Í dag er sunnudagur, og rógvarar eru moyrir og troyttir, summir meira enn aðrir. Níggju av teimum 46 manningunum stóðu á sigursskamlinum við steypinum. Norðoyastevnuróðurin er altíð serligur, tí hetta er fyrsti róðurin í árinum, og fólk eru spent um styrkina og dygdina hjá ymsu manningunum. Summir róðrar vóru javnir, men aðrir vóru ikki. Havi kagað eitt sindur at tíðunum hjá ymsu bátunum.
Vit fara fyrst til 5-mannaførini við dreingjum, har bara var eitt sekund millum Jallin, Teistan og Drekan. Roknað varð við Havfúnni longri frammi, men Havfrúgvin var fýra sekund eftir Jallin. Hjá dreingjunum er beinhørð kapping, og eingin ivi er um, at sami báturin vinnur óivað ikki allar róðrarnar.
Eini trý sekund fara til bátslongdina hjá 5-mannaførum við gentum. Eitt sekund var millum Erlu Kongsdóttir og Hvassa, meðan Sílið á triðja plássi var seks sekund eftir Erlu Kongsdóttir, so her er nakað at arbeiða við hjá sílagentum.
Heilt stórur munur var hjá 5-mannaførunum við kvinnum. Havfrúgvin og Blikur fóru mest sum javnir um málið, meðan Firvaldur var heili sjey sekund aftanfyri á triðja plássið. Hevði ikki roknað við hesum muninum, tí sjey sekund er nógv í kappróðri.
Lómur 6-mannafar við monnum dró longsta stráðið í bátabólkinum, sum plagdi at vera nógvir bátar og harvið ógvuliga javnir frammi í oddinum. Men vit skulu rokna við lítlari kapping í summar, tí Lómur sær út at orka best, meðan Riddarin og Skúgvur skulu fáa seinasta teinin í róðrinum at rigga betur, skulu teir náa Lómi. Sundabáturin er ikki enn komin fyri seg, og nítjan sekund fram til Lóm er ógvuliga langur teinur.
Lítil kapping er hjá 6-mannaførum við kvinnum, og tíðirnar vísa, at Hvessingur, sum er heili níggju sekund eftir Páll Fanga, má veruliga bróta upp úr nýggjum, skal Páll Fangi fáa kapping.
8-mannafarið Miðvingar sær út at vera í serflokki og vann trygt á Argjabátinum við Gullbrandi sjey sekundum aftanfyri. Havast skal í huga, at teir umborð á Gullbrandi fóru í nýggjan bát nakrar dagar fyri norðoyastevnu. Eg ivist ikki í, at munurin verður minni í Runavík.
10-mannaførini Klaksvíkingur, Suðuroyingur og Vestmenningur eru jøvn, og her fáa vit spennandi kapping á hvørjari stevnu. Løgið, at Havnarbáturin var so langt afturi, men havast skal í huga, at báturin misti mann vegna skaða fáar dagar fyri fyrsta róðurin. Klaksvíkingur tók hinar bátarnar á bóli við kanonstarti, sum báturin gjørdi sær dælt av allan róðurin, hóast nakað pressaður av Suðuroyingi eina løtu.
Hyggja vit at barnaróðrinum, so er ótrúliga stórur munur á bátunum.Orsøkin er, at aldurmunurin er so stórur á manningunum. Summi rógvarar eru tólv ár, onnur trettan ár og vinnararnir oftast fjúrtan ár.
Tá ið alt omanfyri er sagt, so eru ymsar orsøkir, hví summir manningar ikki vóru nøgdar við fyrsta FM-róðurin. Tildømis fekk Suðuroyingur níggja róðurskvinnu í seinastu løtu, Havnarbáturin misti toftumann vegna skaða, fuglfirðingar fingu nýggja bátin dekan ov seint, og drekadrongur er ikki komin fyri seg aftur vegna sjúku bara at nevna nøkur dømi.
Tað er ógvuliga týdningarmikið at eftirmeta rætt. Tú ert keddur ella glaður í eini tvey døgn, men so er at hyggja frameftir til næsta róðurin í Runavík. Seta seg við sjónvarpstólið at hyggja at róðrinum og kanska leggja nýggja ætlan.
Vit onnur á síðunlinjuni gleða okkum til næsta FM-róðurin, sum verður í Runavík leygardag. Tey í NSÍ kappróðri plaga at vera ófør at fyrireika róðrarnar. Í Runavík rógva 10-mannaførini 2000 metrar. (Vagnur)
10-mannafør
1 Klaksvíkingur 06:38.24
2 Suðuroyingur 06:39.15
3 Vestmenningur 06:39.18
4 Havnarbáturin 06:50.03
8 mannafør
1 Miðvingur 07:04.17
2 Argjabáturin 07:10.13
3 Gullbrandur 07:13.22
6-mannafør menn
1 Lómur 07:20.17
2 Riddarin 07:25.05
3 Skúgvur 07:27.16
4 Sundabáturin 07:39.04
5 mannafør kvinnur
1 Havfrúgvin 05:24.04
2 Blikur 05:24.07
3 Firvaldur 05:31.11
4 Strípan 05:32.11
5 Falkur 05:34.16
5 mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir 05:26.15
2 Hvassi 05:27.06
3 Sílið 05:32.16
4 Blikur 05:33.19
5 Royndin Fríða 05:36.12
6 Tjaldrið 05:36.15
7 Ørnin 05:43.06
6 mannafør kvinnur
1 Páll Fangi 05:09.06
2 Hvessingur 05:18.01
3 Rádni 05:23.14
5 mannafør dreingir
1 Jallurin 05:07.05
2 Teistin 05:07.24
3 Drekin 05:08.17
4 Havfrúgvin 05:11.05
5 Royndin Fríða 05:12.17
6 Firvaldur 05:15.11
7 Erla Kongsdóttir 05:17.11
Barnaróður gentur
1 Jallurin 02:30.23
2 Hulda 02:33.00
3 Royndin Fríða 02:35.02
4 Teistin 02:36.22
5 Jomfrúgvin 02:42.11
6 Pílur 02:46.23
7 Tambar 02:48.18
Barnaróður dreingir
1 Junkarin 02:37.10
2 Fípan Fagra 02:43.20
3 Pílur 02:47.00
4 Frúgvin 02:47.09
5 Jomfrúgvin 02:49.15
6 Kollur 02:53.18




Takk fyri arbeiði tú ger fyri kappróðurin, Vagnur. Halt áfram!