Rógvararnir umborð á Havnarbátinum eru í miðal 43 ára gamlir

Gott lag var á Jógvani fyri venjingina. 42 ára gamli rógvarin er í góðari venjing. (Mynd Vagnur)

Gott lag var á Jógvani fyri venjingina. 42 ára gamli rógvarin er í góðari venjing. (Mynd Vagnur)

Í góðveðrinum í dag grundlógardagin leitaði eg mær oman í Álaker, tí eg visti, at Havnarbáturin skuldi venja klokkan 16. Ætlan mín var at skriva eina grein um 42 ára gamlan rógvaran Jógvan Clementsen, sum situr á lærbekki umborð á Havnarbátinum. Eg kenni væl Jógvan, tí hann vann FM-heitið við Havnarbátinum í 2001 og 2004, og eg stimaði við Havnarbátinum hesi árini. Í dag vildi eg hava at vita frá Jógvani, hvussu er at koma aftur í føroyskan kappróður eftir at hava verið burtur í so nógv ár. Er møguleiki at koma í somu venjing sum í 2004, og ert tú eins sterkur og orkar tú eins væl og í 2004. Prátið við Jógvan Clementsen var áhugavert.

Fyrst spurdi eg Jógvan, hví hann segði ja til hesa óvanligu ætlan í føroyskum kappróðri, har “eldri menn” í miðal 43 ára gamlir ætlaðu at kappast í FM-kappingini ímóti yngru rógvarum. Ella rættari sagt kappast í “bestu deildini”. Vit, sum hava roynt bæði at verið tjúgu, tretivu og fjøruti ára gamlir, vita, at í ítrótti er heilt stórur munur at vera fjøruti ár og um tretivu ár. Vanligt er, at fólk íðka ítrótt í bestu deildunum inn í tretivu árini, men so “broyttist moturin”, sum árini ganga. Jógvan Clementsen sigur soleiðis:

Havnarbáturin var bara stóran skutin eftir Klaksvíking. (Mynd Hvannrók)

Havnarbáturin var bara stóran skutin eftir Klaksvíking. (Mynd Hvannrók)

– Eg segði ja til ætlanina, tí eg júst vildi hava svar, um tað ber til at venja ein fjøruti ára gamlan kropp upp til tað, sum kroppurin kundi sum kanska tretivu ára gamal ella miðskeiðis í tjúgu árunum. Ætlanin ljóðaði spennandi, tí eg hevði mangan hugsað um hetta. Niðurstøðan er, at tað ber til at koma í eins góða venjing og at orka eins væl, sum tá ið eg var tretivu ár. Men sum 42 ára gamal mást tú brúka nógv longri tíð at byggja kroppin upp, sum endar við, at tú kemur í topp venjing. Venjast má við skili, tí skjótt kanst tú fáa skaða, og kroppurin hevur longri tíð um at hvíla og koma fyri seg aftur. Vit hava vant miðvísa, góða og harða venjing nú í átta mánaðir, og próvtøkan var í Klaksvík seinasta leygaradag.

– Vit fóru til Klaksvíkar til tess at vinna róðurin, og vit eru sjálvandi keddir, at hetta ikki eydnaðist. Vit gjørdu ymist skeivt, sum skal rættast. Tað er einki dulsmál, at tað krevst ótrúliga nógv bæði av okkum rógvarum og ikki minst familjuni, at maðurin á “gamalsaldrinum” er farin at rógva aftur, tí rógvingin fyllir ótrúliga nógv í høvdinum hvønn einasta dag. Tú ert ikki rættliga til staðar heima, tí rógvingin melur alla tíðina í høvdinum. Tá ið tað er sagt, er ótrúliga stuttligt og spennandi at vera millum rógvarar aftur, tí hetta umhvørvið er so serligt og gevandi. Vit ganga allir upp í uppgávuna við lív og sál, og lagið er bara heilt gott á monnum, sigur Jógvan.

Menn góvu alt á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Menn góvu alt á norðoyastevnu og vóru sum vera man troyttir eftir róðurin. (Mynd Hvannrók)

Jógvan Clementsen sá eg fyrstu ferð umborð á Ørvi, tá ið hann róði og vann eina ólavsøku. Aðrir rógvarar hava sagt mær, at Jógvan hevur “róðrarrútmuna” í kroppinum, tí er hann so góður lærmaður. Eg var í Álakeri seinasta leygardag, tá ið manningin á Havnarbátinum fór til Klaksvíkar. Menn vóru spentir, hetta sást, tí nú vóru so nógv ár liðin, siðani teir seinast róðu við Havnarbátinum. At enda spurdi eg Jógvan, hvussu hann hevði tað dagarnar fyri norðoyastevnu?

Jógvan Jacobsen er róðursmaður umborð á Havnarbátinum. Hann siglir úti og kom heim í seinastu viku. (Mynd Hvannrók)

Jógvan Jacobsen stýrir Havnarbátinum. Hann siglir úti og kom heim í seinastu viku. Her við bronsuheiðursmerkjunum á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

– Ótrúliga spentur, tí vit høvdu ikki ánilsi av, hvar vit flutu. Vit spurdu okkum sjálvar, um vit megnaðu at kappast við Klaksvíking og Suðuroying, ella vit blivu smurdir av kanska við fimm ella seks bátslongdum. Tað var hetta, sum mól í høvdinum dagarnar fyri ólavsøku. Vit megnaðu at fylgja við, men vit vóru ikki nøgdir, tí endamálið við rúgvismiklu venjingini er sjálvandi at vinna. Eg eri ongantíð nøgdur, tá ið eg tapi, sjálvt um vit vóru heilt nær at taka Klaksvíking á mállinjuni, sigur Jógvan Clementsen at enda.

Eg kom júst at hugsa um eina ferðina, eg koyrdi Jógvan til húsa eftir eina venjing í 2004. Hann segði mær tá, hvussu torført tað var at fara umborð aftur á Havnarbátin í 2004, tí hann hevði ikki róð við bátinum síðani 2001. Hetta var stór avbjóðing, segði Jógvan tá. So hugsi eg, at tað má vera nógv størri avbjóðing at fara umborð aftur á Havnarbátin í 2013, tá ið tú ikki hevur róð við Havnarbátinum síðan í 2004. Talan er jú um níggju ár, og kroppurin er eisini vorðin níggju ár eldri. Spennandi at fylgja við, hvussu fer at gangast næsta leygardag, tá ið næsti FM-róðurin verður rógvin á sundalagsstevnuni í Hvalvík. Stórt herðaklapp til manningina umborð á Havnarbátinum, at teir ditta sær undir slíka uppgávu, tí nógv tíð fer til venjingar bæði í báti og uppi á landi.

Miðalaldurin umborð á bátinum er sum omanfyri sagt 43 ár. Elsti rógvarin er 48 ár og yngsti rógvarin 36 ár. Timburmaður er dagliga yrki hjá Jógvani Clementsen, og hann eigur trý børn. At enda kunnu vit til stuttleika nevna, at manningin hevur tilsamans mist 75 kilo kropsvekt, síðani teir byrjaðu venjingina. Tó skal nevnast, at eini rógvarin er lættnaður tjúgu kilo. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *