Dimmalætting má fyri alt í verðini koma útaftur

Dimmalætting má fyri alt í verðini koma útaftur.

Leiðslan í Dimmalætting skuldi fyri langari tíð síðani lagað blaðið til fíggjarligu støðuna.

Sum væntað mátti Dimmalætting elsta tíðindablað í Føroyum leggja kongin, tí blaðið megnaði ikki meir fíggjarliga. Eg havi stóran áhuga í fjølmiðlaheiminum og fylgi væl við, hvussu gongst bløðunum her heima, portalum og Kringvarpi Føroya. Eg havi bara eini boð til eigaran av navninum Dimmalætting. Tit mugu á ein ella annan hátt fáa Dimmalætting útaftur, tí føroyska samfelagið hevur brúk fyri blaðnum. Havi vit bara Sosialin, so eru vit í monopolstøðu, sum ikki tænir samfelagskjakinum. Dimmalætting og Sosialurin er tvey gomul bløð, har Dimmalætting er nógv tað elsta blaðið.

Bløðini um allan heim hava tað ikki gott, tí miðlarnir broytast við fullari ferð, og serliga bløðini fáa harða kapping frá  portalum og heimasíðum. Í Føroyum eru bløðini fíggjarliga sperd, og í løtuni fáa vit bara Sosialin, tó kemur út Norðlýsið, sum eg meti  sum lokalt blað í Klaksvík. Einferð vóru bløðini nógv í tali, Oyggjatíðindi, Dagblaðið, 14. september og Tingakrossur bara at nevna nøkur av bløðunum. .

Fáa tey ikki út aftur Dimmalætting, fáa vit monopolstøðu og kunnu siga farvæl til neyðuga kapping í blaðheiminum. Eg skrivaði í grein í desember mánað í fjør, at Dimmalætting og Sosialurin sigast at vera óheft tíðindabløð, men hetta ivaðist eg í. Dimmalætting var knýtt at Sambandsflokkinum og Sosialurin at Javnaðarflokkinum. Eg haldi, at Dimmalætting er ella rættari sagt var vorðið óheft blað, meðan Sosialurin er ikki enn 100% leysur av Javnaðarflokkinum. Blaðið má fyrst skifta navn, skal eg trúgva hesum.

Tað er óheppið, um vit fáa fjølmiðlamonopol í Vágsbotni. (Mynd Vagnur)

Alt gott um Sosialin, men tað er óheppið, um vit fáa fjølmiðlamonopol í Vágsbotni. (Mynd Vagnur)

Dimmalætting og Sosialurin eru tvey ymsik bløð. Styrkjan hjá Dimmalætting var, at á blaðnum arbeiddu blaðfólk, sum eru før at skriva djúptgangandi greinar. Besta dømi var, tá ið EIK fór av knóranum. Dimmalætting gjørdi hesa tíðina dygdargott fjølmiðlaarbeiði. Men í seinastuni er nógv góð fólk farin frá Dimmalætting millum annað Pól á Kletti, Sveinur Thomassen og Georg Lindeskov Samulsen. Kanska eru onnur eisini farin, tí Dimmalætting lýsti herfyri eftir blaðfólkum.

Sosialurin er meira eitt lætt blað, sum vendir sær nógv til ungdómin, og tað tykist ikki, sum blaðfólkini á blaðnum hava eins førleika at skriva djúptgangandi og uppsøkjandi greinar sum tey høvdu á Dimmalætting. Men kanska er politikkurin hjá Sosialinum, tá ið tað snýr seg um lesaran,  ikki eins og hann á Dimmalætting.

Eg haldi, at tað er ótrúliga keðiligt fyri samfelagskjakið, um Dimmalætting av fíggjarligum áðum gerst søgu í føroyska blaðheiminum, hetta er til stóran skaða fyri tíðindaflutningin í Føroyum. Vit mista eina kapping, tá ið Ùtvarpið og Kringvarpið løgdu saman, og í løtuni fær Sosialurin onga kapping.

Føroyska samfelagið er lítið, og lýsingamarknaðurin tí eisini lítil. Fáa vit eitt blaðmonopol í Vágsbotni,  stúri eg fyri, at tað í framtíðini ikki eru bløðini, sum stýra tíðindaflutninginum í Føroyum, men fyritøkur og politikarar. Hetta má ikki henda.Tá eg sigi, at fyritøkur stýra tíðindaflutninginum, meini eg við, at bløðini liva av lýsingum, og tað er tildømis torført hjá blaði at biðja Atlantic Airways um at lýsa í blaðnum, og samstundis kanska í somu viku skriva atfinningarsama grein um eitthvørt í fyritøkuna.

Nú fáa vit at síggja, men vónandi hendir ikki, at Dimmalætting ikki kemur út aftur. Á Dimmalætting arbeiddu nógv góð tíðindafólk, og so er spurningrin, hvar hesi fara, tí Kringvarpið lýsti herfyri eftir tíðindafólkum, og kanska endar onkur í Sortudíki. At enda kann eg nevna, at eg skilti ongantíð, hví Dimmalætting skuldi koma út fimm ferðir um vikuna, tí blaðið hevði slett ikki tilfar til fimm hampulig bløð. Og so skilti eg heldur ikki endamálið við ókeypis mikudagsblaðnum, sum kom í hvørt hús. Mikudagsblaðið var ring “reklama” fyri Dimmalætting sum tíðindablað, tí mikudagsblaðið var mest sum bara lýsingar. Og so er óskiljandi, at leiðslan á Dimmalætting ikki fyri langari tíð síðani ikki hevur lagað blaðið til fíggjarliga veruleikan. Her má onkur hava sovið í tímanum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *