Føroyska bókin – “Ziskatrøðbrekkan” eftir Christoffer Jensen er væl skrivað (1)

Væl hýrt børn úr Klaksvík í heimabundnum troyggjum og gummiskóm.

Væl hýrd børn úr Klaksvík í heimabundnum troyggjum og gummiskóm.

Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg fari av og á at ummæla føroyskar bøkur, sum eg havi lisið, ummæla tær á mín egna hátt. Fyrsta bókin er Ziskatrøðbrekkan – at vaksa upp í 1950-unum eftir Christoffer Jensen. Bókin er áhugaverdur lesnaður.

Christoffer arbeiddi langt lív sum lærari, men er farin frá vegna aldur.

Christoffer arbeiddi langt lív sum lærari, men er farin frá vegna aldur.

Tá ið eg lesi eina føroyska bók, hevur innihaldið sjálvandi størsta týdningin, men eisini hevur málburðurin mín stóra áhuga. Mær dámar væl at hyggja at ymsum orðum, sum rithøvundurin nýtur, ella kanska fáa hugskot í míni egnu skriving. Føroyska málið er ríkt hvat orðum viðvíkur, men tað eru rithøvundar, sum duga betur enn aðrar at skriva, so teksturin er lættur at lesa hjá lesaranum.

Bókin Ziskatrøðbrekkan er væl skrivað og hevur meistarligan málburð. Bókin er væl uppsett við greiðum yvirskiftum saman við teimum 33 pørtunum. Fyrsti partur snýr seg um familjuna hjá rithøvundanum, og hetta er áhugaverdur lesnaður, hóast tú ikki kennir flestu fólkini, tó einstøk nøvn kennist tú við.

Óivað dámar mær hesa bók væl, tí eg sjálvur vaks upp í 1950 og 1960-árunum ikki í Klaksvík men í Havn. Umstøðurnar hjá okkum ungu í Havn eru ikki ólíkar teimum, Christoffer og tey ungu við Ziskatrøðbrekkuna høvdu í hesum tíðarskeiði, sjálvt um Christoffer er góð tíggju ár eldri enn eg. Føroyar er lítið land, og vit í Havn kenna á ymsan hátt um næst størsta býín í landinum, men tá ið eg lesi um Ziskatrøðbrekkuna, kemur nógv undan kavi, sum eg ikki hevði ánilsi av.

Hetta eru barnaheimini hjá Chritofferi við Ziskatrøðbrekkuna.

Hetta eru barnaheimini hjá Christofferi við Ziskatrøðbrekkuna.

Eg havi altíð lagt stóran dent á myndir í míni skriving á míni heimasíðu, og eisini sum ítróttaskrivari í ein mansaldur, tí myndir siga so ómetaliga nógv. Tað er eydnast Christofferi at útvega góðar myndir til tekstin, so lesarin kann liva seg inn í lívið við Ziskatrøðbrekkuna og harvið eisini í Klaksvík.

Umframt, at bókin er um lívið hjá Christofferi sum høvuðspersónur, umfatar tilfarið eisini søguligu gongdina í Klaksvík tíðina eftir seinna heimsbardaga. Sera heppið av rithøvundanum at borðreiða við einum korti á blaðsíðu tjúgu og einogtjúgu, so vit í skjótari handavending kunnu síggja, hvar vit eru stødd í Klaksvík, tá ið rithøvudnurin skrivar um Ziskatrøð, Biskupstøð, Skúlatrøð ella aðrir partar av Klaksvíkini har á leiðini.

Fríðrikur kongur á vitjan í Klaksvík í 1959. Eftir læknastríðið hildu klaksvíkingar lítið um danir. (Mynd Rukkulakkin)

Fríðrikur kongur á vitjan í Klaksvík í 1959. Eftir læknastríðið hildu klaksvíkingar lítið um danir. (Mynd Rukkulakkin)

Christoffer er ikki sørt bersøgin, tá ið hann í parti átta skrivar um prædikumenn og vekingarrøslur í Klaksvík sæddar við barn- og ungdómseygum. Ótrúliga áhugaverdur lesnaður. Eisini áhugavert at fáa vita, hvussu trong fríggjarlig kor húskinum høvdu í Klaksvík eftir seinna heimsbarda, í 1950-árinum til fyrst í 1970-árinum, áðrenn tað fór at batna í fíggjarliga í Føroyum.

Christoffer er føddur í 1942, tað vil siga undir krígnum, og hann hevur upplivað størstu broytingina í Føroyum nakrantíð. Hetta lýsir rithøvundurin sera væl, og tað er fragd at lesa, hvat ungdómarnir við Ziskatrøðbrekkuni gjørdi í frítíðini, har náttúran var teirra stóra spælipláss, fjøran íroknað. Vit fáa at vita um skótalívið í Klaksvík, skúlatíðina, sjónleik, ítrótt, filmar og annað mentað tilfar. Tey høvdu ríkt barna- og ungdómslív.

Klaksvikar Sjúkrarhus í 1950-árunum. Sjúkrahúsið fyllir framvegis nógv í fjølmiðlunum.

Klaksvikar Sjúkrarhus í 1950-árunum. Sjúkrahúsið fyllir framvegis nógv í fjølmiðlunum.

Partur 26 snýr seg doktarastríðið, sum er dapur og sera væl lýstur partur í bókini. Eg visti nakað um læknastríðið í Klaksvik, sum tað var rópt í Havn, men nú fekk eg stríðið frá rithøvunda, sum lýsir stríðið frá barna- og ungdómseygum, tí Christoffer sat á fyrstu røð og eygleiddi læknastríðið.

Nú skilji eg betur, hví fleiri enn seksti prosent av norðingum velja tjóðskaparflokkar. Hetta stavar óivað frá, tá ið donsk herskip komu til Føroya at fáa skil aftur á læstu støðuni í Klaksvík. Stríðið byrjaði í 1953, tá ið tað almenna vildu hava læknan Halvorsen úr Klaksvík, læknan, sum klaksvíkingar dámdu so væl. Klaksvíkingar vildu ikki enn einaferð lúka harraboð frá embætismonnum í Havn, tí spann øði í klaksvíkingar og norðoyingar, og teir settu hart ímóti hørðum.

Danir sendu herskip til Klaksvíkar undir læknastríðnum. Her verða embætisfólk úr Havn noktað at koma í land í Klaksvík. (Mynd Rukkulakkin)

Danir sendu herskip til Klaksvíkar undir læknastríðnum. Her verða embætisfólk úr Havn noktað at koma í land í Klaksvík. (Mynd Rukkulakkin)

Klaksvíkin verður sett í uppreistrarstøðu, og danska stjórnin sendir 120 løgreglumenn til Føroya at fáa skil á støðuni í Klaksvík. Læknastríðið endar í 1955 við semju, men stríðið fær eftirspæl fyri “uppreistrarleiðararnar”, har fleiri fingu fongsilsdómar.

Bókin Ziskatrøðbrekkan – at vaksa upp í 1950-unum er væl skrivað og upplýsandi bók, ja, ein av teimum bestu at sínum slagi á føroyskum. Bókin endar við parti um felagsskap og samanhald, sum klaksvíkingar framvegis leggja stóran dent á. Eg vil siga tibetur. Tey standa saman í ítrótti, at fyriskipa stóran festival, fyriskipa afturvenandi sjóvinnudag og onnur tiltøk. Tey eru so frálíka “lokal “ í Klaksvík, sjálvt um undirsjóvartunnilin kollvelti Klaksvíkina, hvøt møguleikum viðvíkur.

Flestir klaksvíkingar hava altíð verið tjóðskaparligir. Òivað gjørdi læknastríðið sítt til, at so er. (mynd Vagnur)

Flestir klaksvíkingar hava altíð verið tjóðskaparsinnaðir. Òivað gjørdi læknastríðið sítt til, at so er. (mynd Vagnur)

Bókin kom út á egnum forlagið í 2006. Rithøvundurin er føddur í Klaksvík í 1942, er útbúgvin lærari, har hann arbeiddi sum lærari við Klaksvíkar kommunala skúlaverk frá 1970, til tann fór frá vegna aldur í 2004. Permumyndin er meistaraliga vald við væl uppløgdum børnum í heimabundnum troyggjum og gummiskóm. Frálík mynd.

Tá ið eg hevði skrivað greinina, ringdi eg til rithøvundan, sum eg ikki kenni, og tí ongantíð havi prátað við. Christoffer var bæði blíður og týður, og vit báðir tóku saman um bókina. Hann segði mær, at tilfarið hevði hann skrivað til stuttleika í pørtum, sum at enda varð til eina bók. Tøkk skalt tú hava fyri tað Christoffer. (Vagnur)

Klaksvík er fiskivinnubýur, men nú fækkast útróðrarbátarnir í býnum. (Mynd Vagnur)

Klaksvík er fiskivinnubýur, men nú fækkast útróðrarbátarnir í býnum. (Mynd Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *