Frálíkt róðrarátak – 50 minuttir at avgreiða allar róðrarnar

Her síggja vit longst burtur Gullbrand, tveir Argjabátar, Miðving og Knørr. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Søgulig róðrarmynd . 8-mannafør blandað.  Gullbrandur, tveir Argjabátar, Miðvingur og Knørrur. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Fyrrapartin í dag var boðað frá snarróðri á Havnarvág, og útvið tretivu bátsmanningar høvdu meldað til snarróðurin. Teinurin var 447 metrar frá nakað innan fyri Molan og inn í Vágsbotn. Alt talaði fyri væl úr hondum greiddum tiltaki, tí tú merkti frá byrjan, at fyrireikingin var góð. Men so hendi tað aftur, sum vit so mangan hava upplivað í føroyskum kappróðri. Ein bátur hevði siglt á startin við Molan, tí mátti hann leggjast av nýggjum, so róðrarnir, sum skuldi byrja stundisliga klokkan ellivu, byrjaðu ikki fyrr klokkan 11.45. Men tá ið fyrsta skotið varð loyst av, gekk sum eftir ánni.

5-mannafør við gentum Erla Kongsdóttir, Blikur og Jallurin. Erla Kongsdóttir vann. (Mynd Vagnur)

5-mannafør við gentum Erla Kongsdóttir, Blikur og Jallurin. Erla Kongsdóttir vann. (Mynd Vagnur)

Snarróðurin er nýhugsan í føroyskum kappróðri, tí teinurin er bara 447 metrar. Sum nakað nýtt kundu rógvarar rógva við fleiri bátum, og so var fyri fyrstu ferð í føroyskari róðrarsøgu, at fýra menn og fýra kvinnur róðu við 8-mannafari. Starturin var serligur, tí tú hoyrdi alla tíðina startdómaran, sum fyrst bað bátarnar leggja seg til startin, og so segði hann við manningarnar, at eftir tretivu sekundir brestur startskotið. Startdómarin taldi hart niður, so rógvarar hoyrdu niðurteljingina, og tá  ið komið varð niður á null brast skotið. Hevði bátur til dømis tjóvstartað ella forbrotið seg á onkran hátt, so fall dómaraavgerðin ikki fyrr enn, at bátarnir vóru farnir um mállinjuna.

Vøkur róðrarsjón: Gongurólvur, Lómur, Herningur,

Vøkur róðrarsjón: Longst burtur Gongurólvur, Hósvíkingur/Lómur, Herningur, Rádni og Hvessingur. Herningur vann. (Mynd Vagnur)

Ótrúliga áhugavert at síggja snarróðurin, tí teinurin varð so mikið stuttur, at tú sást bátarnar alla tíðina. Ein langur spurtur, kunnu vit siga. Eg gekk millum rógvarar á vestaru bryggju bæði fyri og eftir róðrarnar, og teir vóru uttan undantak væl nøgdir við snarróðurin. Sum ein rógvari segði: Okkum dámar so væl at rógva, og snarróðurin er frálíkur at enda eitt róðrararárið. Kunnu vit krevja meira, sólin skínur bæði oman og niðan, og fólk eru fegin at hittast aftur eftir ólavsøkuróðurin.

Tveir barnamanningar gentur. Fípan Fagra og Títlingur vóru heilt javnir, men Fípan Fagra dró longsta stráðið enn einaferð. (Mynd Vagnur)

Tveir barnamanningar við gentum. Fípan Fagra og Títlingur vóru heilt javnir, men Fípan Fagra dró longsta stráðið enn einaferð. (Mynd Vagnur)

Men so segði ein kvinna mær, at hon hevði ikki verið í bátinum síðani á ólavsøku, og tað sýntist ótrúliga tungt at rógva aftur eftir fýra steðg í fýra vikur. Eisini kunnu vit nevna, at frásøgumaðurin Helgi Jacobsen var frálíkur, og hann hoyrdist um alla vágna, tónleikurin var góðar og ikki at gloyma, so vóru bara heilt fitt av áskoðarum bæði úti í Bakka og á bryggjuni vestanfyri.

5-mannaførini við dreingjum vóru tvey Jallurin og Blikur. Jallurin vann róðurin. (Mynd Vagnur)

5-mannaførini við dreingjum vóru tvey Jallurin og Blikur. Jallurin vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Fyrireikararnir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen siga, at teir hava møtt vælvild allastaðni. Royndir dómarar, roynt fólk í málbilinum og góð hjálparfólk. Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Havn hava víst frálíka vælvild, tí vit skulu minnast til, at farmaskip skuldi koma á Havnina klokkan eitt, og Smyril og aðrir smábátar skuldu eisini sleppa úr havnini millum róðrarnar. Eisini hava fyritøkur í býnum stuðla við ymiskum.

8-mannaførini vóru fýra. Longst burtur

8-mannaførini vóru fýra. Longst burturi Heiðabáturin, Argjabáturin 1, Miðvingur og Argjabáturin 2 . Miðvingur vann (Mynd Vagnur)

Tíverri fekk snarróðurin óhepna byrjan, men róðrarfólk eru tolin fólk, og í dag var einki undantak. Tey sólaðu sær og prátaðu á bryggjuni ella í bátinum, meðan menn fingu startin at rigga við Molan. Hesi orð fyriskipararnar. Túsund tøkk fyri frálíkt róðrarátak á Havnarvág. Frálíkt at hoyra, at tit spæla tykkum við tonkunum at fyriskipa líknandi snarróður á flaggdegnum næsta ár. Eg eri vísir í, at enn fleiri bátar tá eru við, tí átakið er so rógvaravinarligt og áskoðaravinarligt.

jkkjkjkk

6-mannafør við monnnum. Longst burtur Hvessingur/Lómur, Gullbrandur, Jarnbardur og Skúgvur. Skúgvur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Eftir snarróðurin vóru heiðursmerki handað í Müllers pakkhúsið, har rógvarar eisini fingu okkurt til matna og okkurt at drekka. Frálík róðrarløta í góðveðrinum og til lukku øll somul. Eftir snarróðurin prátaði eg við tveir tilvildarligar rógvarar, hesa greinina skrivi eg nakað seinni.

PS. Annars kann eg enda við at siga, at tað var ótrúliga hugaligt aftur at síggja bátar rógva um kapp inn í Vágsbotn. Bara einstakur rógvari, sum róði í dag, var føddur, tá ið seinast varð róð inn í Vágsbotn. Hetta var í 1972. Tá varð róð frá Argjalandinum og frá Gulanum og inn í Vágsbotn. Teinarnir vóru 1000 metrar, 1500 metrar og 2000 metrar. Eg kann minnast, at tá ið báturin skuldu út á málið til start, róðu teir fyrst av Kongabrúnni, har bátarnir stóðu, og fram við áskoðarunum í Vágsbotni. Síðani róðu teir inn um málið og útaftur framvið vesturubryggju og út undir Argjaland. (Vagnur)

Trý 10-mannafør Longst burturi Suðuroyingur, Hoyvíkingur/Argir og Havnarbáturin. Hoyvíksingur vann. (Mynd Vagnur)

Trý 10-mannafør. Longst burturi Suðuroyingur, Hoyvíkingur/Argir og Havnarbáturin. Hoyvíksingur vann. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *