dagin. (Mynd Vagnur)

Martin er sera fegin um nýggju hitastovuna, sum er opin um dagin. (Mynd Vagnur)

Herbergið fær nógvan stuðul úti í samfelagnum, og millum annað lata nógvar fyritøkur mat til stovnin. Eisini hevur Herbergið sera gott samstarv við løgregluna, sum alment hevur sagt, hvussu týdningarmikið Herbergið er fyri samfelagið og eisini arbeiðið hjá løgregluni. Martin sigur mær rørandi søgu, hvussu umvælingin av køkinum varð fíggjað. Millum tjúgu og tretivu fólk eta døgurða á stovninum hvønn dag.

– Vit gingu og hugleiddu um, hvussu vit kundu fáa umvælt køkin, so hann gjørdist meira tíðarhóskandi. So var tað, at Teitur Lassen og Eivør Pálsdóttir høvdu konsert niðri í Østrøm, har peningurin fór óskerdur til Herbergið. Fyri hesa upphædd umvældu vit køkin bara at nevna eitt dømi.

– Vit lata eisini mat til fólk í fíggjarligari trongstøðu úti í býnum, sum beinleiðis hava tørv á hjálp. Og tað sker meg dúpt í sálina at síggja, at fólk standa á gáttini hjá Herberginum, tí tey ikki hava pening til mat. Vit hava ongan áhuga at hava fullar fyrstiboksir við mati á stovninum, tí lata vit sjálvandi eisini mat til fólk uttanfyri stovnin, sum treingja til hjálp, sigur Martin.

Myndina tók eg úr upphaldsstovuní upp á loftinum. Vakurt útsýni. (Mynd Vagnur)

Myndina tók eg úr upphaldsstovuní upp á loftinum. Vakurt útsýni. (Mynd Vagnur)

Í prátinum við leiðaran merkti eg, at hann hevur eitt hjartamál, sum hann kundi ynskt sær at fingið loyst. Tá eg eg spyrji nærri um hjartamálið, sigur hann mær um stóra framtíðarynskið.

– Mítt inniliga ynski er at fáa sett á stovn viðgerðarstovn fyri ung í Føroyum, sum kann hjálpa ungum fólkum millum átjan og fimmogtjúgu ár. Tørvur er á slíkum stovni her á landi, tí eg veit um ungdómar, sum verða sendir til Danmarkar, og tað kann ikki vera rætt. Umráðandi er at fáa fatur í teimum ungu sum skjótast, so vit fáa givið teimum umsorgan og hjálp í okkara trygga umhvørvi, so tey fóta sær aftur í samfelagnum, sigur Martin at enda.

Vit fara eisini upp á loftið, har eg tók mynd gjøgnum stóra vindeygað suðureftir í upphaldsstovuni hjá teimum fastbúgvandi. Og tit síggja á myndini, hvussu gott útsýnið er suðureftir. Ikki kann eg lata vera at hugsa um, tá ið eg onkuntíð sjálvur við kenning var í Kagganum, men sum nú er vorðið til eitt herberg. Minnist eisini stóru víntunnuna, sum stóð í garðinum..

Eg haldi tað er heilt fantastiskt, at Frelsunarherurin í Noregi veitir so stóra hjálp til Herbergið í Havn, bæði tá ið húsið var bygt og til dagliga raksturin. Ein av grundtankunum hjá Frelsunarherinum er at hjálpa rúsevnismisnýtarum, og tey gera ikki mun á, um hjálpin skal veitast í Noregi ella í Føroyum. Virðingin fyri Frelsunarherinum bæði í Føroyum, Noregi og starvsfólkunum á Herberginum gjørdist enn størri eftir vitjanina fríggjamorgunin. Herbergið er eitt fantastiskt átak í okkara samfelag. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *