Bátatalið minkar – 6-mannaførini við monnum fána burtur í einki

Einaferð vóru 6-mannaførini við monnum størsti bátabólkur. (Mynd Vagnur)

Á einum hondbóltsvenjaraskeiði á mínum ungu døgum segði danin Per Frederiksen, at sum venjari er av týdningini, at tú gevur teimum góða venjing, sum møta til venjingar, og ikki bara gramdi teg fyri bólkinum um spælarar, sum ikki vóru møttir til venjingar. Tað sama er við bátunum, sum rógva í Klaksvík leygaradagin. Tú fegnast at síggja startlistan, men tó er keðiligt rák komið í føroyskan kappróður. Bátatalið minkar í stórum. 

Tað eru óivað nógvar meiningar um, hví bátatalið er minkað nógv seinnu árini. Og tá ið eg sá endaliga startlistin til fyrstu FM-róðrarnar í Klaksvík, so øtaðist eg. Fór inn heimasíðuna www.drekin.fo og valdi tilvildarligt ár í hagtølunum. Valdi árið 2009 á norðoyastevnu, og har var sjón fyri søgn. Í 2009 róðu tólv 6-mannafør við monnum á norðoyastevnu. Leygardagin rógva fýra bátar. Barnamanningarnar vóru 24 bátar í 2009, leygardagin rógva trettan bátar, og vit kunnu halda fram. 67 manningar róðu á norðoyastevnu í 2009, leygardagin rógva 49 manningar, tá eru barnamanningar taldar við. Bátatalið er minkað 27% í trý ár, og hetta er nógv.

Barnaróðurin, sum nú skjótt hevur tíggju ár á baki, er solskinssøga, men tað undrar meg, at barnaróðurin ikki økir talið av dreingja- og gentumanningum. Trettan dreingjamanningar róðu í barnaróðrinum í 2009 í Klaksvík, men bara sjey dreingjabátar rógva leygardagin. Eitt sindur frægari er hjá gentunum.

8-mannaførini og 10-mannaførini eru fækkað seinnu árini, men vit kunnu tó fegnast um, at áhugaverdir glottar eru at hóma. Havnarbáturin var burtur í trý ár og er við aftur, vit hava fingið nýggjan Suðuroying og nýggjan Vestmenning, og Klaksvíkingur heldur tørn.

Tað er løgið at ímynda sær, at fyri tjúgu árum síðani róðu trettan 8-mannafør og átta 10-mannafør. Áhugavert, um lesarin á heimasíðuni hevur boð, hví gongdin er soleiðis í føroyskum kappróðri. Eitt er vist, at tað eru ikki rógvimaskinurnar, sum hava skuldini, og manningar venja ikki meira í 2012 enn tær tildømis vandu  í 1996, 2001 ella 2004, tí tað veit eg alt um. Tað er heldur rákið í samfelagnum.

Skjótt verður at avgreiða róðrarnar leygardagin, tí bátarnir eru ikki nógvir í hvørjum bólki, og róð verður bara 1000 metrar og 1500 metrar. Verður byrjað stundisliga klokkan trý, so ganga bara góðir tveir tímar, so er seinasta 10-mannafarið farið um málið. Tá ið alt omanfyri er sagt, so kunnu fólk gleða seg til róðrarnar leygardagin, tí har verður øgilig kapping í øllum bólkum. Altíð havi eg havt serligan áhuga fyri fyrsta FM-róðrinum á árinum, tí tú veitst slett ikki, hvussu støðan er hjá ymsu manningunum. Sjónvarp Føroya sendir beinleiðis frá róðrinum á telduni, og úrslit og tíðir koma sum vanligt beinleiðis úr málbilinum á heimasíðuna www.drekin.fo  (Vagnur)

FM-róðrarnir í Klaksvík startlistin

5-mannafør dreingir

6 Drekin

7 Havfrúgvin

8 Erla Kongsdóttir

9 Jallurin

10 Teistin

11 Firvaldur

12 Royndin Fríða 

6-mannafør kvinnur

8 Hvessingur

9 Páll Fangi

10 Rádni 

5-mannafør gentur

5 Tjaldrið

6 Royndin Fríða

7 Hvassi

8 Erla Kongsdóttir

9 Sílið

10 Ørnin

11 Beinta

12 Fípan Fagra

13 Blikur 

5-mannafør kvinnur

7 Falkur

8 Blikur

9 Strípan

10 Firvaldur

11 Havfrúgvin 

6-mannafør menn

7 Lómur

8 Riddarin

9 Sundabáturin

10 Skúgvur 

8-mannafør

7 Argjabáturin

8 Miðvingur

9 Knørrur

10 Gullbrandur 

10-mannafør

7 Vestmenningur

8 Klaksvíkingur

9 Suðuroyingur

10 Havnarbáturin 

Barnaróður dreingir

6 Fípan Fagra

7 Pílur

8 Kollur

9 Frúgvin

10 Havfrúgvin

11 Junkarin 

Barnaróður gentur

6 Teistin

7 Hulda

8 Jallurin

9 Royndin Fríða

10 Pílur

11 Tambar

12 Havfrúgvin

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “Bátatalið minkar – 6-mannaførini við monnum fána burtur í einki

  1. Ja, tað er ógvuliga keðiligt, at so fáir bátar luttaka til FM og serliga hjá børnum.

    Mín støða er greið hví barnamanningar minkað. RSF saman við feløgum hava stóra ábyrd av hesum.

    Børn hava í dag nógvar ítróttargreinar at velja ímillum og kunna tí ikki vera 100% við allastaðni, tey hava stutt og greitt ikki tikið støðu, hvørja ítróttargrein tey framyvir skula leggja alla orkuna í.

    Tí haldi eg, at tað er ein vanlukka at gera allar stevnuróðrar til FM róðrar hjá børnum. Tí tey flestu børnini vita, at tey kunna ikki vera við til allar róðrar, tí tey skulu millum annað í feriu saman við foreldrum og á legur. Og hevur ein ikki møguleikan at vinna 1.plássið, ja so takkar ein nei til at vera við. Børn vilja eins og vaksin, at tey skula vera nr 1.
    Tí er mín áheitan á RSF og feløg um at strika FM fyri børn og lata tey heldur fáa steyp og heiðursmerki stevnu fyri stevnu.
    Tá hava vit møguleika at fáa fleiri bátar a luttaka, og áhugin millum børn at manna bát til stevnur vil økjast.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *