Neistakvinnur hava í vetur verið í ymsum mótvindum. Fyrst valdi málverjin Christina Griksaite, sum stóð í neistamálinum seinasta kappingarár, Kyndil fram um Neistan. Síðani gjørdist Marjun Danberg skadd. Ætlanin var, at Fríða Petersen og Christina Griksaite skuldi verja neistamálið, men so var ikki. So hendi tað, at Fríða fekk skaða í annað knæið, og hon hevur tí ikki vant í tveir mánaðir, men hevur tó spælt dystirnar. Hetta er ikki nøktandi hvørki fyri spælarar og Friðu sjálva, tí eitt lið í bestu deildini má hava tveir góðar málverjar. Sunnudagin klokkan 14.30 spæla Neistin og Kyndil.
Kvinnubólkurin hjá neistakvinnum hevur tí heitt á serbiska málverjan Marijanu Lucic at standa í neistamálinum í hvørfall restina av kappingarárinum. Marijana Lucic er frálíkur málverji. Hon stóð seinasta kappingarár í málinum hjá samasetta liðnum VÍF/Tjaldri. Tá iðTjaldur valdi at steðga samarbeiðinum við VÍF, fór Marijana aftur til Serbia. Nú er hon so komin aftur til Føroyar og hevur vant við neistakvinnum í eina tið. Spæliloyvið og uppihaldsloyvið er nú komið á pláss, so hon kann standa í neistamálinum. Ikki veit eg, hvussu venjingarstøðan er hjá Marijanu, men eftir seinasta kappingarár varð hon vald ársins málverji.
Tað vil so siga, at báðir málverjarnir Fríða Petersen og Marijana Lucic eru í neistahópinum sunnudagin. Støðan hjá neistakvinnum er, at ætlar liðið í FM-finalurnar, má liðið vinna á Kyndli sunnudagin serliga nú Kyndil vann á VÍF í Havn. Kyndil er oddalið við 17 stigum, VÍF hevur 16 stig og Neistin 13 stig. Kyndil og VÍF hava spælt ellivu dystir, meðan Neistin hevur spælt tíggju dystir.
Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer sunnudagin. Kyndilsliðið sýnist væl fyri, og serliga verjan og málverjin hava borið liðið upp á toppin. Neistin og Kyndil hava higartil spælt tveir av teimum fýra dystinum í grundspæltinum, og báðir dystirnir eru endaðir við javnleiki. Fyrri dysturin 15-15 og seinni dysturin 18-18, og so fáa vit at síggja sunnudagin. (Vagnur)
