HB føroyameistari – Borgarstjórin er nú farin alt, alt ov langt

Nú er borgarstjórin farin alt, alt ov vítt. (Mynd Vagnur)

Poltiska kjakið í Havn er nú vorðið stein deytt, og hetta er ótrúliga spell. (Mynd Vagnur)

HB er føroyameistari, alt gott um tað og til lukku við heitinum. Tórshavnar kommuna skipar fyri móttøku á Vaglinum og einum døgurða fyri HB spælarum og hjálparfólkum í Müllers pakkhúsi. Alt hetta er frálíkt og góð átøk, sum Tórshavnar kommuna tók stig til fyri nøkrum árum síðani. Men tá ið Tórshavnar kommuna setir býbussarnar í Havn at koyra HB viðhaldsfólk ókeypis til Runavíkar til dystin millum NSÍ og HB, er Tórshavnar kommuna við borgarstjóranum á odda farin alt, alt ov langt. Tí hvar er greinsan, hvat býbussarnir kunnu brúkast til?

Fyrst vil eg siga, at tað er stórt spell, at politiska kjakið í høvuðsstaðnum er vorðið stein deytt, eftir at Heðin Mortensen mest sum einsamallur vann seinasta býráðsval. Javnaðarflokkurin ella rættari sagt Heðin Mortensen fekk einsamallur meirilutan í býráðnum, og tá ið Heðin ikki tordi bara at hava seks javnaðarfólk í meirilutanum, bjóðaði hann til breitt samstarv. Hvussu samstarvið riggar, veit eg ikki, men politiska kjakið við ongari andstøðu í Havn er púra steindeytt. Og hetta er ógvuliga óheppið, tí eingin skal siga mær, at tey trettan býráðsfólkini í eru samd á øllum økjum. Men eingin andstøðurødd er at hoyra nakrastaðni bara røddin hjá borgarstjóranum.

Sjálvandi er ikki rætt, at býbussarnir ókeypis koyra HB-arar til dyst í Runavik. Hetta má  HB sum felag sjálvt syrgja fyri. (Mynd Vagnur)

Sjálvandi er ikki rætt, at býbussarnir ókeypis koyra HB-arar til dyst í Runavik. Hetta má HB sum felag sjálvt syrgja fyri. (Mynd Vagnur)

Eg stúrsaði við, tá ið eg las hesi orðini á portali í gjárkvøldið: Bussleiðin í Havn koyrir ikki leygardag og tískil hevur Tórshavnar Kommuna sett allan tann reyða flotan av býbussum til taks at koyra viðhaldsfólk ókeypis inn til Runavíkar til dystin ímóti NSÍ í morgin. Eg spurdi nøkur fólk, sum vóru rundan um meg, um tey hildu hetta vera rætt, tí kanska var nakað galið við mær. Øll hildu, at nú var borgarstjórin farin alt, alt ov langt. Tí alt gott um móttøkuna á Vaglinum og døgurðan til føroyameistararnar, men tað kann ikki vera uppgávan hjá Tórshavnar kommunu at flyta HB viðhaldsfólk til Runavíkar. Hetta má vera uppgávan hjá einstaka HB-aranum, HB sum felag ella HB-stuðlum.

Tí hvar gongur greinsan? Um tildømis Fimleikafelagið Ljósið ella Havnar Fimleikafelag ella okkurt flogbóltsfelag ella hondbóltsfelag ein leygardag skulu á bygd og spæla avgerandi dyst, kunnu hesi so bara ringja til borgarstjóran og fáa teir reyðu bussarnar at koyra viðhaldsfólkini ókeypis? Ì mínari verð er hetta heilt burturvið, og tað listi meg at vita, um allir trettan býráðslimirnir í Havn taka undir við slíkum.

Men sum sagt omanfyri, so er eingin andstøðurødd longur á hóma nakrastaðni í Tórshavnar kommunu, tí í fjølmiðlunum er bara ein rødd í Tórshavnar kommunu, og tað er røddin hjá borgarstjóranum. Kanska tora býráðslimir ikki longur at siga sína hugsan alment, tí tað er so skjótt hjá teimum at vera settir uttanfyri. Alt gott um borgarstjóran, men fyri okkum borgara er hetta sera, sera óheppið. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *