Tankarnir reikaðu í kirkjugarðinum í Norðdepli

Langabbi og langomma mín, abbabeiggi og báðar konur hansara. (Mynd Vagnur)

Í 1966 kom út forvitnislig bók Norðdepil 100 ár, sum Hvannasunds kommuna gav út, og sum J.S. Hansen skrivaði. Eg fekk hendur á bókini fyri fáum árum síðani, men ikki fyrr enn nú havi eg nágreiniliga lisið bókina, sum ikki telur meira enn hálvthundrað síður. Langabbi mín Havnar Jógvan og konan Elisabeth Marianna, sum bæði vóru úr Havn, tóku yvir handil í Norðdepli í 1879. Herfyri var eg á grøvini hjá langabba og langommu míni í Norðdepli, og tá reikaðu tankarnir um forfedrar mínar í Hvannasundi og Norðdepli.

Norðdepil er millum yngstu bygdir í norðoyggjum og í Føroyum. Gamalt var, at tað reyk fyrstu ferð í Norðdepli 28. august 1866. Hesin dagur er settur sum føðingardagurin hjá Norðdepli. Tað var Pól Sivar ættaður úr Frammistovu í Hvannasundi, sum bygdi fyrstu húsini í Norðdepli. Omma mín Sigrid Christiansen var úr Frammistovu í Hvannasundi, og hesin Pól Sivar var ein bróðursónur mammu Sigrid.

Hetta vóru fyrstu húsini í Norðdepli bygd í 1866. (Mynd Norðdepil 100 ár)

Hetta vóru fyrstu húsini í Norðdepli bygd í 1866. (Mynd Norðdepil 100 ár)

Einahandilin var avtikin í 1856, og í hesum sambandi fingu fleiri menn sær handilsloyvi, og Pól Sivar var ein teirra. Rundan um handilin hjá Poul Sivari vaks bygdin. Fyrstu niðursetufólkini í Norðdepli vóru Poul Sivar og konan Maren Christiane, sum áttu fýra børn, men tey blivu ikki gomul í garði, tí bæði maður, kona og trý børn doyði tíðliga. Poul Sivar doyði av sjúku bara 37 ára gamal, og konan doyði tvey ár seinni.

Havnar-Jógvan og konan Marianna. (Norðdepil 100 ár)

Havnar-Jógvan og konan Marianna. (Norðdepil 100 ár)

Í juni mánað 1879 kemur langabbi mín Jógvan Christiansen, vanliga róptur HavnarJógvan til Norðdepils at standa fyri handlinum. Hjúnini Jógvan og Elisabeth Marianna, sum eisini var úr Havn, áttu seks børn. Trý vóru fødd á Eiði, tí Jógvan og Marianna, sum hon var kallað, høvdu arbeitt hjá handilsmanninum Kruse á Eiði í nøkur ár. Børnini hjá langabba og langommu vóru: Christian Christiansen, sum var pápi mammu, Sámal Christiansen, sum búsettist í Havn, Anna Djurhuus, sum var gift við skaldinum Janus Djurhuus, Louisa, sum doyr átjan ára gomul, Kristianna, sum giftist til Norra, og so Debes Chistiansen, sum búsettist í Norðdepli.

Í kirkjugarðinum í Norðdepli standa fýra gravsteinar lið um lið. Tann stóri hvíti við nøvnum á langabba og langommu. Síðan eru tríggir steinar, har abbabeiggi mín Debes Christiansen hevur báðar konurnar undir lið. Debes fær fýra børn við Svanhild Joensen úr Árnafirði, har gubbi mín Sverri Fon er ein teirra. Hinir vóru Jógvan, Johan og Leivur Christiansen. Svanhild doyr ung í 1919 sama ár, sum yngsti sonurin Sverri var føddur. Í 1932 giftist Debes uppaftur við nógv yngri konuni Onnu úr Svínoy, og tey fáa fimm børn: Álv, Anfinn, Marionnu, Bjarna og Árni.

Fyrstu húsini eru umvæld og síggja nú soleiðis út niðri við sjóvarmálan. (Mynd Vagnur)

Fyrstu húsini eru umvæld og síggja nú soleiðis út niðri við sjóvarmálan. (Mynd Vagnur)

Sum skrivað í aðrari grein fekk Havnar-Jógvan sær sluppir saman við sinunum Chirstiani, Sámali, sum vóru skipsførarar, og Debesi. Havnar-Jógvan gjørdist gamal maður. Hann er føddur 1. november 1849 og doyr12. juni 1940. Marianna  gjørdist gomul kona. Hon er fødd 4. juli í 1849 og doyði 14. juni 1938.

Løgið at standa í kikjugarðinum í Norðdepli og hugsa sær, at bæði langabbi og langomma eru grivin í Norðdepli, sjálvt um tey eru uppvaksin í Havn. Og omman mín Sigrid, sum giftist abba mínum Christiani, er fødd og uppvaksin í Frammistovu hinumegin sundi í Hvannasundi. Í mínum barnaárum var Norðdepil eitt fjarskotið stað, og ti vóru vit bara hendinga ferðir har norðurin. Í 1967 komu so tunlarnir, og tá fingu bygdirnar heilt aðrar møguleikar. Mamma mín tosar nógv um Norðdepil og Hvannasund, tí hon var so mangan og vitjaði har norðuri á ungum árum. Men tað gjørdi næsta ættaliðið ikki. Orsøkin var óivað, at langabbi, langomma og abbi mín Christian, sum búði í Havn vóru farin, áðrenn eg var føddur. (Vagnur)

Norðdepil var útróðrarbygd, men nú er útróðurin minkaður nógv. (Mynd Vagnur)

Norðdepil er og var útróðrarbygd, men nú er útróðurin minkaður nógv. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *