
Erla Kongsdóttir mátti leggja inn á veg út á málið, tí aldur órógvaðu. Lagið er annars gott umborð. (Mynd Vagnur)
Ólavsøkan er av, men enn siti eg við tonkanum, hví í Harrans navni útvarpsbáturin og dómarabáturin skuldu uppføra seg soleiðis á Havnarvág ólavsøkuaftan. Eg havi klipt 40 myndir av kappróðrarbátum, sum rógva út á málið. Bátarnir rógva fram við “Ískaini” og geva frá sær lítið av aldu. Stóru aldurnar eiga útvarpsbáturin og dómarabáturin. Hetta sæst mest sum á øllum myndunum. Sjálvandi má og skal hetta átalast, tí slíkt líkist svartasta ongum. Myndirnar vísa, at slætt er uttanfyri Molan, men órógv er í sjónum innanfyri Molan. Eg sá sjálvur aldurnar frá útvarpsbátinum og dómarabátunum bresta í bryggjuna har eg stóð við Ískaiina. Ógvusligu aldurnar komu frá báðum bátunum, tá ið teir við fullari ferð sigldu út aftur á málið. Dómarabáturin við kanska 100 kilometrar um tíman og útvarpsbáturin við fullari ferð, sum um tað var grindaboð. Langt úti og líkist ongum. (Vagnur)

Nógvar vóru ikki aldurnar, tá ið útvaps- og dómarabáturin sigldu við bátunum. Ùt aftur á málið settu bátarnir fulla ferð á, og tá vóru aldurnar ógvusligar. (Mynd Vagnur)

Sundabáturin út á málið. Aldurnar frá útvarpsbátinum og dómarabátinum hava ikki lagt seg. (Mynd Vagnur)


