Hondbóltskappingin er av, men fyrireikingingarnar til næsta kappingarnar eru byrjaðar. Tað allar fyrsta er at fáa venjararnar á pláss, og tað gongur væl at finna venjarar til mansliðini, meðan tað gongur seinni við kvinnuvenjarunum. Í Kollafirði er greitt, at Jacob Jónsson heldur fram í KÍF við Jotic sum málmansvenjara. Í Vestamnna heldur Henrik Gerster fram, meðan Bárður Johannessen gevst í Kyndli, og Finnur Hansson og Hjalmar Klein Olsen venja kyndilsliðið. Í Neistanum halda Áki Mørk og Ári Rouch fram,´Petur Mittún Petersen og Halgir Dahl Olesen halda fram í H71. Í Team Klaksvík er Svein Rógvi Nielsen settur styrkivenjari, og Zarko heldur fram sum spælandi venjari. Í StÍF er venjarastarvið ikki enn avgreitt, Alexsandur vandi liðið saman við Marius Joensen. Men hvussu við spælarum og kvinnuvenjarum?
Í bestu kvinnudeild frætti eg, at Palli Joensen úr Vestmanna heldur fram at venja StÍF-kvinnur. Kári Horn venur neistakvinnur saman við Flemming Raben. Óivað heldur Jan Ottosen fram í VÍF/Tjaldur, men sáttmálin er ikki enn undirskrivaður. Stjørnan og VB hava ikki enn sett venjara, og ikki er enn greitt, um Geir Wardum heldur fram í Kyndli.
Tá ið tað kemur til spælarar, er enn nakað tíðliga at tosa um manningar. Eitt er greitt, at Ludvík Súnason úr Kyndli, og Rasmus Junker úr VÍF spæla við KÍF. H71 hevur gjørt nýggjan sáttmála við Bogdan Florea, Zarko kemur aftur til Team Klaksvík, Filip Jojiv heldur fram í VÍF og Nicklas Selvig heldur fram í KÍF. Hjá kvinnunum er Barbara Brauer farin úr Føroyum, og Durita Christophersen skal spæla við VÍF/Tjaldur. Um Simona Petersen er aftur at síggja í Kyndli fæst ikki enn at vita.
Eins og undanfarin ár fara nógvir spælarar úr Føroyum í lestrarørindum, og øll liðini missa onkran spælara. Tá ið eg hyggi í dómaraseðlarnar, so fær serliga Kyndil stóra uppgávu at byggja upp nýtt lið, tí sambært Finn Hansson venjara, missir Kyndil nógvar spælarar. Óivað gevst málverjin Erlendur Johannessen, Ludvík Súnason fer til KÍF, og Birgir Poulsen fer óivað til annað felag. Julian Johansen, Hans Áki Dal Chistiansen og Thorvald Abrahamsen arbeiða í Norra.
Og tá einir tveir ungir kyndilspælarar fara til Danmarkar, eru ikki nógv nøvn eftir á dómaraseðlinum. Men venjarin Finnur Hansson hevur tó gott mót at fáa mannað kyndilsliðið til komandi kappingarár, tí aðrir spælarar eru á veg í Kyndil. (Vagnur)

