Meiningahornið – Abasalon í Buð rópar neyðarróp um tunlarnar

Fái nú sett ljósreguleringar við tunlarnar og fáið sett upp ljós upp í tunlarnar. Mynd Vagnur)

Fái nú sett ljósreguleringar við tunlarnar og fáið sett ljós upp í tunlarnar. Mynd Vagnur)

Í næstaseinastu viku var á Viðareiði, og eftir ferðina skrivaði eg nøkur orð júst um gomlu tunlarnar millum Klaksvík og Norðdepil. Síggi í Dimmalætting í gjár, at Absalon í Buð rópar neyðarróp við orðunum Neyðarróp til avvarðandi myndugleikan, har hann vísir á júst tað sama, sum eg upplivdi við tunlarnar. Kaos er rætta orðið. Stórir lastbilar, betongbilar og aðrir bilar hvørt um annað í trongu, myrku, skitnu og ótryggu tunlunum. Og Absalon í Buð sigur viðari:

– Eg havi ferð eftir víst á, at um ikki okkurt verður gjørt, so stórur vandi fyri, at ein ólukka hendir í tunlunum, sig Abslalon. Koma at hugsa um eldin í norska tunlinum, sum vit hoyrdu um í fjølmiðlunum í gjár. Nógv av teimum innistongdu fólkunum fáa skelk fyri lívið, og tey allar flestu mugu fáa sálarliga hjálp. Tey ringast støddu fáa sár í djúpt í sálina fyri lívið hóast viðgerð. Og Absalon heldur fram:

Tað var vakurt at síggjá Árnafjørð henda dagin. (Mynd Vagnur)

Tað var vakurt at síggjá Árnafjørð henda dagin. (Mynd Vagnur)

– Eg havi víst á nakrar loysnir við millum annað at seta upp ljósreguleringar, skilja tungu ferðsluna frá tí løttu o.s.fr. Eisini havi eg heitt á myndugleikararnar um at fáa ferðsluteljingar í tunlarnar, men tað er sum at sletta vatn á gás, sigur Absalon. Henda dagin við tunlarnar upplivdi eg, at fólk passaði sær løgið at fára í tunlarnar, tí bilar biðaðu bæði við tunnilini í Klaksvík og millum tunlarnar. Júst tá kom stórur lastbilur og betong bilar gjøgnum tunlarnar. Fólk tora rætt og slætt ikki í tunlarnar, tá ið tey hoyra larmin frá stóru bilunum. Mín mynd av støðuni var tað reina ferðslukaos.

Abslalon metir, at einir 1500 bilar koyra í gjøgnum tunlarnar um samdøgnið og heitir á myndugleikarnar um at fáa fingurin úr einum ávísum staði, áðrenn ein óbótalig ólukka hendir. Men myndugleikarnir eru kvirrir, sigur Absalon at enda.

Landsverk og myndugleikarnar kunnu ikki bara standa og hyggja at og brúka alla orku til skálafjaðrartunnilin. Eg havi skrivað tað áður, at áðrenn hugsa verður um at gera skálafjarðartunnilin, átti tunlarnir millum Klaksvík og Norðdepil og millum Tvøroyri og Hvalba at verið umvældir ella gjørdir av nýggjum. Tað er so “in” at brúka setningin “vit hava ikki ráð at bíða”, sum millum annað bygdaráðsformenninir í Eysturoynni brúktu í sambandi við skálafjarðartunnilin.

Og so haldi eg, at áðrenn farið verður undir tunnilin til Viðarreiðis, so er at fáa sett ljósreguleringar við tunlarnar millum millum Klaksvík og Norðdepil, og eisini fáa lagt ljós í tunlarnar. Lurtið nú eftir fólkunum, sum búgva har norðurin, og sum koyra í gjøgnum tunlarnar hvønn dag. Eitt, sum eg slett ikki skilji, er, at tá ið stutti tunnilin við Leynavatn skal hava ljós, hví skulu myrku tunlarnir í norðoyggjum ikki hava ljós. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *