Úr myndasavninum – Eg fann mær konuna á hondbóltferð til Suðuroyar (e)

VÍF 1954. St.f.v: Steinálvur Andreasen, Niels Durhuus, Napoleon Klein, Óla Jákup Olsen og Mannbjørn Mortensen. Fremst f.v: Jógvan Petersen og Hans Petersen. (Páll Hellu savnið)

VÍF í 1957. St.f.v: Steinálvur Andreasen, Niels Durhuus, Napoleon Klein, Óla Jákup Olsen og Mannbjørn Mortensen. Fremst f.v: Jógvan Petersen og Hans Petersen. (Páll Hellu savnið)

Ì Vestmanna havi eg hitt eini eldri hjún Anny og Napoleon Klein, sum bæði hava spælt við VÍF. Anny og Poli, sum hann verður róptur, hava eisini vunnið FM-heiti, og Anny spældi á liðnum, tá ið VÍF fyrstu ferð vann FM-heitið í bestu kvinnudeildini, hetta var í 1951. Og góðu hondbóltsminnini eru óteljandi hjá teimum báðum, og størsta minnið var, tá ið mans- og kvinnuliðið hjá VÍF var á veg til Suðuroyar at spæla hondbólt. – Eg var so ring av sjóverki, og Poli, sum ikki hevði sjóverk, hjálpti mær á ferðini suður. Eg helt hann vera so fittan, at vit blivu góð, sigur Anny, og Poli leggur aftrat, at hondbóltsferðin til Suðuroyar førdi til, at eg fann mær verðins bestu konu. Og 79 ára gamli Poli heldur fram.

Napoleon við hondbóltsvøllin í Vestmanna. Nógv er gott er at minnast aftur á, sigur Napoelon. (Mynd Páll Hellu)

Poli við hondbóltsvøllin í Vestmanna. Nógv er gott er at minnast aftur á, sigur Poli. (Mynd Páll Hellu)

– Eg búði tætt við hondbóltsvøllin í Vestmanna, so frá heilt ungum árum var vøllurin spæliplássið hjá okkum ungu. Spældu tey vaksnu ikki á vøllinum, vóru vit beinanvegin har. Tað var einki annað enn hondbóltur í Vestmanna tá. Tá ið skúlin varð bygdur um 1950, var høgur garður stoyptur niðan frá skúlanum, tí har var stórur jarðarmunur. Síðani var hondbóltsvøllurin gjørdur omanfyri skúlan.

– Skúlin í Vestmanna var serligur, tí skúlin fekk eisini innandura svimjihyl, sum var tann fyrsti innandura svimjihylur í ríkinum. Mannbjørn Mortensen var komin úr Danmark til Vestmannar at arbeiða sum lærari, og víð sínum ágrýtni setti hann veruliga ferð og lív í hondbóltin í bygdini. Mannbjørn hevði spælt hondbólt í Danmark, og hann dugdi nógv betur enn vit aðrir. Mannbjørn kom til Vestmannar í 1954, har hann bæði var vanligur lærari, seinni varaskúlastjóri 1965 til 1971, og síðani skúlastjóri frá 1971 til 1972, tá ið hann flutti til Tvøroyrar at vera skúlastjóri

– Eg lærdi til málara hjá Kampmann, men av tí at Kampmann knappliga gavst at mála, mátti eg fara til Klaksvíkar at læra tey seinastu tvey árini. Í Klakvík vistu tey, at eg spældi hondbólt við VÍF, og eitt kvøldið bóðu kvinnurnar úr Stjørnuni, sum høvdu lið í bestu deildini,  meg venja tær, og tað gjørdi eg fegin. Manshondbóltur í Klaksvík tá var viðfáningur, og Stjørnan hevði einki manslið við í landskappingini.

– Nakrir ungir menn bóðu meg eisini hjálpa teimum, og at enda høvdu vit eitt so frætt lið, at leiðin gekk til Vestmannar at spæla vinardyst. Men so løgið tað ljóðar, hildu nakrar vestmenningar lítið um, at eg sum vestmenningur kom til Vestmannar at spæla vinardyst ímóti VÍF. Teir dámdu slett ikki, at eg spældi við Stjørnuni úr Klaksvík, men hetta flenti eg bara av,  tí eg búði í Klaksvík, og talan var bara um ein vinardyst.

Napoleon búði sum smádrongur nær við skúlan, og tí gjørdist  hondbóltsvøllurin spæliplássið hjá ungdóminum. (Mynd Páll Hellu)

Poli búði sum smádrongur nær við skúlan, og tí gjørdist hondbóltsvøllurin spæliplássið hjá ungdóminum. (Mynd Páll Hellu)

– Vøllurin í Vestmanna var grúsvøllur, og tað var mangan torført at fóta sær á vøllinum, tá ið hann var turrur. Men so fingu vit fatur í góðum skóm við tøppum undir, og tá gliðu vit ikki so illa. Eg minnist, tá ið vøllurin varð asfalteraður, at vit kundu koma til skaða, um vit spældu í skóm við gummitøppum, tí tøpparnir gjørdu, at skógvarnir hingu fastir í asfaltinum. Skógvar við tøppum vóru síðani útskiftir við flatbotnaðar skógvar.

Napoleon og Anny á ungum árum. (Mynd Páll Hellu savn)

Poli og Anny á ungum árum. (Mynd Páll Hellu savn)

– Ja, minni eru ótrúliga góð frá hondbóltsárunum, og um tað mundið, tá ið myndin omanfyri er tikin, høvdu vit eitt frálíka gott lið. Myndin man vera frá 1957. Vit spældu allastaðni í Føroyum, har tey spældu hondbólt, men oftast vóru vit í Havn og Sandavági, men eisíni í Suðuroy, á Strondum og á Eiði. Umframt at spæla hondbólt, róði eg nøkur ár kapp fyrst við Havfrúnni og seinni við Vestmenningi, sigur Poli at enda.

VÍF kvinnurnar vóru vinkonu við neistakvinnur 

Ansy Klein spældi á VÍF liðnum, sum fyrstu ferð vann FM-heitið í 1951, og hana havi eg eisini hitt. – Tú spyrt um vakra spælibúnan? Tá í tíðini spældu gentur í “niðurdeili”, og vit fingu mammu okkara at seyma búnan, sum var góður búni at spæla í. Eg spældi hondbólt frá ungum árum og annars í nógv ár. Eg havi altíð hugt at hondbólti, men tað geri eg ikki longur, tí til ein ólavsøkudyst í Havn var eg so spent, at eg gjørdist ússalig. Síðani havi eg ikki verið í høllini.

– Ferðasambandið var ikki eins gott og nú, og tí búðu vit privat hjá spælarum, tá ið vit fóru av bygdini. Og serligt vinarlag var millum neistagentur og okkum, og vinarbond vóru knýtt fyri lívið. Vit spældu alla staðni í Føroyum, har tey spældu hondbólt. Ì Havn, í Suðuroy, á Sandi, Klaksvík, Eiði og aðrastaðni.

– Manningin á liðmyndini róði eisini við Havfrúnni, og vanligt var, at fyrst vandi vit hondbólt við Jákupi Follend sum venjara, og síðani runnu vit oman til sjóvarmálan, har vit flotaðu Havfrúnna og so at venja og aftur til húsa. Mangar góðar hondbóltsferðir havi eg havt, men vit máttu altíð sigla antan allan teinin ella part av teininum. Koyrast kundi ikki til Havnar, tí máttu vit fyrst til Kollafjarðar og við postbátinum til Havnar. So var tað serliga ferðin til Suðuroyar við Vesturleið, tá eg var so ring av sjóverki, at Poli hjálpti mær á ferðini suður. Tá vóru vit ikki par, men her hendi nakað serligt millum okkum bæði. Eg helt hann vera so fittan og hjálpsaman. Sjóverkurin førdi okkum saman, og vit blivu gift og eiga ein son, sum býr í Vestmanna.

VÌF kvinnur vinna fyrsta FM-heitið í 1951. St.f.v: Jarstid Egholm, Maria Petersen, Luffa Dam og Sólrun Akraberg. Fremst fr.v: Anny Klein, Johild Akraberg og Ruth á Barnaheiminum. (Mynd Páll Hellur myndasavn)

VÌF kvinnur vinna fyrsta FM-heitið í 1951. St.f.v: Jarstid Egholm, Maria Petersen, Luffa Dam og Sólrun Akraberg. Fremst fr.v: Anny Klein, Johild Akraberg og Ruth á Barnaheiminum. (Mynd Páll Hellur myndasavn)

– Hondbóltsminni eru ótrúliga góð, og eg minnist serliga eina veitslu, sum hildin var í skúlanum fyri mansspælararum og kvinnuspælararum úr VÍF og Neistanum. Hetta var ógloymandi veitsla, og samanhaldið millum ymsu liðini vóru øðrvísi tá, tí ferðasambandið var ikki gott. Skuldu vit spæla hondbólt, máttu vit hjálpa hvørjum øðrum við innivisti, og eisini einum drekkamunni fyri dyst ella eftir dyst, sigur 81 ára gamla Anny at enda.

Enn eitt dømi um, hvussu nógv ungdómsárini fylla í minnunum hjá teimum nú eldru hondbóltsspælarum. Stuttligt og hugaligt at práta við slík fólk, tí alt tey fortelja, havi vit onnur eisini upplivað. Samfelagið broytist, ferðasambandið broytist. Tá hittust spælarar til drekkamunn eftir dyst, nú hittast spælarar til stórar gallaveitslur við kappingarenda. (Vagnur)

Hondbóltskvinnur avmyndaðar í Vestmanna fyrst í 1950 áunum. (Mynd Páll Hellu myndasavn)

Kvinnulið til hondbóltskapping í Sørvági fyrst í 1950 árunum. VÍF kvinnurnar uttast til høgru..  (Mynd Páll Hellu myndasavn)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *