Nýggja 10-mannafarið Vestmenningur vigar 301 kilo

Stóra væl útgjørda neystið hjá VÍF kappróðri við sjóvarmálan.. Hvítt við svørtum taki. (Mynd Vagnur)

Finnur Johansen er formaður í róðrardeildini í VÍF, og eg havi spurt hann , hvussu gongur við kappróðrinum í Vestmanna. Og hetta skuldi gerast forvitnisligt róðrarprát, tí á bátastevnuni herfyri, skipaði rógvararnir umborð á Vestmenningi fyri áhugaverdari vedding. Við at gjalda upphædd kundu stevnufólk vedda, hvussu nógv nýggja 10-mannafarið vigaði. 740 fólk veddaðu, og tá ið báturin varð vigaður fyri stevnufólkunum, vigaði Vestmenningur 301 kilo. Tá var alt í bátinum, róður, árar og fótalunnar. Heilt fitt av peningini kom frá veddingini, og fólk vóru áhugað í nýggja bátinum.

Myndin man vera frá 2007, tá ið fólk umvældu neystið.

Fimm manningar úr Vestmanna rógva í summar. 5-mannafarið Havfrúgvin skal fýra ferðir út á málið, tí báturin er mannaður við kvinnum, dreingjum og tveimum barnamanningum. Eisini rør nýggja 10-mannafarið Vestmenningur. Eg spyrji formannin, hvørjir rógvarar eru umborð á 10-mannafarinum.

– Fimm av manningini róðu við Vestmenningi í fjør, fýra róðu í fyrraárið og tveir rógvarar eru úr Kvívík og hava róð við Kvívíkingi. So báturin er mannaður við royndum rógvarum. Vit hava nýggjan bát, og hetta var sjálvandi stór avgerð at taka. Gamli Vestmenningur, sum Haldansen smíðaði í 2000, og var nú blivin nakað tungur.

– Vestmenningur hevur vunnið nógvar róðrar við bátinum, men nú var tíð at fáa nýggjan bát. Vit valdu at fáa Sámal at smíða okkum bátin, og vit stríddust bæði nátt og dag til tess at fáa bátin lidnan til bátastevnuni. Hetta eydnaðist, men báturin var tó ikki við í róðrinum á bátastevnuni, men nú er báturin heilt liðugur.

-Til stuttleika kann eg nevna, at tá ið vit vigaðu nýggja 10-mannafarið í sambandi við veddingina á bátastevnuni, so vigaðu við eisini gamla Vestmenningin frá 2000. Nýggi 10-mannafarið vigaði 301 kilo, og 10-mannafarið frá 2000 vigaði 355 kilo, so munurin er stórur, sigur Finnur at enda.

Í nógv ár hava vestmenningar betra um venjingarumstøðurnar í neystinum, og nú er komið á mál. Umframt pláss til bátarnar, eru venjingaramboð, sum krevjast til nýtímans kappróðrarfelag. Í kvøld er hugnaløta i neystinum fyri øllum rógvarum, sum rógva í summar. Alt tað eg veit, hevur kappróðurin havt djúpar røtur í Vestmanna.

Vestmenningur vann seinast FM-heitið í 2000, Havfrúgvin vann seinast FM-heitið í 2007, og Havfrúgvin við kvinnum vann seinast FM-heitið í 1999. Vestmenningur var nummar tvey í FM-kappingini í fjør. (Vagnur)

Havfrúgvin á norðoyastevnu í 2004. (Mynd Álvur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *