Nú eri eg aftur farin at geva smáfuglunum í garðinum

Likka er so ótrúliga reinførur fuglur. (Mynd Vagnur)

Likka er so ótrúliga reinførur fuglur. (Mynd Vagnur)

Nú eri eg aftur farin at geva smáfuglunum í garðinum, tí nú er vorðið kalt í veðrinum, Fuglarnir eru fegnir at síggja meg aftur, tí so skjótt eg havi blakað breyðmolarnar, eru fuglarnir í garðinum. Kvørkveggjur, starar, spurvar og mín sann eisini bringureyði. Omanfyri sveima eisini nakrar krákur, sum halda til í Plantajuni. Eingin likka er í løtuni, tí likka er flytifuglur, men nú ein dagin sá eg tó tvær likkur niðri við sjóvarmálan.  Um summarið gevi eg ikki fuglunum, men tá ið eg síggi fyrstu kavaflykruna, byrji eg aftur. Lívsgevandi at geva og fylgja smáfuglunum. Niðanfyri eitt sindur um likkuna. 

Likkurnar í Plantajuni er ógvuliga tæmar og framligar. (Mynd Vagnur)

Likkurnar í Plantajuni eru ógvuliga naskar. (Mynd Vagnur)

Likka hoyrir til másasløgini, er reinligur fuglur, og ofta eiga tær í flokki á lítlum øki. Likka er flytifuglur og kemur higar í apríl mánað, og seinasta partin í mai fer hon á reiðrast. Seinast í mai og fyrst í juni mánað verpur hon trý egg. Eftir 27 døgum koma ungarnir út bleikt morgráir á  liti.

Á mínum ungum døgum var nógv likkan í Havn, og hundraðtals likkur vóru fastir gestir við flakavirkið á vestaru bryggju og við onnur flakavirki kring landið. Men síðani Heilsufrøðiliga starvsstovan kravdi alt slógv innilokað á flakavirkjum og laksavirkjum, er likkan nógva minkað í Føroyum. Hon fær rætt og slætt ov lítið at eta.

Annars er likka grammur fuglur. Hon er serfrøðingur at nápa egg frá smáfuglum eisini høsnaregg, men finnur hon ikki føði í hagarnum, so leitar hon inn í bygd og bý. Likkan hevur serliga fráboðanarskipan, og hetta hava vit manga roynt, tá ið vit eru á floti. Tú sært onga likku nakrastaðni, men byrjar tú at kryvja, og vit kasta garnar fyri borð, so ganga ikki nógv sekund, so er likka í hópatali um bátin.

Í Plantajuni í Havn eru likkur, men hetta er geldfuglur, og tú sært ongan skura. Likkan liggur framvið, tá ið familjur geva dunnunum, og hon er so nask, at hon kann tøma grønu ruskíløtuni til tess at finna okkurt til matna. Mót vetri rýmir likkan suðureftir. Í Fuglabókini eftir Mikkjal á Ryggi stendur, at merkt likka í Føroyum er skotin við Frankaríkis og Portugals strendur. (Vagnur)

Viðmerkingar

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *