Í morgun er hósdagur 10. oktober, og í morgin fáa skúlanæmingarnir heystfrí. Somu tíð í fjør skrivaði eg næstan somu orðini. Tá ið fólk fara oman við hjá okkum um morgunin til arbeiðis ella í skúla, sært tú á gongulagnum á fólki, hvussu veðrið er. Veðurlagið ávirkar føroyingin, men vit gloyma skjótt vánaliga veðrið, sum kann herja oyggjarnar hesa ársins tið, men heldur gleðast vit um góðu løturnar, sum vit upplíva júst í morgun. Herfyri var vátt og myrkt í veðrini, sum ikki hóvar øllum, tí tey hugsa um kjøtið og maðkarnar. Veðurmaðurin segði í gjár frá kaldari veðri á okkara leiðum.
Fyri trimum árum síðani var eftir abbasoni í barnagarðinum við kirkjugarðin, og har segði pedagogur mær, at børnini vóru meira sjúk, tá ið vit høvdu slavið veðurlag við mjørka, disi og regni. Bakteriurnar høvdu góðar dagar í hesum veðri, men tær liggja í dvala, tá ið kalt er í veðrinum. Eingin ivi um, at nakað er um tað.
Í norður Noregi gera tey kanningar av fólki í vetrarmánaðunum, tí hesa ársins tíð har á leiðini er skjótt myrkt alt samdøgnið. Kanningar vísa, at nógv fólk plágast í myrku tíðini, og tí vísa læknar fólki á serligar ljóslampur, sum kunnu hjálpa um hjá fólki. Men so eru tað tey, sum trívast væl í myrku tíðini og hava arbeitt náttararbeiði langt lív. Vit eru so ymisk. Men einki er at ivast í, at veðurlagið og serliga í Føroyum ávirkar gerandisdagin hjá fólki. Er ein góð løta, sært tú nógv børn bæði barnagarðsbørn og skúlabørn stuttleika sær her í grannalagnum, har Plantasjan er nærmasti granni.
Aðrastaðni í verðini siga veðurfrøðingar frá broyttum veðurlagi. Ísurin bránar, sjógvurin gerst heitari, og tí fáa vit broytt veðurlag við meira vindi og fleiri orkanum. Vit minnast øll mánaðirnar í árinum, tá ið vindur og regn gera um seg á okkara leiðum, men hetta er partur av gerandisdegi. Nú nærkast klokkan tíggju, og longu er himmalmyndin broytt. Vakra myndin er burtur, og hann drevur á luftina, men veðurmaðurin sigur frá góðveðri næstu dagarnar. Tá er umráðandi at fáa gleði av ljósa og góða veðrinum. Men øll fólk fáa ikki gleði av góða veðrinum næstu vikurnar, tí myrkt er, tá ið tey fara til arbeiðis ella í skúla, og myrkt er, tá ið seint seinnapartin fara úr arbeiði.
Enn eri eg ikki farin at geva smáfuglunum, men so skjótt bløðini eru følnað og fyrstu kavaflygrurnar eru í túninum, eri eg klárur við breyðmolonum. Hetta vita fuglarnir, tí eg síggi í løtuni ikki nógvar smáfuglar í garðinum, men eg veit, teir fara at koma. (Vagnur)

