Róar Dalsgaard er nevndarlimur í Havnar Róðrarfelag og rør við 6-mannafarinum Gongurólvi á lærinum stýriborð. Á norðoyastevnu leygardagin 1. juni rógva heilt vist átta 6-mannafør: Lómur, Herningur, Jarnbardur, Gongurólvur, Strálan, Sølmundur, Riddarin og Tvørabáturin. Vónandi kemur onkur bátur aftrat. Eg havi spurt Róar Dalsgaard, um hann hevur fatanina, at menn dáma, at 6-mannaførini í summar rógva 1000 metrar á øllum stevnum.
– Nú havi eg sjálvandi ikki tosað við allar manningarnar, men breið semja er, at rógvarar eru væl nøgdir, at 6-mannaførini við monnum rógva 1000 metrar. Flestir av okkum róðu við Sílinum á sinni og vunnið eisini FM-heitið. Vit fóra so næsta róðrarár umborð á Gongurólv, men hetta skuldi gerast ov stórur biti hjá okkum. Orsøkin er, at fyrst er 6-mannafarið nógv tyngri bátur enn 5-mannafarið, og so skuldu vit rógva 500 metrar longri, tað vil siga 1500 metrar.
– Tað gjørdu okkum skjótt greitt, at átjan, nítjan ára gamlir rógvarar, sum ikki áður hava róð 1500 metrar, ikki standa seg ímóti royndum rógvarum upp í tjúguárunum, og sum í nógv ár hava róð við 6-mannafari. Nú tíma vit nógv betur at rógva, og vit gleða okkum at rógva 1000 metrar á norðoyastevnu. At rógva 1000 metrar er nógv øðrvís enn at rógva 1500 metrar, og nú er teinurin hjá 6-mannaførum 1000 metrar á øllum stevnum í vetur, sigur Róar Dalsgaard at enda.
Eitt nýtt 6-mannafar vigar 225 kilo uttan fótalunnar, meðan eitt 5-mannafar vigar 190 kilo uttan fótalunnar. Hyggur tú at bátunum í neystunum, so er minni munur á støddini á 6-mannafari og 8-mannafari, meðan størri munur er á støddini á 5-mannafari og 6-mannafari.
Herfyri ringdi eg kring landið til tess at vita, hvørjir bátar rógva í summar. Vit fáa ein spennandi 6-mannafarsróður við monnum á norðoyastevnu, tí eg kom til, at bátarnir eru í hvussu so er átta bátar: Lómur, Herningur, Jarnbardur, Gongurólvur, Strálan, Sølmundur, Riddarin og Tvørabáturin. Vónani kemur onkur bátur aftrat. Í fjør róðu bara fýra 6-mannafør á norðoyastevnu, men á ólavsøku vóru 6-mannaførini við monnum sjey bátar. Lómur av Argjum vann í fjør FM-heitið. (Vagnur)


