Vakurt kappróðrarneyst verður bygt í Sandavági

Nýggja neysti er ótúliga vakurt og passar væl í heildarmyndina. (Mynd Vagnur)

Nýggja neystið er ótrúliga vakurt og passar væl í heildarmyndina við bátahylin. (Mynd Vagnur)

Eg var bilsin, tá ið eg leygardagin seinnapart kom í bátahylin í Sandavági og sá nýggja vakra kappróðrarneystið, sum er komið so mikið áleiðis, at neystið er innilokað. Í neystinum stóð 5-mannafarið Ørnin einsamøll, tí neystið er júst innilokað, og gólvið ikki enn stoypt. Ørnin er mannað við gentum og kvinnum, og genturnar gjørdust nummar tvey og kvinnurnar nummar trý á norðoyastevnu. Kappróðrareldsálin í Sandavági er Hansina á Plógv, og tað er fyritøkan hjá manninum Johnfinni á Plógv, sum byggir nýggja neystið. Hansina er upptikin og virkin kvinna, tí tá eg spurdi eftir henni í bygdini leygardagin, var hon til kappríðing, og síðani skuldi hon arbeiða á countryfestivalinum í Sørvági, har Sandavágs ítróttafelag skuldi ansa bási. Tí hittust vit við kirkjuna í Sørvági, har eg fekk meira at vita um nýggja neystið. Og Hansina sigur.

Hjúnini Hansina og Johnfinn á Plógv. (Mynd Vagnur)

Hjúnini Hansina og Johnfinn á Plógv. (Mynd Vagnur)

– At byggja nýtt kappróðrarneyst í Sandavági er gamal dreymar, tí kappróðurin hevur slett ikki havt nøktandi umstøður. Bátarnir hava staðið ymsastaðni millum annað í pakkhúsi í Miðvági við ongum róðrarumstøðum, sum onnur feløg hava kring landið. Neystið verður bygt í tveimum byggistigum, og tá ið neystið er liðugt, kostar tað 1,6 milliónir krónur. Fyrsta byggistig umfatar bátahøllina, har pláss er fyri fýra bátum. Harnæst eru tvey skiftingarrúm, wc, brúsur og køkur. Annað byggistig umfatar stóra venjingarrúmið, sum skal hýsa rógvimaskinum og øðrum venjingaramboðum, sum nýtíðar kappróðrarfelag krevur. Eisini skal gerast goymslurúm, durur og rúm til tað tekniska, sigur Hansina.

Kappróður hevur djúpar røtur í Sandavági, og nú leita tankarnir til eina vestastevnu antin í 1963 ella 1964, tá ið eg stýrdi Sílinum í heilt ringum róðrarlíkindum í Sandavági. Tá varð ikki róð undir vestara landinum sum nú, men beint inn eftir vágni, og róðrarteinarnir vóru 2000 metrar, 1500 metrar og 1000 metrar. Veðrið varð so mikið ringt, at bátar fóru skeivir, og summir bátar komu heilt illa fyri. Haldi meg minnast, at 8-mannafarið Skúgvur úr Sandavági róði henda dagin. Men aftur til nýggja stásiliga neystið.

5-mannafarið Ørnin stóð í neystinum. (Mynd Vagnur)

5-mannafarið Ørnin tóð í neystinum. (Mynd Vagnur)

Neystið er vakurt, tað fellur ótrúliga væl í lendið og hevur henda gamla vakra neyststílin. Onkur vildi kanska sagt, at neystið er nakað lagt frá sjóvarmálanum, men rógvarar lyfta bátin upp á vogn í neystinum, og “trilla” bátin oman í dráttin. Mótbrekkan er kanska nakað stór, tá ið rógvarar troyttir koma aftur at landi, men hetta átti ikki at bilað. 1,6 millónir er nógvur peningur, og hvussu fíggjar kappróðurin í Sandavági so stóra upphædd, spyrji eg Hansinu.

Her síggja vit frá bátahøllini og inn í venjingarhøli, og har skitingarrúmini, køkur og ws skulu gerast. (Mynd Vagnur)

Her síggja vit frá bátahøllini og inn í venjingarhølið, og har skitingarrúmini, køkur og ws skulu gerast. (Mynd Vagnur)

– Tvær fyritøkur bjóðaðu upp á arbeiðið, og fyritøkan hjá manninum var lægst. Kappróðurin eigur hálva millión krónur, sum vit millum annað hava útvegað við stuðulsbrøvum. Tá ið Sandavágs ítróttafelag fylti hundrað ár, fekk kappróðurin frá kommununi 588.000 krónur til nýtt neyst, og upphæddin verður goldin yvir trý. Síðani hava vit søkt grunnar um stuðul, har vit rokna við at fáa 150.000 krónur, og nakað av sjálvbodnum arbeiði verður gjørt, so nú vantar ikki nógv at fyrsta byggistigið er goldið. Nevnast skal, at vit fáa mvg-ið aftur, og ætlanin er, at vit við ymsum tiltøkum kunnu útvega nakað av peningi aftrat, so vit fáa annað byggistigið liðugt. Vit ætla ikki, at lán skal vera í neystinum.

Fittur teinur at draga bátarnar oman í dráttin, men tey brúka serliga vong. (Mynd Vagnur)

Fittur teinur at draga bátarnar oman í dráttin, men tey brúka serliga vong. (Mynd Vagnur)

– Tú spyrt meg, hvussu gongst við kappróðrinum í bygdini, og hvat tað er, sum kappróðurin ger við eina nú eldri konu? Eg haldi, at tað er so ótrúliga lívsgevandi at fáast við kappróður. Vit í familjuni hava fingið kappróðurin inn við móðurmjólkini, og eg kann nevna, at beiggi mín er formaður í Miðvágs Róðrarfelag, og mest sum øll børnini hjá okkum rógva ella hava róð kapp. Kappróður er ein lívstílur hjá okkum, og eg havi tað allar best, tá ið eg í góðum veðri eri í kappróðrarbáti. Nevnast kann, at á norðoystevnu vóru vit fýra úr familjuni við Ørnini. Eg stýrdi Ørnini 5-mannafar gentur, og dóttirin Jonita róði. Dóttirin Ruth stýrdi Ørnini kvinnur, og dóttirin Ronja róði, so vit eru væl umboðað í kappróðrinum.

Neystið avmyndað frá skúlanum á Giljanesi. Neystið er prýði fyri bygdina. (Mynd Vagnur)

Neystið avmyndað frá skúlanum á Giljanesi. Neystið er prýði fyri bygdina. (Mynd Vagnur)

– Eins og aðrastaðni er kapping um tey ungu, og tey ungu fara eisini av bygdini í lestrarørindum, so lætt er ikki at manna bátarnar. Trupulleikin er at fáa fólk at hjálpa við sjálvum róðrinum, tí eg kann ikki vera allastaðni. Nú venji eg genturnar, sum eg byrjaði við í barnaróðrinum. Tá ið eingin annar er traðka til í løtuni, hava vit í summar ongan barnamanning, tí vaksin fólk skulu fylgja barnamanningum. Nýggja neystið dregur vónandi fleiri fólk til kappróðurin, men kapping er um tey ungu, tí í oynni er eisíni nógvur flogbóltur, badminton, hondbóltur og fótbóltur, sigur Hansina at enda.

Líkamikið hvar frá tú sært neystið, so riggar tað avbera væl. (Mynd Vagnur)

Líkamikið hvar frá tú sært neystið, so riggar tað avbera væl. (Mynd Vagnur)

Johnfinn á Plógv maður Hansinu havi eg ikki prátað við síðani á ungum árum, tá ið vit spældu hondbólt ímóti SÍF í grúsvøllinum í Sandavági. Eg kendi væl Johnfinn aftur, og skjótt mintust vit aftur á ymsar hondbóltshendingar á hondbóltsleiðini. Hann segði millum annað, at tá ið hann spældi hondbólt, ansaði Hansina børnunum, og tá ið hann gavst at spæla, fekk Hansina stundir og møguleika at íðka ítrótt. Eingin ivi er um, at nýggja stásiliga neystið varð ikki komu, uttan eldsálir sum Hansina við hjálp frá góðum baklandi í manninum, sum  byggir neystið. Eg eri ovfarin, hvussu vakurt neystið er, og hvussu væl neystið tekur seg út í umhvørvinum. Tit eru ófør. (Vagnur)

Neystið kostar 1,6 milliónir at byggja og verður bygt í tveimum byggistigum. (Mynd Vagnur)

Neystið kostar 1,6 milliónir at byggja og verður bygt í tveimum byggistigum. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *