Stranda ítróttafelag sett venjarar í bestu deildunum

Jónleif Sólsker var spælandi venjari hjá StÍF kappingarárið 1998/1999.

Jónleif Sólsker var spælandi venjari hjá StÍF kappingarárið 1998/1999.

Stranda ítróttafelag hevur sent út tíðindaskriv í sambandi við, at felagið hevur sett Jónleif Sólsker at venjara besta mansliðið hjá felagnum. Palli Joensen heldur fram at venja kvinnurnar við Jústinesi Justinussen sum hjálparvenjara. Eins og øll hini hondbóltsfeløgini í Føroyum, missir StÍF spælarar bæði hjá kvinnum og monnum. Tey ungu fara uttanlands í lestrarørindum. Jónleif Sólker er ikki ókendur í StÍF, tí í 1999 vann StÍF FM-heitið við Jónleifi Sólsker sum spælandi venjara. Hetta var fyrstu ferð í 54 ár, at StÍF aftur vann FM-heitið. Lesið tíðindaskrivið frá Stranda ítróttafelag niðanfyri. 

Hjá StíF kvinnunum heldur Palli Joensen fram sum høvuðsvenjari og Jústines Justinussen sum hjálparvenjari. Kvinnurnar høvdu eitt gott kappingar ár í fjør. Palli og Jústines hava við sínum drúgvu royndum bæði sum leikarar og venjarar givið leikarunum neyðuga kropsligu og sálarligu venjingina til tess at klára seg at hava framgongd í fremstu deildini. Málið við liðnum var at fáa breiðari hóp, sum skuldi mannast við yngri leikarum í felagnum. Kappingarárið endaði við einum fjórða. plássi og við fýra nýggjum leikarum á liðnum. Og eru fleiri av hesum leikarum við at mynda bruttohópin á landsliðnum.

Palli Joensen hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari.

Palli Joensen hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari.

St.Í.F kvinnur missa nakrar royndar spælarar, og teir eru tvíburðarnir Oddrún og Fríðrún Danielsen, Barbara Í Billustovu og Irena Dam, sum fara uttanlands undir hægri lesna. Eisini verður Birna Tummasardóttir burtur fyrra hálvu av kappingarárinum. Frágongdin merkir, at uppgávan í ár verður minst líka spennandi sum í fjør. Vit eru tó bjartskygd og meta, at komandi ár verður gott í allar mátar. Vit seta álit á okkara venjarar í yngru deildum um at fáa støðuga tilgongd til fremstu deildina.

Hjá monunum halda Marius Joensen og Alexandur Johansen ikki fram sum venjarar. Eftir trý ár við uppbyggjan av nýggjum liði, er tíðin búgvin til at fáa nýggjan íblástur. St.Í.F takkar Mariusi og Alexanduri fyri tíðina og góða arbeiði, sum er gjørt hesi seinastu árini. Seinastu trý kappingarárini hava leikararnir og úrslitini ment seg og vorðin betur. Eftir síðsta kappingarár, kunnu vit tí hyggja aftur á eitt 4. pláss í FM og eitt 2. pláss í steypakappingini.

Nógvir StÍF áskoðarar sóu steypafinaluna í Havn millum KÍF og StÍF. Hondbólturin hevur djúpa røtur á Strondum og á Skála.

Nógvir StÍF áskoðarar sóu steypafinaluna í Havn millum KÍF og StÍF. Hondbólturin hevur djúpar røtur á Strondum og á Skála.

St.Í.F. missir nakrar leikarar. Pætur Joensen og Teitur Nilssen fara á ítróttar eftirskúla og vera sostatt ikki við fyrru hálvu. Kjartan Johansen, sum hevur verið á ítróttarskúla síðsta kappigarár, verður væntandi aftur í St.ì.F. komandi kappingarár. Jónleif Sólsker verður høvðusvenjari hjá monnunum komandi kappingarár og við hansara lið Rósing Hansen. Jónleif er ikki ókendur í Stíf. Hann var spælandi venjari, tá ið St.Í.F í 1999 vann fyrsta Føroya meistaraheitið fyri felagið í 54 ár. Jónleif hevur nógvar royndir bæði sum spælari og venjari.

Vit gleða okkum at síggja hann aftur, og vóna vit at fáa eitt gott samstarv, sum allir partar fáa nakað gott burturúr. Rósing heldur fram og man verða ein tann drúgvasti hjálparvenjarin í landinum. Hann hevur yvirlivað nógvar venjarar, og okkara vón og ynski í  St.ì.F er, at hann heldur fram í langa tíð aftrat.  Rósing hevur ómetaliga nógvar royndir og hansara áhugi fyri felagnum og felagskapinum kann felagið njóta gott av nógv ár fram í tíðina, skrivarð Stranda ítróttafelag í tíðindaskrivinum.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *