VÍF-kappróðrardeild hevur kært umróðurin á ólavsøku

Tað er burturi i vóni og vit, at Havfrúgvin eingi stig skal fáa á ólavsøku. (Vagnur)

Tað er burturi i vóni og vit, at Havfrúgvin eingi stig skal fáa á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Á heimasíðuni hjá VÍF hevur Finnur Johannesen, formaður í VÍF-kappróðrardeild skrivað áhugavert skriv í sambandi við umróðurin á ólavsøku. Boðað verður frá, at VÍF-kappróðrardeildin hava kært umróðurin til Róðrarsambandið. Í skrivinum stendur millum annað. – Vit eru av tí áskoðan, at kolldømingin av Havfrúnni í umróðrinum er ein skeiv avgerð, ið er í stríð við kappingarreglurnar, og tí hava vit kært til RSF. Manningin á Havfrúnni metti seg ikki at hava tjóvstartað og tvíheldur um, at onkur misskiljing má hava verið millum dómararnar.

Eg síggi í skrivinum eitt sera áhugavert reglubrot, sum kann koma hava allstóran týdning, tá ið málið óivað einaferð endar ovast uppi í ítróttadómstólinum hjá ÌSF. Í skrivinum stendur millum annað áhugaverda reglubrotið. – Eitt annað er so tað, at í grein 10 undir “døming”, stendur, at ein róður skal verða skotin av, áðrenn 20 sekund eru farin, og tað meta vit var ikki í lagi. Vit hava nú sæð róðurin, og tað ganga umleið 32 sekund til dómarin skjýtur av, og hetta er beinleiðis í stríð við kappingarreglurnar! stendur í skrivinum, stendur í millum annað í skrivinum. Sjálvur dugi eg ikki at síggja nakrastaðni í lógarverkinum, at dómarin kann skjóta róðurin av eftir 20 sekund í sambandi við møguligan tjóvstart.

Vit onnur, sum fylgja málinum á síðulinjuni halda sjálvandi, at tað, sum fór fram á Havnarvág ólavsøkuaftan, er burturi í vón og viti og beinleiðis órættvíst. Enn havi eg ikki sæð livandi myndirnar frá Kringvarpinum frá umróðrinum, men eftir stendur tó, at øll fólk, eg havi tosað við um málið, og tað eru nógv fólk, halda, at tað er heilt burturvið, at Havfrúgvin skal missa øll stigini á ólavsøku. Ger Havfrúgvin tað endaliga, so hevur lógarverkið í RSF so dyggiliga spælt falitt.

Sjálvandi skilir stóra fjøldin ikki, at Havfrúgvin skal missa øll stigini á ólavsøku. Hetta má vera eindømi í verðini. (Vagnur)

Sjálvandi skilir stóra fjøldin ikki, at Havfrúgvin skal missa øll stigini á ólavsøku. Hetta má vera eindømi í verðini. (Vagnur)

Bara dómararnir eru vitni til hendingina, og tað er eisini líkamikið fyri meg, hvør er startdómari og høvuðsdómari. Málið snýr seg fyrst og fremst um rættvísi í ítrótti, tí hevur hetta mál so ótrúliga stóran áhuga millum manna. Eg kann til stuttleika upplýsa, at lesaratølini sláa met á míni heimasíðu í løtuni. Mánadagin vóru 4938 fólk inni á heimasíðuni og í gjár 3625, tøl, sum eg dagliga ikki eri vanur við.

Róðrarsambandið

Eitt, sum ørkymlar meg og eri keddir um í málinum um Havfrúnna eru viðmerkingarnar frá monnum sum Hans David og Hannis fyrrverandi nevndarlimi í RSF og Hannis fyrrverandi formanni í RSF. Hvørja ferð vit uttanfyristandandi koma við atfinningum um ymskt í kappróðri, so fara menninir í verjustøðu heldur enn at vera konstrutivir. Lógarverkið í Róðrarsambandinum er ikki lagi, tí koma vit aftur og aftur í óhepnar støður millum annað sum tær við Havfrúnni á ólavsøku og mist FM-heitið hjá Sølmundi.

Eg havi skrivað um ítrótt í meira enn tretivu ár og royni at slóða fyri rættvísi í ítrótti, tað vil siga, at eg verji fyrst og fremst í hesum førinum rógvaran. Hevur tildømis hondbóltsspælari fingið reytt kort fyri eitthvørt á vølli, so skal hann av vøllinum í tveir minuttir ella ringasta føri hava reytt kort. Fær spælarin reytt kort, so kostar hetta leikbann ein dyst. Hetta er rættvíst og í lagi. Soleiðis er ikki kappróðri. Reytt kort verður bara givið á ólavsøku, sum er heilt burturvið í lógarverkinum. Hví skal reytt kort bara kunna gevast á ólavsøku og tildømis ikki á norðoyastevnu? Sambondini skulu syrgja fyri lógarverkinum, so rættvísi er í øllum kappingum, men í sambandi við Havfrúnna haltar lógarverki álvarsliga. Ellar rættari sagt “tolkingin” av lógarverkinum.

Haraftrat er avleiðing av reyðum korti í kappróði alt ov stór. Bátur kann missa sjey stig á ólavsøku, um tjóvstartað verður, og so er líkamikið, um báturin annars hevur vunnið fýra ella fimm stevnur á árinum. Møguligt reytt kort á ólavsøku undirgrevur alla FM-kappingina. Tað eru menn sum Hans Dávid og Hannis, sum eisini  hava ábyrgdina av, at lógarverkið í Róðrarsambandinum ikki er fullfíggjað. Og tað er ein veikleiki, tá ið maður sum Hans David fer beinleiðis persónliga eftir mær og leiðaranum í VÍF-kappróðri.

So leingi, sum eg skrivi um ítrótt, fari eg at halda meg til rættvisi í ítrótti og harvið eisini í kappróðri. Eg síggi beint nú fyri mær Havfrúnna liggja út fyri oljutangunum í Álakeri, eftir at allir bátarnir eru farnir inn á Kongabrúnna eftir ólavsøkukappróðurin. Vónsviknar og ørkymlaðar sita kvinnurnar og stara út í bláa heimin. Eg trúgvi sjálvandi kvinnunum, tá ið tær siga, at tær einki skeivt hava gjørt í startinum, og at dómararnir hava mistikið seg. Og taki uppaftur tað, eg havi skrivað áður: Tað er út av lagi vánaligt av dómarunum ikki at megna at fáa tveir bátar á sámiligan hátt frá start. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *