Lívsgleðin var at hóma allastaðni í Vágum leygardagin

Tónleikurin hoyrdist langar leiðir í Sørvági leygardagin seinnapart. (Mynd Vagnur)

Tónleikurin hoyrdist langar leiðir í Sørvági leygardagin seinnapart. (Mynd Vagnur)

Frá ungum árum havi eg altíð hoyrt, at í Sandavági eru flest sóldagar í Føroyum. Koyrdi úr Havn vestur í Vágar leygardagin seinnapart, og mín sann, tað var skíggja líka til eg sá Sandavág, og har skein sólin. Nógv ferðsla var á vegnum, og hetta boðaði frá lívi í Vágum. Við Leitisvatn var kappríðing júst liðug, og í Sørvági hoyrdist countrytónleikur, har nógv fólk gingu í cowboyhatti. Mær var sagt, at 2000 fólk vóru til festivalin fríggjakvøldið, og tey væntaða eins nógv fólk leygarkvøldið.

Í Gásadali hendi eisini nakað, tí har vóru nógvir bilar og nógv ferðafólk bæði til gongu og í bili. Fleiri nýggj hús eru komin í Gásadali, og tey gera nýggjan útstykkingarveg til fleiri sethús. Tá ið eg sá teir 70 húsvognarnar í Sørvági, hugsaði eg, at nú mugu onnur støð í Føroyum lata Sørvág hava countryfestivalin, tí tørvur er ikki á fleiri slíkum festivalum um summarið. Koma fleiri  countryfestivalar, standa øll eftir við ongum.

Nógvir bilar steðga, tá ið tey síggja Tindhólm. Hetta er eisini vøkur sjón. (Mynd Vagnur)

Nógvir bilar steðga, tá ið tey síggja Tindhólm. Hetta er eisini vøkur sjón. (Mynd Vagnur)

Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi eg í útvarprinum bygdaráðsformann Sørvagi siga, at flogbólturin setti Sørvág á føroyakortið. Hetta árið vunnu bæði menninir og kvinnur í bestu deildini FM-heitið. Countryfestivalurin setur sannilga eisini Sørvág á føroyakortið. Sørvágur riggar væl til henda festivalin, og sum eg skilti á lagnum, letur øll oyggin starvsfólk til stóra tiltakið.

Ótrúliga vakurt er í Gásadali. (Mynd Vagnur)

Ótrúliga vakurt er í Gásadali. (Mynd Vagnur)

Tíverri er eingin kappróður í Sørvági í løtuni, men tey skipa framvegis fyri FM-róðri í Sørvági, og vestanstevnan er í ár í Sørvági og harvið eisini FM-róðrar. Áhugavert at síggja, hvussu langt flogvøllurin er nærkaður Sørvág, ella rættari sagt, nú flogvøllurin er longdur, er vøllurin komin oman í bygdina. Jú, tað angaði við lívsgleðin allastaðni í Vágum leygardagin seinnapart. (Vagnur)

Hetta tjaldri letst ikki um vón, tá eg tók myndina. (Mynd Vagnur)

Hetta tjaldri lætst ikki um vón, tá eg tók myndina. (Mynd Vagnur)

Mangan er mjørki í erva í Mykinesi. (Mynd Vagnur)

Mangan er mjørki í erva í Mykinesi. (Mynd Vagnur)

Tað var langt hjá gásadalsfólkum at ganga til býggjar, tá ið eingin tunnil var. (Mynd Vagnur)

Tað var langt hjá gásadalsfólkum at ganga til býggjar, tá ið eingin tunnil var. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *