Róðrarsambandið vil ikki geva mær avrit av klaguni frá VÍF

5-mannafør við kvinnum rógva á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

5-mannafør við kvinnum rógva á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Fólk hava sýnt málinum um Havfrúnna á ólavsøku óvanliga stóran áhuga, tí eisini fólk, sum ikki fylgja so væl við kappróðri, standa spyrjandi, hví mann kann geva reytt kort fyri tjóvstart á ólavsøku og ikki á øðrum stevnum. Hesi fólkini kenna jú til reyð kort í øðrum ítróttagreinum. Eg dittaði mær at skriva til RSF í sambandi við alment innlit um at fáa avrit av klaguni frá VÍF-kappróðri, men orðini eru: Tú fært ikki eitt avrit av kæruni, fyrr enn málið er liðugt viðgjørt. Tað er vanlig mannagongd, sigur formaðurin. Síðani vendi eg mær til VÍF-kappróður.

Úr Vestmanna er sama skili, tey vilja heldur ikki geva mær avrit av klaguni, so einfalt er tað. Sjálvandi kunnu vit gita okkum til, hvat á leið stendur í klaguni, men mangan eru viðmerkingarnar í klaguni áhugaverdar. Sjálvandi krevur VÍF-kappróðurin sum punkt nummar eitt, at Havfrúgvin ikki skal missa øll stigini á ólavsøku, tí báturin fór fyrstur málið saman við Ørnini í upprunaliga róðrinum. Talan var jú í umróðrinum, hvør skuldi gerast nummar eitt og tvey á ólavsøku. Síðani stendur óivað nakað um, at dómararnir skutu ikki róðurin av fyrr bátarnir høvdu róð í hálvan minutt, tað vil siga, eftir at bátarnir høvdu róð umleið hundrað metrar.

Eg spæli mær við tankanum, um hetta var hent við einum 10-mannafari? (Mynd Hvannrók=

Eg spæli mær við tankanum, hvat var hent, um talan var um eitt 10-mannafar? Tá hevði alt verið á gosi. (Mynd Hvannrók)

Í míni róðrarverð er ógvuliga áhugavert í málinum, at fólk úr útvarpsbátinum sóu og søgdu, at teir ikki sóu Havfrúnnai tjóvstarta, og at Havfrúgvin ikki fekk fyrimun í startinum. Eg havi enn ikki sæð myndirnar frá umróðrinum. Í útvaprsbátinum skiltu teir einki av nøkrum, tá skotið brast, eftir at Havfrúgvin og Ørnin høvdu róð hálvan minutt. Eisini er áhugavert, hvat er farið fram millum høvuðsdómaran og startdómarin, tí okkurt er, tá ið tað gongur hálvur minuttur, til skotið varð av. Skjótast skal av eftir 20 sekundir. Vit kunnu venda málinum aftur og aftur, men eitt liggur púra greitt, og tað er, at Havfrúgvin var fyri vanbýti á ólavsøku í sambandi við, at báturin misti øll stigini í róðrinum. Óivað endnar málið um Havfrúnna heilt uppi í dómstólinum í ÍSF.

So er spurningurin, um lógarverkið í Róðrarsambandinum er so gott og sterkt, at tað kann døma Havfrúnna, sum gjørt var á ólavsøku. Her loyvi eg mær at ivast, tí tað sýnist, sum alt stendur og fellur um tulkingar í lógarverkinum. Heldur tað juridiskt? Neyvan. Eg havi spælt mær við einum dømi, sum kann henda í sambandi við, at reyð kort bara kunnu gevast fyri tjóvstart á ólavsøku.

Siga vit, at bara 10-mannaførini Klaksvíkingur og Suðuroyingur rógva næsta summar. Klaksvíkingur vinnur seks tær fyrst stevnurnar og hevur 42 stig fyri ólavsøkuróðurin, og Suðuroyingur hevur 36 stig. Nummar eitt fær sjey stig og nummar tvey fær seks stig, so nemt er at falda við seks. Men so er Klaksvíkingur so óheppin at tjóvstarta á ólavsøku. Róðurin verður skotin av, Klaksvíkngur fær einki stig á ólavsøku, meðan Suðuroyingur fær sjey stig. Nú er støðan í stigum, at Suðuroyingur knappliga hevur 43 stig, meðan Klaksvíkingur verður standandi á 42 stigum.

Klaksvíkingur vinnur seks róðrar av sjey í árinum, meðan Suðuroyingur vinnur bara á ólavsøku, men Suðuroyingur gerst føroyameistari. Øll fólk duga at síggja, at hetta er púra vitleyst. Er tað løgið, at fólk hava so stóran áhuga í málinum um Havfrúnna. Neí, tí talan er um órættvísi og sterkar kenslur. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *