Meiningahornið – Nakrar hugleiðingar um politisku støðuna

Spennandi at fylgja politikinum í hesum døgum. (Mynd Vagnur)

Spennandi at fylgja politikinum í hesum døgum. (Mynd Vagnur)

Tað er áhugavert at sita á síðulinjuni í løtuni og fylgja politisku rembingunum í okkara samfelagi. Tíðiliga merkis, at valskeiðið er hálvrunnið, og at vit nærkast tíðini, tá ið politikarar venda kikaranum ímóti næsta løgtingsvali. Veljarakanningin í vikuni fær summar politikarar veruliga at vakna, og vit kunnu serliga fyrst í næsta ár rokna við, at politikarar fara at føra seg enn meira fram í fjølmiðlunum, tí nú skal egnast til næsta løgtingsval. Fekk hugskot at skriva hesar reglur í sambandi við møguliga samgongu eftir næsta løgtingsval.Tær smærru flokkarnar koma at vera altavgerandi, hvørja samgongu vit fáa.

Seinastu hálvthundrað árini hava vit havt fýra stórar flokkar Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Smærru flokkarnir í løtuni eru Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Framsókn. Møguleikarnir at skipa samgongur minka ótrúliga nógv, tá ið formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur alment, at við honum sum formanni fer Javnaðarflokkurin ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Og formaðurin í Sambandsflokkinum sigur eisini alment, at Sambandsflokkurin fer ikki í samgongu við Tjóðveldi. Tí minka møguleikarnir at skipa samgongu, tí tveir stórir flokkar mugu í hvørfall til tess at skipa samgongu.

Óivað verður ikki tann kolveltandi broytingin á næsta løgtingsvali. Onkur flokkur missir eitt tingfólk, og annar fær ein og í mesta tvey tingfólk aftrat. Hyggja vit aftur í valsøguna, so vóru smáu flokkarnir mangan tungan á vektskálini, tá ið samgonga skuldi skipast. Vit minnast, tá ið Hilmar Kass úr Sjálvsstýrisflokkinum í fleiri umførum var tungan á vektskálini..

Eftir næsta løgtingsval verða smáu flokkarnir avgerandi fyri, hvørjir av teimum størru flokkunum skipa samgongu. Núverandi samgonga kann halda fram, sjálvandi um samgongan vinnur sær nóg nógvar tingsessir. Hendir hetta ikki, og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi finna saman, so fáa hesir flokkar ikki nógmikið av tingsessum at skipa samgongu. Her eru so aftur Miðflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin at samstarva við.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu eisini finna saman, men hetta er ikki hugsandi við núverandi formanni í Javnaðarflokkinum. Síðani er møguleikin endurtøkan av fullveldissamgonguni, men ikki rokni eg við, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi finna saman, tí har eru óivað enn nøkur sár frá fullveldissamgonguni at lekja.

Eisini eftir næsta løgtingsval verða tað aftur teir smærru flokkarnir, sum gera av, hvørja samgongu vit fáa. Og her rokni eg við, at serliga Miðflokkurin kemur í brennidepulin, tí flokkurin fer í ta samgongu, har flokkurin fær flest av sínum málum í samgonguskjalið. Løgtingsvalið um tvey ár verður óivað eitt av teimum mest spennandi løgtingsvalum í nýggjari tíð. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *