“Stigatalvan lýgur ikki” verður mangan tikið til, og rætt er tað. Tí var eg spentur, hvussu fór at gangast í kvinnudystinum í gjárkvøldið millum Neistan og VÍF. Ein sálarligur lagnudystur fyri neistakvinnur, tí fyri dystin vóru neistakvinnur niðast í deildini, men høvdu tó spælt færri dystir enn onnur lið. Tá ið eg fór frá húsum at vitja mammu mína á Ellisheiminum, sá eg, at Neistin var á odda 4-1. Seinni um kvøldið fekk eg sms, at neistakvinnur vunnið 28-26. Frálíkt, hugsaði eg, tí serliga hesin dystur fer at venda gongdini hjá neistakvinnum.
Viðkomandi, eg tosaði við í morgun, segði mær, at neistakvinnur spældu heilt væl til tiðir, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fór VÍF fram um 20-19. Sagt varð eisini, at tað tóktist, sum fleiri spælarar hjá bæði Neistanum og VÍF ikki vóru í nóg góðar venjing. Tær sýntist tungar á fótum, men hetta er vanligt fyrst í kappingini.
Taka vit saman um kvinnukappingina higartil, so er Kyndil framvegis oddalið, men vit skulu minnast til, at Kyndil hevur spælt tríggjar dystir í høllini á Hálsi. Eg meti bara Kyndil sum eitt oddalið, um liðið vinnur útidystirnar í næstum í Vági og í Vestmanna. Vinnur Kyndil hesar dystir, fer liðið óivað beinleiðis í FM-finalurnar. Næstu tvær vikurnar er spennandi at frætta, hvussu serliga fer at gangast leygardagin millum VÍF og VB í Vestmanna. Kyndil skal spæla ímóti VÍF í Vestmanna 3. november og ímóti VB í Vági 10. november. Ì løtuni meti eg StÍF og Stjørnuna at vera nakað veikari lið enn fyrst Kyndil, síðani tey trý liðini Neistin, VÍF og VB. Neistakvinnur spæla ímóti Stjørnuni í Klaksvík fríggjakvøldið, og StíF spælir 3. november ímóti Neistanum í Havn.
Tá ið alt er sagt omanfyri, so eri eg heilt vísir í, at bæði StÍF og Stjørnan fara at mennast so hvørt sum kappingin líður. Stjørnan hevur mest sum nýtt lið, og StÍF hevur mist spælarar. Eisini er áhugavert, at liðini standa og falla við ávísum lyklaspælarum og málverjum, sum gera munin. Missa liðini bara ein slíkan spælara, so viknar liðið heilt nógv. Eisini síggi eg, at fleiri ungir spælarar skjóta nógv mál. Jú, kvinnukappingin í vetur verður óivað tann mest spennandi í nógv ár.
Neistin – VÍF 28-26 (14-11)
Málskjúttar Neistans: Birita Jacobsen 5, Eir Berg 5, Bára Hansen 5, Nicoleta Hansen 4, Jacklin Durhuus 4, Marjun Danberg 3 og Birita Wardum 2
Málskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 8, Eilin Hansen 5, Agnas Olsen 4, Durita Christophersen 3, Rakul Joensen 2, Durita Ljósstein 2, Tóra Seloy 1 og Friða Marjunardóttir 1
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Kyndil | 4 | 87 | 64 | 23 | 7 |
| 2 | VB | 3 | 76 | 69 | 7 | 4 |
| 3 | Neistin | 3 | 68 | 70 | -2 | 3 |
| 4 | VÍF | 3 | 66 | 64 | 2 | 2 |
| 5 | Stjørnan | 3 | 62 | 68 | -6 | 2 |
| 6 | StÍF | 4 | 83 | 107 | -24 | 2 |
