Í gjárkvøldið um nýggju tíðina leitaði eg mær oman ímóti sjónum til tess at vita, um eg sá nakran kappróðrarbát. Illfýsið veður og tað regnaði. Jú, mín sann, eitt blátt 6-mannafar við kvinnum fór fram við Molanum. Mín áhugi var at finna út av, um rógvarar taka reglugerðina í álvara um bjargingarútgerð. Í fjør var eg ikki sørt bilsin, tá ið bátar aðrastaðni í Føroyum komu til Havnar at venja til ólavsøkuróðurin. Bara eina løtu kom eg til 28.000 krónur í inntøku til Fiskiveiðueftirlitið, tí fleiri manningar róðu ikki í vesti. Eg havi spurt Petur í Gong nevndarlim í Róðrarfelagnum Knørri, hvussu gongur at halda reglugerðina um bjargingarútgerð.
– Ég havi fingist nógv við barnaróður, men nú eru genturnar vorðnar eldri og rógva vanliga genturóður, og har er eingin bøn. Allir barnamanningarnar skulu rógva í vesti og allir rógvara undir átjan ár. Eg gangi høgt uppí, at tey ungu læra, hvørjar avbjóðingarnar eru á sjónum, og tá er trygdin ótrúliga týdningarmikil. Vit hava eisini gjørt royndir við teimum ungu, hvussu tey reagera, tá ið detta á sjógv. Vestarnir blásast ikki upp av sær sjálvum, tí mugu tey ungu fáa vita, hvussu tey brúka vestin, um tey detta á sjógv. Ein patrón er í vestinum, og tú mást hála í ein snór, um vesturin skal blásast upp. Tað er ótrúliga týdningarmikið, at tey ungu fáa at vita og læra, hvat tey skulu gera, um tey detta á sjógv, og panikkur kemur í tey? Hava tey roynt hetta nakrar ferðir, so er trygdin í lagi. Men dettur rógvari á sjógv og ikki hevur roynt hetta áður, og panikkur kemur í, so er vandi sjálvandi á ferð.
– Sjálvur haldi eg, at vestarnir, vit brúka, er følsk trygd, tí vestarnir eru mangan í so ringum standi. Vit hava eisini roynt aðrar vestar, sum sjálvir blásast upp, men hesir riggaðu ikki væl, tí teir blástust upp, bara teir blivu eitt sindur vátir. Fiskiveiðueftirlitið hevur kannað bátar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og bátar hjá okkum hava fingið bót. Tá ið tað kemur til eldru rógvarar, so eru krøvini kanska ikki tey somu sum hjá teimum ungu, men allir rógvarar fáa at vita, at øll í felagnum skulu rógva í vesti, men ábyrgdin er hjá rógvarunum sjálvum, og tað eru teir, sum mugu gjalda bótina, um teir verða tiknir í ongum vesti. Fiskiveiðueftirlitið plagar at kanna bátar hesa tíðina.
– Tá ið eg nevni átjan ára aldursmark, so eru rógvarar undir átjan ár ómyndugir. Foreldrini hava latið okkum ungfólkini í varðveitslu, og tí skal trygdin vera í lagi. Felagið keypti einaferð vestar til allar rógvarar, men vestarnir hvurvu við tíðini. Nú eiga rógvararnir sjálvir vestarnar. Skal felagið keypa hálvhundrað vestar, kostar vestarnir 50.000 krónur, og tað er nógvur peningur hjá felagnum. Eg havi sjálvur keypt seks vestar, sum eg altíð havi við mær, tá ið eri báti við teimum ungu. So veit eg, at trygdin er í lagi, sigur Petur í Gong at enda.

Kemur gummibátur hjá vaktarskipinum fram á manning, sum ikki rør í vesti, er bótin 1000 krónur fyri hvønn rógvara. (Mynd Vagnur)
Hugburðurin er broyttur til tað betra í sambandi við trygdina á sjónum, men tað harmar meg at síggja, at enn eru eldri rógvarar, sum ikki halda reglugerðina. Tað er týdningarmikið, at tey eldru slóða fyri. Rógvararnir umborð á Jarnbardi í gjárkvøldið róðu í vesti, men torført var tó at síggja hetta úr landi, tí rógvarar høvdu so ymiskar vestar. Sumnir í grønum og summir í myrkum vestum.
Og man Fiskiveiðueftirlitið ikki fara at kanna bátarnar í næstum, og tí er aktuelt hjá róðrafólki at kannað útgerðina í bátinum. Her hugsa eg serliga um bjargingarvestin, ið allir rógvarar skulu hava, – ikki bert liggjandi í bátinum, – men sum teir skulu hava uppi á sær, tá teir rógva. Niðanfyri kann síggjast, hvussu stórar bøturnar eru, um manningar ikki halda kungerðina um trygd á sjónum. (Vagnur)
Reglugerðin
Sambært kunngerð nr. 66 frá 12.06.2008, so kann Fiskiveiðieftirltiðið geva sektaruppskot , um reglurnar ikki vera hildnar..
Fyri ikki at nýta bjargingarvest er sektaruppskoti kr. 1.000,- fyri hvønn persón.
Fyri ikki at hava kumpass er sektaruppskoti kr. 1.500,-.
Fyri ikki at hava pøs/eyskar er sektaruppskoti kr. 40,-.
Fyri ikki at hava radarreflektor er sektaruppskoti kr. 200,-.
Fyri ikki at hava floytu/blásilúður er sektaruppskoti kr. 300,-.

