Róðrarsambandið gekk ikki Havfrúnni á møti í kæruni

Havfrúgvin á norðoyastevnu í ár. (Mynd Hvannrók)

Havfrúgvin á norðoyastevnu í ár. (Mynd Hvannrók)

VÍF kappróðurin sendi Róðrarsambandinum kæru í sambandi við reyða kortið til Havfrúnna á ólavsøku. Eg havi spurt meg fyri hjá VÍF kappróðri, og tey siga í kæruni, at tey meta ikki, at Havfrúgvin tjóvstartaði, og tí átti báturin ikki at fáa reytt kort. Í kæruni krevur VÍF-kappróður, at Havfrúgvin í minsta lagi fær 2. plássið á ólavsøku, og harvið fær tey seks stigini í upprunaliga róðrinum. Eisini verður kravt, at reyða kortið verður tikið aftur, at Havfrúgvin fær skrivliga umbering, og at RSF harmast um hendingina. Men Róðrarsambandið gekk ikki klaguni á møti, og tí er klagan send víðari í dómsnevndina.

RSF grundgevur í aftursvarinum til VÍF-kappróður, at RSF metir, at høvuðsdómarin hevur dømt rætt, og at Havfrúgvin loysti krókin úr bátinum, áðrenn loyvt var. Róðrarsambandið sigur, at viðvíkjandi umróðrinum er eingin serskild grein at døma eftir, tí verður dømt eins, og var tað ein vanligur róður, har kolldømingin á einum kappingardegi er galdandi fyri allar róðrarnar tann dagin róð verður. Tí fær Havfrúgvin eingi stig á ólavsøku, sigur Róðrarsambandið millum annað í aftursvari til VÍF-kappróður.

Málið um Havfrúnna er eitt sera áhugavert mál, tí her er alt talan um tulkingar í vantandi lógum í Róðrarsambandinum. Tey siga í aftursvarinum, at viðvíkjandi umróðrinum er eingin serskild grein at døma eftir, tí verður dømt eins, og tað var ein vanligur róður. Her listi meg at vita, hvat løgfrøðingarnir siga, tá ið málið óivað endar í ÍSF-dómstólinum. Kann nevndin í RSF uttan nakran lóg í lógarverkinum gera ein umróður til ein vanligan róður, tí ein umróður er ikki ein vanligur róður. Ein vanligur róður er ein róður, har øll 5-mannaførini við kvinnum rógva.

RSF sigur í aftursvarinum, at Havfrúgvin loysti krókin úr bátinum, áðrenn loyvt var. Tá ið dómararnir “kanska” sóu hetta, hví skuldu so ganga 32 sekundir til skotið varð av? Sjálvandi skal nevndin í Róðrarsambandinum  siga, at hon metir, tey siga metir, at høvuðsdómarin dømdi rætt. Nevndin má siga soleiðis, men eingin av nevndarlimunum var úti á málinum. Áhugavert, at nevndin brúkar orðið “metir”.

Eg eri 100% vísir í, at dómararnir hava gjørt mistøk úti á málinum í sambandi við Havfrúnna. Myndirnar vísa, at Havfrúgvin og Ørnin taka fyrsta takið í senn, og útvarpsbáturin var nær við Havfrúnna og Ørnina, og har varð sagt, at teir sóu ongan tjóvstart. Og so havi eg 100% álit á róðurskvinnuni umborð á Havfrúnni, tá ið hon sigur, at hon loysti ikki krókin, áðrenn loyvt var. Ja, hví skuldi hon tað, tí Havfrúgvin fekk ongan fyrimun í umróðrinum. Og hevur hetta ikki alt at siga ítróttaliga?

Tað er so týdningarmikið her í lívinum, at tú torir at viðganga, at mistøk eru gjørd. Alt talar fyri, at okkurt er farið fram millum høvuðsdómaran og startdómaran útí á málinum, eftir at skotið varð. Og tað veit eg, at so var. Eg havi tosað við ein av dómarunum. Hví skuldu so heili 32 sekund ganga, áðrenn skotið varð av?

Eg rokni við, at ÍSF dómstólurin kemur í hvørfall til ta niðurstøðu, at Róðrarsambandið ikki kann hava nakrar kappingarreglur fyri ólavsøku, og aðrar lógir fyri hinar seks stevnurnar. Fólk standa spyrjandi, tá ið tey hoyra, at reytt kort kann bara gevast fyri tjóvstart á ólavsøku og ikki á hinum seks stevnunum. Hevur mann loyvi at hava slíkt lógarverk í einum sambandi undir ÍSF. Nei, tað meti eg ikki. Nú er so málið farið í dómsnevndina, og spennandi verður at fylgja málinum.

Nú kundi onkur spurt, hví heimasíðan heldur fram at fylgja málinum um Havfrúnna. Orsøkin er ógvuliga einføld: Eg haldi, at órættvísi er farið fram, og at lógarverkið í Róðrarsambandinum í fleiri førum er órættvíst. Heldur ikki líkur partur av lógarverkinum í RSF rætta ítróttaanda og undirgrevur eisini sjálva FM-kappingina. Eitt er málið um Havfrúnna, men talan er eisini um 6-mannafarið Sølmund við monnum og aðrar hendingar summar. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *