Tað er ógvuliga sjáldan, at tú sært tvey donskt “krígsskip”, onkur vildi sagt tvey donska vaktarskip, samstundis á Havnini. Spurningurin er so, um danir við hesum vilja vísa føroyingum, at teir stuðla okkum í makrel- og sildastríðnum við EU, men kanska er hetta í sambandi við, at tjóðarhetjan Erlendur Patursson um dagarnar hevði fylt hundrað ár. Vanliga er bara eitt dansk vaktarskip við Føroyar, men Helle Thorning og onnur donsk statsfólk hava mangan sagt, at Danmark fyri alt í verðini vil varðveita Føroyar í ríkisfelagsskapinum. Vit hoyra og síggja annars lítið til hernaðarvirksmemið í Føroyum, men tað var tann tíð, tá ið marinarar og mjørkadalsmenn í búnum spákaðu í Havnargøtum.
Danir hava seinastu árini minkað um hernaðarliga virksemið í Føroyum. Marinustøðin við Hoyvíksvegin er seld føroyingum, sum nú hýsir eldri fólkum, og Natostøðin í Mjørkadali er eisini niðurløgd og verður av føroyingum brúkt sum fongsul. Danir hava tó enn ríkisumboðsmannin, men annars hevur danska vaktartænastan bara nøkur rúm í Telegrafstøðini við Tinghúsvegin. Hetta eru fólk, sum ganga vaktarskipinum til handa.
Men um dagarnar liggja so tvey vaktarskip á Havnini, og spurningurin er, um vit skulu leggja nakað í hesa mynd. Um tað er eitt taktiskt trekk frá dønum at vísa umheiminum og eisini føroyingum, at danir stuðla føroyingum í stríðunum við EU. Vit “eldru” minnst, tá ið danskir marinarar og mjørkadalsmenn í búnum gingu í dans í Sjónleikarhúsinum, og mangan var áfast millum føroyingar og danir, tí øvundsjúkir føroyingar vildu ikki hava, at føroyskar gentur gingu við marinarum og mjørkadalsmonnum. Sum ungur minnist eg bardagar í býnum millum danir og øvundsjúkar føroyingar, men so fóru marinarar og mjørkadalsmenn úr búnunum og í vanlig klæði, og tá hasaði fíggindarliga støðan av.
Nú eru vit so í nýggjari støðu, har ríkisfelagsskapurin skal standa sína roynd, tí Danmark er eitt av EU-londunum, meðan Føroyar ikki er limur í EU. Boykottið frá EU er júst komið í gildið, men spennandi er at fylgja við, hvussu danir fara at takla støðuna viðvíkjandi makrel – og sildastríði føroyinga við EU. (Vagnur)

