Her eru nøkur av prógvunum um aldurnar frá útvapsbátinum og dómarabátinum

Erla Kongsdóttir mátti leggja inn á veg út á málið, tí aldur órógvaðu. (Mynd Vagnur)

Erla Kongsdóttir mátti leggja inn á veg út á málið, tí aldur órógvaðu. Lagið er annars gott umborð. (Mynd Vagnur)

Ólavsøkan er av, men enn siti eg við tonkanum, hví í Harrans navni útvarpsbáturin og dómarabáturin skuldu uppføra seg soleiðis á Havnarvág ólavsøkuaftan. Eg havi klipt 40 myndir av kappróðrarbátum, sum rógva út á málið. Bátarnir rógva fram við “Ískaini” og geva frá sær lítið av aldu. Stóru aldurnar eiga útvarpsbáturin og dómarabáturin. Hetta sæst mest sum á øllum myndunum. Sjálvandi má og skal hetta átalast, tí slíkt líkist svartasta ongum. Myndirnar vísa, at slætt er uttanfyri Molan, men órógv er í sjónum innanfyri Molan. Eg sá sjálvur aldurnar frá útvarpsbátinum og dómarabátunum bresta í bryggjuna har eg stóð við Ískaiina. Ógvusligu aldurnar komu frá báðum bátunum, tá ið teir við fullari ferð sigldu út aftur á málið. Dómarabáturin við kanska 100 kilometrar um tíman og útvarpsbáturin við fullari ferð, sum um tað var grindaboð. Langt úti og líkist ongum. (Vagnur)

Nógvar vóru ikki aldurnar, tá ið útvaps- og dómarabáturin sigldu við bátunum, men út á málið settu bátarnir fulla ferð á og aldurnar vóru ógvusligar. (Mynd Vagnur

Nógvar vóru ikki aldurnar, tá ið útvaps- og dómarabáturin sigldu við bátunum. Ùt aftur á málið settu bátarnir fulla ferð á, og tá vóru aldurnar ógvusligar. (Mynd Vagnur)

Er neyðugt hjá dómarabátinum at sigla so skjótt? (Mynd Vagnur)

Er neyðugt hjá dómarabátinum at sigla so skjótt? (Mynd Vagnur)

Sundabáturin út á málið. Aldurnar frá útvarpsbátinum og dómarabátinum hava ikki lagt seg. (Mynd Vagnur)

Sundabáturin út á málið. Aldurnar frá útvarpsbátinum og dómarabátinum hava ikki lagt seg. (Mynd Vagnur)

Her sæst, at Rádni rør ikki í sløttum sjógvi. (Mynd Vagnur)

Her sæst, at Rádni rør ikki í sløttum sjógvi. (Mynd Vagnur)

Sølmundur hevur eisini lagt inn vegna aldurina. (Mynd Vagnur)

Sølmundur hevur eisini lagt inn vegna aldur. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *