Tað er summir bátar, sum næstan ongantíð koma fram í oddin og vinna, hóast aðrir bátar hjá sama felagi vinna steyp fyri og annað eftir. 6-mannafarið Lómur hjá Argja Róðrarfelag er ein av hesum bátum. 5-mannafarið Blikur hevur vunnið nógv, og 8-mannafarið ikki minni. Havi hug at siga, at summir bátar koma í ringt orð og hava tí torført at draga til sín góðar manningar.
Í 1991 fekk Argja Róðrarfelag fyrsta 6-mannafarið, men tað skuldi vísa seg, at torført var at fáa nóg góðar menn umborð á bátin, so úrslitini gjørdust eins góð og Blikur og Argjabáturin borðreiddu við. Frægari gekk hjá kvinnunum, tí kvinnurnar umborð á Lómi hava hóast alt vunnið tríggjar FM-róðrarar síðani 1991. Á vestanstevnu í 1995, á varmakeldu í 1997 og á sundalagsstevnu í 2006.
Verri gekk hjá monnunum, tí áðrenn FM-róðurin á Klaksvík leygardagin, hevði Lómur við monnum ongan FM-róður vunnið. Ella rættari sagt fyrsti sigurin í 21 ár, og hetta sást eisini á monnum, sum vóru ovurfegnir um søguliga sigurin. Rógvari segði mær, at hann hevði hoyrt, at argjakona skuldi havt gandað Lóm, men hetta man ikki passa, tí allar argjakonur eru góðar við Lóm.
Komi at hugsa um aðrar bátar, sum menn ikki hildu vera nóg góðar. Eitt dømi er 8-mannafarið Leirvíkingur, sum fyrst bleiv til bláa Postbátin og síðani til Knørr. Tá ið báturin kom til Havnar, fór hann at vinna. 6-mannafarið Fortuna úr Vestmanna hevði ikki bitið frá sær, men vágbingar lándu bátin og so bar til. Smyril úr Vági vann nógvar FM-róðrar í tvey ár, síðani fór báturin aftur til Vestmannar. 8-mannafarið Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag var komið í somu støðu í 90 árunum, men mannaðu Birgir Sondum og vinmenn bátin, og tá bara til.
Í 1975 smíðaði Niclas í Koltri 10-mannafar til Føroya Læraraskúla. Oddamaðurin var Ólavur Hátun lærari, og við bátinum róðu vælvandir læraraskúlanæmingar, men næmingarnir, sum fleiri vóru av bygd, kundu ikki verða verandi í Havn í summarfrítíðini, tí teir skuldu rógva 10-mannafarinum.
Næmingarnir byrjaðu bragdliga á norðoyastevnu í 1975, har teir blivu nummar tvey og á jóansøku nummar fýra, men róðu ikki fleiri róðrar hetta árið. Teir róðu ikki í 1976, men løgdu til bráts aftur í 1977, men úrslitini rukku bara til fjórða og fimta pláss. Sjálvur kom eg at ganga á Føroya Læraraskúla í 1974, og nøkur ár seinni fekk eg at vita frá rógvara, at báturin var ikki nóg góður. Ikki veit eg, Tívil bleiv seldur til Nólsoyar í 1978, og longu á ólavsøku sama árið vann Nólsoyingur.
Og øll 80 árini vann Nólsoyingur nógv FM-heiti, og vit minnast stóra sigursportrið, sum nólsoyingar settu upp í bygdini, hvørja ferð 10-mannafarið vann FM-róður.
Til stuttleika kann nevnast, at Nólsoyingur vann tveir róðrar í 1990 og bleiv nummar tvey í FM-kappingini við Havnarbátinum sum vinnara. Hetta árið róðu heili tólv 10-mannafør á ólavsøku. Havnarbáturin, Nólsoyingur, Vestmenningur, Bláskelin, Skálabáturin, Suðringur, Vágbingur, Klaksvíkingur, Tvørabáturin, Eysturoyingur, Sunnbingur og Floksbáturin.(Vagnur)


