Bilførari rendi á bil mín og er rýmdur undan ábyrgd

Sjálvandi veit viðkomandi, at hann/hon hevu rent á bil mín. Buklan er á við hjólið aftan. (Mynd Vagnur)

Sjálvandi veit viðkomandi, at hann/hon hevur rent á bil mín. Buklan er við hjólið aftan. (Mynd Vagnur)

Á jólum er nógv ferðsla í grannalagnum hjá okkum, tí vit búgva við SMS, og sjálvt um SMS vanliga hevur nóg mikið av parkeringsplássum, so vanta parkeringspláss fyri jól, sjálvt um SMS hevur stóran parkingskjallara og stórt parkeringspláss um sølumiðstøðina. Fólk koma jú í seinastu løtu at keypa jólagávur, og í strongdu løtuni verða bilar eisini parkeraðir sum best á Hoydalsvegnum og Tinghúsvegnum. Bilur mín stendur í bási við Tinghúsvegin, og jólaaftan legði eg merki til, at bukla var komin á skermin aftan vinstrumegin.  

Eg missi ikki svøvnin, tí ein bukla er komin á bilin. Bilur er deyður lutur, og buklan kann umvælast. Men eg vil við hesum orðum vísa á, at tað er undrunnarsamt, at viðkomandi, sum koyrdi á bil mín, ikki sigur frá. Hetta hevði eg gjørt, um eg hevði koyrt á bil hjá øðrum. Ein maður segði mær, at hann tvær ferðir er ákoyrdur, meðan bilur sín stóð stillur, og eingin var í bilinum. Og báðu ferðina hevði viðkomandi lagt seðil undir viskaran, har telefonnummar stóð skrivað. Skuldarkenslan og ábyrgdin segði manninum, at tú rýmir sjálvandi ikki frá slíkari hending.

Frá ungum árum sum bilmekanikari havi eg altíð hildið, at ein nýggjur bilur hevur ikki tað virði, sum bilurin í veruleikanum kostar. Størsti parturin av upphæddini eru ymisk avgjøld til landið, tí havi eg ongantíð átt nýggjan bil. Heldur keypi eg mær ein umleið trý ára gamlan bil í góðum standi, sum eg bara havi ábygdartryggjaðan. Hetta merkir, at renni á annan bil ella okkurt annað og havi skuldina sjálvur, má eg gjalda skaðan. Er bilurin “kaskutryggjaður”, sum bilar skulu vera, um lán er í bilinum, so tekur tryggingin við, sjálvt um tú hevur skuldini. Sjálvsábyrgd fylgir sjálvandi við skaðanum.

Eg kundi hugsað mær at spurt fólk: Er tað vanligt, at fólk í 2013 rýma frá ábyrgdina, tá ið tey renna á bil, sum stendur stillur, og eingin er í bilinum? Er tað veruliga so galið, at viðkomandi, sum rendi á bil mín, heldur velur at rýma undan ábyrgdini, enn at missa tryggingar “bonusið”. Í míni verð er hetta ússaligt, tí hjá mær snýr tað seg ikki um pening, tí bukluna fái eg skjótt gjørda aftur. Heldur undrar tað meg, at fólk eru so óerlig, og at tey tíma at liva við samvitskuni at hava rent á bil hjá øðrum borgara. Eg skilji ikki slíkt.

Vit kunnu øll renna á, har skaðar kunnu vera bæði stórir og smáir. Viðkomandi, sum hevur rent á bil mín, veit sjálvandi um bukluna, tí slík buklu á annan mans bil merkist sjálvandi í bilinum hjá viðkomandi, sum rendi á bilin. Onkur kundi kanska spurt, um eg sjálvur havi bakkað á okkurt? Hevði eg gjørt tað, so hevði eg sjálvandi varnast tað, tí slíkt merkist í bilinum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *