Ørkymlaður misti eg hugin at skriva um ólavsøkuróðurin

Vónleyst hjá Suðuroyingi og Havnarbátinum at gera nakað við Klaksvíking. (Mynd Vagnur)

Vónleyst hjá Suðuroyingi og Havnarbátinum at gera nakað við Klaksvíking. (Mynd Vagnur)

Nú skal eg siga púra erligur. Eg hevði sett mær fyri at leggja myndirnar inn á heimasíðuna beint eftir ólavsøkuróðurin. Men keðiligu upplivingnarnar við skjóttgangandi dómarabátinum og stóra útvarpsbátinum, sum ferð eftir ferð “pískaðu” upp róðrarøkið og keðiliga hendingin við Havfrúnni gjørdi, at eg misti hugin. Skrivaði greinina um Havfrúnna, og síðan bleiv teldan slókt. Nú er lagið betri, men framvegis reika tangarnir um Havfrúnna, útvaprsbátin og dómarabátin. Høvdu menn sum Martin Kürberg, sáli og Jógvan Arge rátt fyri borgum á Havnarvág ólavsøkuaftan, var hetta ongantíð farið fram. Teir kendu og kenna danska orðið “situationsfornemmelse”, sum vantaði á Havnarvág.

Lætt var at gita um flestu róðrarnar á ólavsøku, tí teir vóru avgjørdir fyri róðrarnar, tí hesir bátar hava í alt summar vunnið tryggar róðrar. 5-mannafarsróðurin við dreingjum byrjaði øðrvísi, enn eg hevði roknað við, tí eins og í Klaksvík reyk Royndin Fríða avstað og var klárt á oddan heilt inn á Molan. Men so kom Drekin innanfyri Molan, og tá dovnaði Royndin Fríða nakað. Vakur og spennandi róður. Men tað var ikki vøkur sjón at síggja dreingirnar umborð á Sílinum, sum vóru langt aftastir. Teir komu í aldurnar frá útvarpsbátinum og hinum bátunum, at dreingirnir fingu slett ikki róð.

Royndin Fríða var á odda stóran part at teininum, men Drekin sýndi meistararóður seinastu 200 metrarnar. (Mynd Vagnur)

Royndin Fríða var á odda stóran part at teininum, men Drekin sýndi meistararóður seinastu 200 metrarnar. (Mynd Vagnur)

Alt ov stórur munur var á 6-mannaførunum við kvinnum, og Jarnbardur fekk enn einaferð onga kapping frammi í oddinum. Stuttligt at síggja 6-mannaførini við kvinnum eldri, sum róðu væl, og kappingin var jøvn, tá ið eg tók myndina frá “Ískaini”. Gongurólvur dró longsta stráið. 5-mannafarsróðurin við kvinnum var uppliving at síggja, tí kappingin var hørð frammi í oddinum. Spógvin var á oddan langt inn um Molan, men síðani bleiv kappingin millum Ørnina og Havfrúnna, sum fóru javnir um málið. Eg gitti, at Drekin fór at gera um seg, men báturin kom ikki væl frá startinum, men róði væl seinast í róðrinum. Umróðurin millum Ørnina og Havfrúnna var ein skandala av teimum heilt stóru.

5-mannaførini við kvinnum í harðari kapping um fyrsta plássið. (Mynd Vagnur)

5-mannaførini við kvinnum í harðari kapping um fyrsta plássið. (Mynd Vagnur)

Trettan 6-mannafør við monnum róðu á ólavsøku, og tað var eisini vøkur sjón at síggja bátarnar á 200 metrar merkinum. Eg gitti Sølmund at vinna við Sundabátinum nummar tvey, men tað var Sundabáturin sum vann. Ørkymlandi FM-kapping, tí illa fyrireikaði vestanstevnuróðurin gjørdi, at Sølmundur misti FM-heitið. 5- mannaførini við gentum gjørdist endurtøka frá hinum seks róðrinum. Erla Kongsdóttir í serflokki, og so var kappingin um annað plássið millum Blik, Sílið og Jallin, har Blikur tók annaðplássið.

Trettan 6-mannfør við monnum á Havnarvág. (Mynd Vagnur)

Trettan 6-mannfør við monnum á Havnarvág. (Mynd Vagnur)

8-mannafarið Argjabáturin legði seg á odda beinanvegin, men munurin aftur til Miðving var ikki stórur, og tú hevði varhugan av, at Miðvingur møguliga kundi taka Argjabátin, men so var ikki. Stuttligt aftur at síggja Heiðabátin, men báturin hevði ongan møguleika ímóti vælvandum monnum umborð á Argjabátinum og Miðvingi. Stuttligt og áhugavert at síggja 10-mannaførini við monnum eldri Nólsoying, Skálabátin og Ormin. Menn duga at rógva, eingin ivi um tað, og tað hevur týdning fyri kappróðurin, at FM-kapping er fyri tey eldru

Vónleyst at fáa hampuliga mynd 6-mannaførunum við kvinnunum, tí munurin á bátunum er so stórur. (Mynd Vagnur)

Vónleyst at fáa hampuliga mynd 6-mannaførunum við kvinnunum, tí munurin á bátunum er so stórur. (Mynd Vagnur)

Klaksvíkingur vísti enn einaferð, at báturin er besta 10-mannafarið. Klaksvíkingur legði seg á odda beinanvegin, tó tepurt, men Suðuroyingur fekk ongantíð fatur aftur á Klaksvíkingi eftir startin. Havnarbáturin megnaði ikki at fylgja Klaksvíkingi og Suðuroyingi. Tað gekk væl at avgeiða róðrarnar, men tað er átaluvert við nógvu aldunum frá skjóttgangandii dómarabátinum og útvarpsbátinum, sum ferð eftir ferð´”pískaðu” upp alt róðrarøkið. Hetta hoyrir ongastaðni heima. Ja, so er tað málið um Havfrúnna, sum heldur ongastaðni hoyrir heima. Hetta skuldi eg sjálvur gjørt betur. “At starta tvær troyttar kvinnumaningar í einum umróðri á ólavsøku, so 5-mannafarsróðurin við kvinnum spældi væl av. Hvar er trupulleikin? Eg standi púra bíttur ørkymlandi.

Tað má vera løgið at sita umborð á Erlu Kongsdóttir og síggja hinar bátarnar. (Mynd Vagnur)

Tað má vera løgið at sita umborð á Erlu Kongsdóttir og síggja hinar bátarnar. (Mynd Vagnur)

Stutta eftirmetingin av róðrarárinum 2013 er: Tað gekk skjótt og væl at avgreiða róðrarnar í Klaksvík, Tvøroyri, Skála og í Havn. Eitt sindur minni væl í Hvalvík og av skriðuni í Fuglafirði og í Sørvági. Eg haldi ikki, at Róðrarsambandið stóð ikki mát í fleiri førum, og at vit í framtíðini mugu fáa broytingar. Her hugsi eg serliga um, at tað ítróttaliga rættvísi má koma í hásæti, sum ikki er farið fram á øllum stevnum. Málið um Havfrúnna á ólavsøku er ein skandala, og at vánalig fyrireiking í Sørvági kostaði Sølmundi við FM-heitið. Hetta eru ítróttaligu ringastu minnini í mínum hugaheimi frá róðraráinum. Takk fyri í ár. Eg tók mynd av flestu bátunum á veg út á málið. Eg fari seinni at klippa myndirnar og leggja tær á heimasíðuna. (Vagnur)

Áhugavert var at síggja 10-mannaførini Nóloying, Skálabátin og Ormin mannaður við eldri rógvarum. (Mynd Vagnur)

Áhugavert var at síggja 10-mannaførini Nóloying, Skálabátin og Ormin mannaður við eldri rógvarum. (Mynd Vagnur)

Stuttligt og áhugavert at síggja 6-mannaførini við kvinnum eldri. (Mynd Vagnur)

Stuttligt og áhugavert at síggja 6-mannaførini við kvinnum eldri. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *