Hondbóltsdøming – Feløgini kring landið hava alla ábyrgdina

Uttan dómarar kunnu vit ikki spæla hondbólt í Føroyum, so einfalt er tað.

Uttan dómarar kunnu vit ikki spæla hondbólt í Føroyum, so einfalt er tað.

Eg havi fylgt kjakinum í seinastuni um hondbóltsdøming við stórum áhuga. Havi sjálvur skrivað nógv um serliga dømingina í bestu deildunum, tí eg haldi, at í nógv ár hevur dømingin havt slagsiðu, tí fleiri feløg hava rætt og slætt svikið sína dómarauppgávu. Og hvat líkist tað, at fleiri feløg í bestu deildini hava ikki havt eitt A-dómarapar í tjúgu ár? Tað er heilt burturvið av persónum nú at geva starvsnevndini í Hondbóltssambandinum skuldina, at vit hava ov fáa A-dómarapør. Eg havi mangan skrivað, at HSF eigur at seta feløgunum krøv, men tá ið summi feløg ikki megna at taka í egnan barm, so er í míni dómaraverð líka mikið við bótum og hóttanum. Nevndin í HSF kann ikki bera dómarar inn á vøllin.

Daniel Rapa dømir í vetur.( Mynd Vagnur)

Daniel Rapa dømir í vetur.( Mynd Vagnur)

Tá ið eg byrjaði at skriva aftur um hondbólt á heimasíðu Neistans í 2009 eftir at hava skrivað um kappróður í fimm ár á www.drekin.fo, sá eg beinanvegin, at varð einki gjørt at útvega fleiri A-dómarapør, so endaði galið um stutta tíð, og so var. Dómarafelagið gjørdi frálíkt arbeiði at skúla dómararnar, men A-dómararnir vóru alt ov fáir. Síðani hendi, at tríggir A-dómarar megnaðu ikki rennitestina, og tá ið so altjóða dómararnir Andreas og Eyðun dømdi uttanlands, so vóru ov fá A-dómararpør til at taka. Kappingin mátti tí leggjast soleiðis, at A-dómarar vóru tøkir at døma, og tí bleiv spælt allar dagar í viku.

Nú skriva vit seinast í september mánað í 2013, og landskappingin byrjar um vikuskiftið. A-dómarar vóru nú vorðin so fá, at ivasamt var, um dystirnir í bestu deildunum kundu spælast, men tí betur byrjar kappingin eftir løgdu leikskránni. Nógv av stóru feløgunum hava so dyggiliga svikið á dómaraøkinum, tí eru hondbólturin komin í hesa støðu, sum er afturvendandi trupulleiki. Tað stendur í reglum hjá HSF, at øll feløgini á hvørjum ári skulu melda til B-dómarapar, sum við tíðini kunnu gerast A-dómarar. Høvdu feløgini fylgt reglunum ár um ár, so vóru nógv fleiri A-dómarapør. So einfalt er tað.

Eg kann nevna, at hjá monnunum tildømis hevur VÍF, KÍF og StÍF ikki hava eitt A-dómarapar í tjúgu ár undantikin Daniel Rapa úr VÍF og Arnar Dam úr KÍF, sum eru nýggir A-dómarar. Seinasta kappingarár dømdi eingin A-dómari úr Neistanum og eingin dómari úr H71 burtursæð frá Heri Petersen úr H71, sum dømdi nakrar fáar dystir. Ja, so er bara eitt felag eftir í besti mansdeild, og tað er Kyndil.

Tumms Juul dømir eisini í vetur.

Tummas Juul dømir eisini í vetur.

Fara vit til kvinnudeildina, so dømdi seinasta kappingarár einki dómarapar úr VB, Stjørnuni, StíF, Neistanum og VÍF, og so er bara Kyndil eftir. Hetta er støðan. Nú hoyrdu vit í fjølmiðlunum, at 70 fólk vóru á dómaraskeiði í Havn og eini tjúgu á Strondum/Skála. Sum eg skilji á lagnum, so møttu serliga ungir spælarar, venjarar og foreldur á dómaraskeiðnum, og alt gott um tað. Men hetta loysir slett ikki um dómaratrupulleikan beint nú, tí helst eingin av teimum 90 fólkunum, sum vóru á dómaraskeiðnum, kunnu døma  dyst í bestu deildunum. Tú gerst ikki A-dómari eftir einum degi.

Hondbóltskappingin byrjar um vikuskiftið, og mánadagin ætli eg mær at spyrja í dómarafelagnum, hvussu verður næsta vikuskifti, tá fleiri dystir aftur skulu spælast. Sum eg skilji á lagnum, verður torført at gjøgnumføra kappingina í bestu deildunum, tí ov fáir A-dómarar eru rætt og slætt til allar dystirnar. Og tú kanst ikki krevja, at A-dómarari skal døma fleiri dystir hvørt einasta vikuskifti í allan vetur. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *