Høllin við Landavegin gjørdist fyri meg ein sorgarleikur

Neistafólk hava spælt ótrúliga illa í hallarmálinum.

Neistafólk hava spælt ótrúliga illa í hallarmálinum.

Tá ið eg í morgun hoyrdi í útvarpinum, at Tórshavnar Býráð hevði samtykt at lata Stuðlafelagnum Neistanum 1,2 milliónir afturímóti, at Tórshavnar kommuna fekk grundøkið við Landavegin aftur, gjørdist eg alt annað enn glaður. Fyri meg persónliga og fyri hondbóltin í Havn er tað ein sorgarleikur, at altjóða hondbóltshøllin við Landavegin ikki varð bygd. Tær 1,2 milliónirnar hava einki siga í málinum, tí Stuðlafelagið Neistin eigur fleiri milliónir krónur, men at Neistin segði nei takk til besta grundøkið til endamálið i býnum og segði nei takk til fimtan milliónir í stuðla, er heilt burturvið. Henda møguleikan fær Neistin ongantið aftur takkað verið trongdskygni hjá núverandi formanni og nevnd í Hondbóltsfelagnum Neistanum.

Eg havi sagt áður, og eg kann siga tað enn einaferð. Hevði Hans Mortensen verið formaður í Neistanum, hann, sum ungur formaður í felagnum bygdi Neistahúsið í 1963 og framdi størstu menningina í felagnum nakrantíð, so stóð snotuliga altjóða ítróttahøllin við Landavegin. Hann megnaði at savna allan Neistan, men tað megnar núverandi formaður og nevnd ikki. Tí varð høllin við Landavegin ikki bygd.

Tá ið Heðin og Jógvan gróvu fyrsta bøkkin visti eg 100% at høllin fór at koma, men so var ikki. (Mynd Vagnur)

Tá ið Heðin og Jógvan gróvu fyrsta bøkkin 3. desember 2009, visti eg tá 100%, at høllin fór at koma, men so var ikki. (Mynd Vagnur)

Neistin hevði øll kort á hondini. Stuðlafelagið átti sjey milliónir krónur pluss eini sethús og vildi seta seg fyri tíggju milliónir. Tá eingin stuðul fekst úr Mentamálaráðnum, tí landsstýriskvinnan heldur vildi byggja høll á Sandi, so fekk Neistin 60 % í stuðli frá Tórshavnar kommunu. Høllin kostaði tretivu milliónir at byggja, og við táverandi roknistykki kom høllina at hava fimm milliónir í láni. Hallarbólkurin tók av bíligum tilboði frá Articon at gera økið byggiklárt, men sum tíðin leið, kom sundirlyndi í Neistanum til sjóndar í hallarmálinum. Nú vóru summi fólk komin til niðurstøðuna, at tað var skeivt hjá Neistanum at fara úr Gundadali. Neistin skuldi ikki byggja høll, tað skuldi kommunan byggja, hildu summi. Hesa áskoðan merktu vit eisini í umsitingini í kommununi, sum eftir mínum tykki vóru ógvuliga tung at dansa við.

Fyri meg, sum hevði slóðað fyri peninginum hjá stuðlafelagnum og arbeitt við høllini í fleiri ár, var alt avgerandi, at bæði Neistin og Kyndil fingu frægari venjingarmøguleikar til nógvu liðini. Feløgini uttan fyri Havnina høvdu nógv betri venjingarumstøður enn Neistin og Kyndil. Í Havn eru í løtuni tríggjar hallir til fýra feløg. Neistan, Kyndil, H71 og ÍA av Argjum, tað vil siga 4000 fólk pr. høll. Í Kollafirði er ein høll til 1000 fólk, í Klaksvík tvær hallir til 5000 fólk, á Eiði ein høll til 800 fólk, í Vestmanna ein høll til 1500 fólk, og vit kunnu halda fram kring landið. H71 hevur sína egnu høll í Hoyvík.

Tað var hugaligt at fylgja maskinunum hjá Articon. (Mynd Vagnur)

Tað var hugaligt at fylgja maskinunum hjá Articon. (Mynd Vagnur)

Ætlanin var, at Neistin skuldi fara út á Landavegin, og Kyndil skuldi fáa tímarnar hjá Neistanum í høllini á Hálsi, og bæði feløgini skuldu varðveita tímarnar í Gundadalshøllini, sum Kyndil, Neistin og Fleyr eiga. Vit valdu at fara í vesturbýin við høllini, tí har er eingin høll, og har á leiðini eru nógvir skúlar og stovnar, sum kundu brúka høllina fyrrapartarnar og til klokkan trý seinnapartin. Umboð fyri Kyndil høvdu sagt okkum, at felagið vildi vera verandi í Gundadali, so har var eingin forðing felaganna millum.

Nù er høllin hjá Neistanum við Landavegnin søga. Eg royndi í nøkur ár at slóða fyri at fáa Neistanum og harvið hondbóltinum í Havn betri venjingarmøguleikar og byggja eina høll við aljtóða mátum, sum eingin av hallunum í Havn hava. Men sundurlyndi í Neistanum forðaði fyri, at høllin varð bygd. Høvdu øll neistafólk staðið saman eins, og tá ið Neistahúsið á sinni varð bygt við Hans Mortensen á odda, so stóð høllin við Landavegin. Men skeivir persónar við avgerðarrættinum vóru og eru tí verri í nevndini í hondbóltsfelagnum. Og tað løgna hendi, at hallarmálið fór fyri bakka uttan at øll neistafólk fingu høvi at sita á stórum felagsfundi og viðgera hallarmálið.

Sjálvur spæli eg ikki hondbólt longur og havi skotið mítt seinasta mál, men eg hevði unt neistaspælarum og annars hondbóltinum í Havn eina altjóða hondbóltshøll, sum umframt vanliga hondbóltsvøllin við situplássum báðum megin, eisini hevði eina triðinghøll við fullari breidd, har tú kundi venja álopsspæl og skotvenjingar. Men nevndin í hondbóltsfelagnum segði nei takk til betri hallarumstøður.

Núverandi formaðurin í hondbóltsfelagnum Neistanum er ikki uppvaksin felagnum, og hann hevur tí óivað aðrar kenslur fyri felagnum, enn vit onnur, sum hava havt tilknýti til Neistan nú í hálvthundrað ár. Hetta er kanska ein av orsøkunum, at ikki bar á mál í hallarmálinum. Fólk, sum ikki kenna so væl til hallarmálið, halda kanska, at Stuðlafelagið Neistin nú hevur forvunnið 1,2 millión fingnar frá Tórshavnar kommunu fyri økið við Landavegin. So er ikki. Stuðlafelagið Neistin hevur goldið tvær milliónir krónur fyri millum annað tekningar og ráðgeving og hevur nú fingið 1,2 millión aftur frá Tórshavnar kommuna. Hetta er sjálvandi frálikt, men stuðlafelagið hevur mist umleið 800.000 krónur í sambandi við høllina. Hetta er at liva við, men at høllin ikki gjørdist veruleiki er ein sorgarleikur í míni hondbóltsverð. Verður nýggj hondbóltshøll bygd í Suðurstreymoy, so verður hon bygd á Argjum. (Vagnur)

3. desember 2009 fór fyrsta maskinan hjá Articon inn á økið við Landavegin. (Mynd Vagnur)

3. desember 2009 fór fyrsta maskinan hjá Articon inn á økið við Landavegin. (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *