Tað kann tykjast løgið, at sjálvt um vit bara skriva 13. januar, og FM-finalurnar verða spældar í apríl mánað, so er næstan heilt vist, at Kyndil og VÍF spæla FM-finalurnar 2014. Hetta var greitt eftir at Kyndil vann á Neistanum í gjár. Tá ið eg sigi soleiðis, so eri eg vísir í, at hvørki Kyndil ella VÍF tapa dystir fyri StÍF, VB og Stjørnuni, tað, sum eru eftir av grundspælinum. Tí hyggi eg bara eftir innanhýsisdystunum millum Kyndil, VÍF og Neistan, tá ið eg geri mína niðurstøðu. VB havi eg avskrivað.
Kyndil er oddalið og hevur ein dyst ímóti VÍF og ein dyst ímóti Neistanum eftir í grundspælinum. Kyndil vinnur dystirnar ímóti StÍF, VB og Stjørnuni, og sjálvt um Kyndil skuldi tapt fyri VÍF og Neistanum, so kemur Kyndil kortini í FM-finalurnar. VíF hevur átjan stig og Neistin trettan stig, har Neistin hevur spælt ein dyst færri enn VÍF. Neistin skal spæla bæði heima og úti ímóti VÍF og ein dyst ímóti Kyndil í grundspælinum. Skal Neistin gera sær nakrar vónir um at varðveita møguleikan at koma í FM-finalurnar, so skulu allir restandi dystir vinnast, sum eftir eru í grundspælinum. Men hetta er bara teoretiskt í míni hondbóltsverð.
Nú er steðgur í Elektrondeildini í ein mánað, tí liðini skulu spæla steypadystir. Men longu 12. februar skulu neistakvinnur til Vestmannar at spæla, og tá kann VÍF spæla seg endaliga í FM-finalurnar. Eg hevði roknað við, at VB fór at klára seg betur í vetur, men so er ikki. Verjispælið hjá VB kann ikki føra VB í FM-finalurnar, so einfalt er tað.
Sum “eldri” neistamaður kann tykjast mær løgið, at neistakvinnur ikki klára seg betur, men tað hevur sína orsøk. Ì heyst skrivaði eg ein teldupost til neistavinkonu og bað hana til stuttleika skriva hesi orð á ein lepa og leggja hann í eina skuffu. Síðani skuldi hon hyggja aftur eftir lepanum, tá ið grundspælið var av. Á lepanum skuldi standa: Neistakvinnur koma ikki í FM-finalurnar, tí liðið kemur at skjóta ov fá mál, tí bakketan er ikki nóg væl mannað eftir at Barbara er farin. Miðaltalið í skotnum málum er minkað við seks/sjey málum pr. dyst, og tað er nógv í hondbólti. Síðani er Marjun Danberg vorðin skadd, og hetta gjørdi støðuna hjá liðnum enn verri. Eisini hevur Friða verið skadd, og Kári Horn gavst sum venjari.
Neistakvinnur komu eisini trilvandi inn í kappingina við fleiri mistum stigum. Fyri meg er spell, at Neistin ikki fann spælara á høgra bakk fyri Barbaru, tí áðrenn Barbara kom til Føroya, hevði neistakvinnur ikki vunnið FM-heitið í fimtan ár. Men tað er nú ikki eg, sum ráði fyri borgum í Neistanum og lætt er at sita á síðulinjuni og brúka seg. Kyndilsliðið var væl fyrireikað til kappingina við Andreasi Hansen og Sophus Dal- Chistiansen sum venjarum, og tað sigur nakað um Kyndilliðið, at Kyndil vann heimadystirnar ímóti VÍF og VB, meðan Simona var í USA. Sig so tað. Uppiborið FM-finalupláss til kyndilskvinnur. (Vagnur) PS. Dómaraseðilin í dystinum millum VB og StíF havi eg ikki fingið)
Neistin – Kyndil 21 -24 (10-11) Kyndil er í FM-finalunum
Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 8, Jacklin Durhuus 3, Nicoleta Hansen 3, Eir Berg 2, Rakul Augustinussen 2, Birita Wardum 2 og Unnur Danielsen 1
Málskjúttar Kyndils: Simona Petersen 8, Annar Brimnes 4, Bára K. Hansen 3, Guðrið Eystberg 2, Jórun Ludvig 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Anna Sofía Mohr 1 og Bjarta O. Johansen 1
VÍF – Stjørnan 30-17 (18-7) VÍF er “næstan” í FM-finalunum
Málskjúttar VÍF: Tóra Seloy 9, Eilin Hansen 6, Liljan Djurhuus 4, Durita Christophersen 4, Agnas Olsen 3, Daniella Joensen 2, Durita Ljósstein 1 og Randi Virgarsdóttir 1
Málskjúttar Stjørnan: Mina Sevdal 4, Jansy Jacobsen 2, Ann-Maria Ecaterinescu 3, Lovisa Lassen 3, Guðny Johannesen 1, Ella Petersen 1, Edith Hansen 1, Kristina Poulsen 1 og Hervør Olsen 1
Dystir |
V.m. | T.m. | Munur | Stig | ||
| 1 | Kyndil | 12 | 273 | 214 | 59 | 19 |
| 2 | VÍF | 12 | 319 | 255 | 64 | 18 |
| 3 | Neistin | 11 | 266 | 248 | 18 | 13 |
| 4 | VB | 12 | 308 | 301 | 7 | 12 |
| 5 | StÍF | 11 | 230 | 304 | -74 | 5 |
| 6 | Stjørnan | 12 | 248 | 322 | -74 | 3 |
