Neistavenjarin Kári Horn er farin at læra til bakara

Kári arbeiddi hugagóður, tá ið eg vitjaði á bakarínum. (Mynd Vagnur)

Kári arbeiddi hugagóður, tá ið eg vitjaði á bakarínum. (Mynd Vagnur)

Neistavenjarin 36 ára gamli Kári Horn byrjaði mánadagin at læra til bakara á bakarínum í Mylnuni. Síðani Kári kom aftur til Føroya eftir seytjan ár í Danmark, hevur hann arbeitt við børnum á ymsum stovnum. Hann ætlaði at læra til pedagog, men hann slapp ikki inn á skúlan, tí hann vantaði eina lærugrein. – Eg vil fegin hava eina útbúgving, og tá ið eg fekk møguleikan at koma í bakaralæru, tók eg av. Kári skal venja neistakvinnur kappingina komandi, og eg havi spurdi hann tveir spurningar. 1. Hví hann velur at læra til bakara, og hvat vit kunnu vænta okkum av neistakvinnum næstu kapping?

– Um neistakvinnur er at siga, at flestu kvinnurnar halda fram at spæla, tó eru Barbara Brauer og málverjin Maria Samuelsen ikki á liðnum, men Fríða Petersen og Birita Wardum eru komnar aftur í hópin. So rokna vit eisini við, at hin málverjin Kristina Griksaite heldur fram. Sjálvandi er heilt stórur missur, at Barbara Brauer er givin í Neistanum, tí Barbara skeyt nógv mál og slóðaði altíð fyri.

Nú skal Kári fáa venjarastarvið og arbeiði sum bakaralærningur at hanga saman. (Mynd Álvur)

Nú skal Kári fáa venjarastarvið og bakaralæruna at hanga saman. (Mynd Álvur)

– Vit kunnu siga, at neistaliðið er eitt heilt annað lið uttan Barbaru. Yngru spælararnir eru vorðnir eitt ár eldri og koma at spæla á besta liðnum, men eg havi eitt ynski um at fáa ein vintrahentan høgra bakk á plássið hjá Barbaru, tí spælið gerst nógv lættari, um vinstrahentur spælari spælir á høgra bakki. Vit hava ungan vinstrahentan spælara, men ikki kann mann leggja ov nógva ábyrgd á so ungan spælara, sjálvt um hon sjálvandi skal spæla á liðnum.

– Eg eri fegin, at eg fekk møguleikan at læra til bakara. Læran tekur hálvtfjórða ár, og fimm ferðir skal eg til Danmarkar í skúla í lærutíðini. Tvær ferðir tiggju vikur, tvær ferðir fimm vikur og einaferð fýra eina viku. Tú spyrt, hvussu eg fái skúlan at passa saman við venjarastarvið. Nú er tað soleiðis, at Eirikur Magnussen er mín leiðari, og vit arbeiða við, at eg fari í skúla, tá ið landskappingin liggur still.

–  Annars er arbeiðstíðin nógv øðrvísi enn á einum barnagarði. Hesa vikuna arbeiði eg frá sjey á morgni til klokkan trý seinnapartin. Men so skal eg eisini arbeiða aðrar vaktir tildømis frá klokkan tvey um náttina til klokkan tíggju fyrrapart. Nú havi eg bara verið her í tveir dagar, men mær dámar væl. Hetta heilt øðrvísi enn at ansa børnum. Eg var øgiliga troyttur fyrsta dagin, tí tað var so nógv at seta seg inn í, sigur Kári at enda.

Eg fekk eisini orðið á ein svein í bakarínum, og hann segði mær, at summir bakarar arbeiða bara um náttina, summir arbeiða bara um dagin, meðan aðrar arbeiða ymsar vaktir, sum tildømis tær, Kári nevnir omanfyri. Sveinurin segði mær eisini, at tað er ikki lætt at fáa hendur í bakaralærningum. Òivað eru tað arbeiðstíðirnar, sum ræða tey ungu. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *