Meiningahornið – Nýggjárstalur siga mær púrt einki

vmGott nýggj ár øll somul. Vit eru farin meira enn eina viku um styttsta dag, og fyrsti dagurin er í nýggja árinum. Tað sýnist róligt uttanfyri hjá okkum, fólk eru óivað troytt eftir nýggjárshaldið, og nøkur liggja kanska enn í songini ella liggja á onkrari divan og hvíla seg. Óivað verði eg mettur sum keðiligur, tí eg tími hvørki at hyggja at nýggjárssendingini í Krinvarpinum ella tími at lurta eftir nakrari nýggjarstalu. Í míni verð eru nýggjárstalur einkisigandi tóm orð. Ein sjónleikur. Heldur virði eg tað, sum verður framt í verki, og tað sum fólk siga í árinum.

Onkur heldur, at Vagnur nú er vorðin gamalt greinj, men tað haldi eg ikki sjálvur. Eg keði meg ógvuliga sjáldan, sjálvt um eg eri eftirløntur lærari, og ikki tí ikki hava fast arbeiði. Lagið er gott. Seinastu tríggjar dagarnar havi eg lisið skaldsøguna “Hinumegin er mars” eftir Sólrun Michelsen. Frálík skaldsøga, sum viðgerð evnið at missa síni gomlu foreldur, hava ommubørn og sjálvur/sjálv á lívsleiðini er farin væl um hálva lívsleið. Og hetta alla tíðina at hava ringa samvitsku, tí gomlu foreldrini vegnar plásstrot kki sleppa á stovn og enn búgva óhjálpin heima.

Eisini havi eg lisið partar í bókini S/S Oyrnafjall, sum Heðin Samuelsen, sáli, skrivaði. Óhugaverd bók, sum eg fyrsta dagin fari at lesa frá byrjan til enda. Heðin kendi eg væl, og tað kom dátt við, tá ið deyðsboðini frættist um Heðin, tí tað var so stutt síðani, at eg tosaði við Heðin. Søgan um S/S Oyrnafjall er áhugaverd, tí hon sigur frá fyrstu royndini hjá føroyingum í 1947 at byggja upp altjóða farmasigling á egnum kjøli.

Men aftur til nýggjarárstalur. Eg veit, at hvørki okkara løgmaður, danska drotningin ella danski statsleiðarin ikki einsamøll hava skrivað sínar nýggjárstalur. Drotning Margreta sleppur ikki at halda nýggjarárstaluna, fyrr hon er góðtikin av politisku leiðsluni í Danmark, og talan fer gjøgnum nógvar hendir, áðrenn hon verður borðreidd fyri danska fólkinum.

Eg sá ein lítlan bita av nýggjárshaldinum í Kringvarpinum, onnur í stovuni søgdu, at sendingin var góð, men tá ið eg sá hesi málaðu konufólkini á skíggjanum og hesa “eftirabaða” úr útlondum og óføroyska baktjaldið á skerminum, fekk eg nóg mikið. Fólk, sum tíma at hyggja at slíkum, fáa frið fyri mær at síggja slíkt. So heldur velji eg ein góðan film á sjónvarpstólinum ella eina góða bók.

So er tað heimasíðan í nýggja árinum? Ikki havi eg enn gjørt av, hvat eg skal skriva um á heimasíðuni í 2014. Skal viðganga, at eg havi mist hugin at skriva um hondbólt, og hetta havi eg gjørt nú í rúma tíð. Hví? Veit ikki rættliga. Men hugurin at skriva er altíð til staðar. Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Enn einaferð. Gott nýggjár øll somul. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *