Eftir snarróðurin hitti eg tveir tilvildarligar rógvarar á vestaru bryggju til tess at vita, hvussu tey vóru nøgd við nýggja róðrarátakið. Maðurin var miðvingurin Brandur Sjúrðarson, sum róði við 6-mannafarinum Skúgvi, og kvinnan var Bára Thorsvig, sum fyrst róði við Hvessingi/Lómi 6-mannafar kvinnur og síðani við Argjabátinum blandari manning. Fyrst spurdi eg Sjúrð, hvat hann helt um snarróðurin fyrsta róðrarátak av sínum slagi í Føroyum?
– Mær dámdi ótrúliga væl snarróðurin, sum var væl fyriskipaður, sjálvt um róðurin ikki byrjaði til tíðina. Tað er tiltalandi, at róðrartiltøk er uttanfyri sjálvt róðrarárið, tað vil siga FM-róðrarnir. Eg eri serliga fegin um broytingina, hvussu bátarnir vórðu startaðir. Hørð og kontant boð frá startdómaranum. Tú fært tveir minuttir at koma til startin og krøkja bátin í startin, síðani byrjar startdómarin niðurteljingina frá tretivu sekundum. Hetta er nakað tað sama, sum brúkt verður í kappingum í inniróðri.
– Dómarin leggur ábyrgdina yvir á rógvararnar, og tað er tín ábygd at gera, sum startdómarin sigur. Á stevnum uppliva vit mangan, at manningar skulu fáa ymist á pláss, meðan aðrar manningar bíða og alt dregur út. Í snarróðrinum var hart og kontant, tú skuldi bara vera á staðnum til tíðina og gera eftir boðunum. Skjótt avgreiðsla, sum mær dámar væl. Tá ið hetta er sagt, so ivist eg í, um soleiðis kann farast fram í FM-kappingum á opnum havi, og kanska bátarnir eru fleiri og veðrið ikki so gott, sum innan fyri Molan í Havn.

Tey høvdu lagt út flótubrúgv, har manningar fingu starttalið, og har manningar sluppu upp á bryggjuna. (Mynd Vagnur)
– Mín vón er, at hetta frálíka róðrarátak verður endurtikið, tí tað riggaði so mikið væl. Løtan í Müllers pakkhúsi var eisini góð, har heiðursmerki vóru handað, og vit fingu ein bita. Í dag róði eg við Skúgvi úr Sandavági, men eg havi róð við Miðvingi og Riddaranum úr Miðvági. Í 2008 og 2009 róði eg við Riddaranum, har vit vóru nær við at vinna FM-heitið. Í 2011 róði eg við Miðvingi, og í summar róði eg aftur við Riddaranum, men úrslitið í summar var ikki nóg gott. Umborð á Skúgvi í dag vóru tríggir rógvarar, sum róðu við Riddaranum í summar, og so tríggir rógvarar, sum róðu við Suðuroyingi. Vit hava ikki vant saman til snarróðurin, sigur Sjúrður at enda.
Nakað heilt annað at rógva við 8-mannafari
Eg hitti eisini Báru Thorsvig, sum júst var komin í land av Argjabátinum. Tey skrivaðu róðrarsøgu í dag, tí hetta var fyrstu ferð, at bátar vóru mannaðir bæði við kvinnum og monnum. Eg spurdi Báru, hvussu var at seta seg í eitt 8-mannafar við fýra kvinnum og fýra monnum við árarnar?

Bára Thorsvig róði fyrst við Hvessingi/Lómi og síðani við Argjabátinum blandað manning. (Mynd Vagnur)
– Hetta er fyrstu ferð vit átta rógva saman, men fyri meg var tað nakað heilt annað at sita umborð á einum 8-mannafari enn umborð á okkara egna báti. Árarnar eru nógv tyngri, og tað var nógv tyngri at rógva. Í summar róði eg við 5-mannafarinum Teistanum við kvinnum, men 5-mannafør kvinnur róðu ikki. Tí róðu vit Hvessingi/Lómi. Lómur brótnaði í summar, tí mátti felagið læna annað 6-mannafør.
– Eftir 6-mannafarsróðurin fóru vit nakrar umborð á Argjabátinum, og eg má siga, at eg føldi meg lítlan millum menninar. Báturin sýntist stórur, men eg haldi, at áralagið var gott, og vit royndu at fylgja lærinum. Vit eru øll væl nøgd við snarróðurin, sum var væl fyriskipaður. Alt gekk skjótt og væl, og so var løtan eisini góð í Müllers pakkhúsi, har heiðursmerki vórðu handað, og vit fingu ein bita og at drekka, sigur Bára at enda. Bára róði fyrst tvey ár við Sílinum til hon í summar fór umborð á Teistan. Í summar vunnu ein róður, og Teistin bleiv nummar tvey í FM-kappingini.
Frálíkt hjá fyrireikarum at hoyra, at rógvarar eru væl nøgdir við snarróðurin, og eingin ivi er um, at rógvara koma aftur eina aðruferð. Herðklapp til fyrireikararnar fyri væl eydnaðan snarróður. Eg síggi á Facebook kenda rógvaran Katrina Olsen siga, at vit áttu at fyriskipað snarróður millum jóla og nýggjar, tí tá eru so nógvir útisetar heima í jólafrí. Hetta ivist eg í, tí tá eru rógvarar ikki í venjing, og vit er í myrkastu tíðini. Men at skipa fyri snarróðri flaggdagin 25. apríl er frálíkt hugskot. (Vagnur)




