Samgongan hevur lagt uppskot á tingborð um, at ábyrgdin fyri eldraøkinum í Føroyum skal flytast frá landinum til kommunurnar. Alt gott um tað, tí óivað duga kommunurnar betur at umsita eldraøkið enn landið, tí kommunurnar eru nærri borgarunum. Peningur skal fylgja við frá landinum til kommunurnar, tá ið tær yvirtaka eldraøkið 1. januar 2015. Eg havi fylgt eitt sindur við kjakinum, men í tingmálinum er nakað, sum haltar í mínum hugaheimi.
Eg hoyrdi Sirið Stenberg í útvarpinum í gjár og helt, at tað var ógvuliga skilagott, sum hon førdi fram. Hon segði millum annað, at tað vantar so nógv í uppskotinum, sum Annika Olsen landsstýriskvinna hevur lagt á tingborð. Sirið heldur, at peningaupphæddin frá landinum til kommunurnar er ov lítil til tess at tryggja nóg góða tænastu til tey eldru. Eisini førdi hon fram, at vit hava onga trygd fyri, at tey eldru kring landið fáa eins tænastu, tí tað verður pengakassin hjá einstøku kommununi, sum ger av, hvørja tænastu kommunan kann veita teimum eldru.
Fyri meg er hetta júst týdningarmesti spurningurin í øllum málinum. Føroyar er lítið land, har vit dagliga í nógv ár hava hoyrt um líkarætt millum manna. Ikki kann vera rætt, at tey eldru tildømis í Havn fáa betri eldrarøkt enn tey eldru í øðrum kommunum, tí Tórshavnar kommuna er betur fyri fíggjarliga at veita eldratænastuna. Tað má vera soleiðis, at øll tey eldrui fólkini í Føroyum fáa somu eldratænastu ella rættari sagt sama eldratilboð.
Vit mugu ikki koma hartil sum í Danmark, har kjakiði snýr seg um, um tey eldru skulu fáa eitt brúsubað einaferð um vikuna ella brúsubað tvær ferðir um vikuna. Tað er eisini so niðurgerandi hjá teimum eldru at hoyra í fjølmiðlunum, hvussu nógv tey kosta samfelagnum. Sagt verður, at tú kanst máta góðskuna í einum samfelagi, hvussu tey eldru hava tað og verða viðfarin. Og rætt er tað. Vit skulu ikki venda kikaran til Danmarkar og gera sum tey. Tað hava vit gjørt alt ov nógv av.
Heldur skulu byggja upp eina eldratænastu í Føroyum, sum vit halda er røtt. Vit skulu vera errin at kunnu veita teimum eldru góða tænastu. Eg kenni alt til, hvør munurin er at hava mammu og pápabeiggja búgvandi heima, og tú hvønn dag hevur ringa samvitsku, og so tað, at tey nú búgva á tryggum góðum ellisheiimi í Havn. Talan er um himmalvíðan mun, sum vit øll í familjuni er fegin um. Spennandi at fylgja við, hvat spyrt burturúr tingmálinum um tey eldru í Føroyum. (Vagnur)
