Meiningahornið – Ábyrgdarleyst at spara burtur eina náttarvakt

Ein náttarvakt er ov lítið at ansa 27 búfólkum á Ellisheiminum. (Vagnur)

Ein náttarvakt er ov lítið at ansa 27 búfólkum á Ellisheiminum. (Vagnur)

Avvarandi hjá búfólkunum á Tjarnargarði gera av álvara vart víð sína ónøgd um sparingar á Tjarnargarði. Tey finna seg ikki í, at røktartímar verða spardir burtur á stovninum, og at serliga ein av tveimum náttarvaktum skal sparast burtur. Tey siga, at røktin við sparingunum er ikki nøktandi og ikki “forsvarlig”. Í Kringvarpinum á middegi hoyrdi eg leiðaran á Tjarnargarði siga, at sjálvt um sparingar verða framdar, er røktin framvegis “forsvarlig”. Pápabeiggi mín býr á Tjarnagarði og mamma mín býr á Ellisheiminum, so nakað kenni eg til støðuna og møguligu sparingarnar. Eftir at hava tosað við starvsfólk á báðum stovnunum, er støða mín púra greið: Ábyrgdarleyst bara at lata eina náttavakt ansa búfólkunum á Tjarnargarði og Ellisheiminum. Hetta siga avvarnadi og eisini øll starvsfólkini, eg havi tosað við.

Taka vit Ellisheimið fyrst, so búgva 27 fólk á stovnunum. Bygningurin er langur og í tveimum hæddum. Fólkini í Ellisheiminum eru í miðal 90 ára gomul, tey flestu millum 90 og 100 ár, men eisini eru fólk fleiri enn 100 ár. Í niðari hædd er skrivstovan nær køkinum og uppihaldsrúminum. Starvsfólk hava sagt mær, at helst skal altíð onkur vera á kontórinum, so búfólkini vita, at starvsfólk eru í húsinum. Er bara ein náttarvakt, kann henda, at náttarvaktin hjálpir búfólki á ovaru hæddini: Finnur ótrygt búfólk útav at so er, gerst búfólkið ótrygt um náttina. Fer tryggleikin, fer eisini trivnaðurin hjá búfólkinum, og tey missa álitið á starvsfólkunum. Hetta má ikki henda.

Starvsfólk siga mær eisini, at onkuntíð mugu tvey starvsfólk vera um búfólk, tí tey kunnu jú eisini detta og skulu fáast upp. Í sparingini tosa tey um at samskipa náttarvaktirnar´býnum soleiðis, at um okkurt serligt er áfatt á stovni um náttina, kann einsamalla náttarvaktin á tildømis Ellisheiminum ringja til Heimatænastuna, so uttanfyri náttarvakt kemuir náttarvaktini á Ellisheiminum til hjálpar. Hvat nú um henda náttarvaktin er upptikin á øðrum stovni? Álvaratos, hví í Harrans navni broyta nakað, sum riggar, og sum starvsfólkini og búfólk er eru trygg við.

Á Tjarnargarði búgva 24 búfólk á tveimum deildum. Á Tjarnargarði eru fleiri fólk verri fyri enn á Ellisheiminum, tí nógv fólk eru “dement”. Sjálvandi er óforsvarligt bara at hava eina náttarvakt til báðar deildirnar, tí eins og á Ellisheiminum mugu mangan tvey starvsfólk hjálpa búfólki eisini um náttina. Búfólk eru ikki “robottar”, sum sova átta, níggju tímar út í eitt uttan at vakna. Eg haldi, at tað er forbannað langt út at halda fram at skerja røktina hjá búfólkunum, tí nógmikið er spart frammanundan. Leiðarar og politikkarar skulu lurta eftir teimum avvarandi og starvsfólkunum, tí tað eru tey, sum vita allar best um tørvin hjá búfólkunum.

Sjálvandi er langt úti, at búfólk við einari náttarvakt koma at vera uttan uppsýn í longri tíð, tí tað sigur seg sjálvt, at tú kanst ikki krevja meira enn eitt ávíst av einum starvsfólki. Mín vón er, at starvsfólkini nokta at arbeiða einsamøll sum náttarvakt á stovnunum. Eg havi hoyrt bæði á Ellisheiminum og Tjarnargarði starvsfólk siga: “Eg arbeiði ikki einsamøll sum náttarvakt”. Í Kringvarpinum helt eg leiðaran á Tjarnargarði vera dekan og veikan og eftirgevandi, tá ið hon varð spurd um tryggleika og ymist óforsvarligt á stovninum. Starvsfólkini og tey avvarandi skulu gera uppreistur og langa nevnan í borðið og siga: Vit góðtaka ikki, at ein náttarvakt verður spard burtur, tí hetta er “óforsvarligt” og ikki nøktandi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *