Góðir og harvið skilagóðir spælskiparar eru fáir av í Føroyum

Bára hevur spælt ótrúliga væl í vetur. (Mynd Vagnur)

Bára hevur spælt ótrúliga væl í vetur. (Mynd Vagnur)

Fyri tveimum árum síðani sá eg Báru Hansen spæla í dysti, og tá hugsaði eg:”Hevði handa unga gentan vant miðvísa styrkivenjing og annars verið í toppvenjing, so gjørdist hon ein av bestu spælarum í landinum.

Tá ið eg so í FM-finalunum hoyrdi í útvarpi, at Kyndil mansvardi Báru, tí hon var “heilin” á neistaliðnum, tá hugsaði eg mítt. Tað eru so fáir spælarar í føroysku kappingini, sum hava slík eygu fyri spælinum og duga at lesa spælið so væl, sum júst Bára ger. Bára er frálíkur spælskipari, sum øll lið tráða eftir og hava brúk fyri. Eg havi hitt evnaríka spælaran.

Nú fyri nógvum árum síðani tosaði eg við Torbjørn Jensen íslendska landsliðsvenjaran, tá ið hann var í Føroyum við íslendskum landsliði. Hann greiddi mær eitt sindur frá um íslendskar hondbóltsspælarar, sum gjørdust yrkisspælarar.“Talentið røkkur bara til sekstan, seytjan ára aldur, men síðani er tað hart arbeiði. Mangan eru tað ikki størstu talentini í ungdómsárunum, sum enda uttanlands sum yrkisspælarar, men heldur spælarar, sum við miðvísari harðari venjing røkka málinum. Soleiðis er eisini í Føroyum.

Bára í dyst ímóti VB. (Mynd Álvur)

Bára í dyst ímóti VB. (Mynd Álvur)

Eg havi spurt neistavenjaran Kára Horn, hvussu tað ber til, at spælskiparin Bára Hansen er blivin so nógv betur enn seinasta kappingarár?

– Fyrst er Bára blivin eitt ár eldri, og hon hevur serlig evni at lesa av spælið, og mangan hugsar hon minst tveir leikir fram í spælinum, tí er hon rætti spælskiparin, sum eitthvørt lið hevur brúk fyri. Í ár hevur hon fingið ábyrd frá venjaratoyminum, at tað er hon, sum skal leiða spælið á vøllinum, og hon er voksin við uppgávuni. Bára er eisini vorðin ein betri verjuspælari.

– Síðani hevur hon fingið boð um, at hon skal eisini vera málsøkin, tí skjýtur hon ikki, so vera hinir bakspælararnir betri vardir. Hesa uppgávuna hevur hon eisini loyst væl, og Bára hevur skotið nógv mál í vetur. Tá ið tað er sagt, so er Bára ikki spælarin, sum gera nakað eyka, sum til dømis styrkivenur uttan fyri vanliga venjing. Ikki tí, Bára er annars fyrimyndarlig til venjing, sigur Kári at enda.

Hvat sigur spælarin sjálvur um tað, eg skrivi omanfyri. Eg havi hitt tjúgu ára gomlu Báru Hansen og spyrja hana fyrst, hvussu hon er nøgd við kappingárið?

Bára er nú farin at skjóta nógv mál. (Mynd Álvur)

Bára er nú farin at skjóta nógv mál. (Mynd Álvur)

– Eg havi spælt spælskipari øll míni ungdómsár, og tá skeyt eg eisini nógv mál. Men jú eldri eg bleiv, hugsaði eg mest um at spæla hinar spælararnar til skot og gloymdi meg sjálva sum skjútta, og tí skeyt eg við tíðini færri mál. Eg eri smæðin av lyndi, og kanska var eg ov fitt á vøllinum og var bangin fyri, at eg ikki hevði gjørt arbeiði á vøllinum nóg gott.

– Eg eri væl nøgd við kappingarárið bæði hjá liðnum og mær sjálvari. Eg tori nú nógv betur og hugsi ikki nógv um, hvat kann henda, um okkurt ikki riggar nóg væl. Tað er rætt, sum venjarin sigur, at eg má eisini vera málsøkin, og eg havi skotið nógv fleiri mál enn undanfarna kappingarár.

– Ongantíð havi eg verið tann stóri verjuspælarin og slett ikki ein av teimum, sum rópi og øsi meg upp í verjuni, sum aðrir spælarar gera. Kanska forðar hetta smædna og fitta mær í verjupartinum, men tað gongur betur eisini í verjuni.

– Ein orsøk um góðu framgongdina eru eisini viðspælararnir, og serliga hevur Barbara ávirkað mítt spæl rættiliga nógv, tí hon er altíð positiv, hevur rættað meg og hevur víst mær á aðrar møguleikar í spælinum, sigur Bára.

At enda spyrji eg Báru, hvat hon hugsaði, tá ið neistakvinnur sótu á fundi í skiftingarrúminum eftir at hava tapt fyri Kyndli í øðrum finaludystinum?

Bára bleiv vald til dagsins spælara í steypafinaludystinum. (Mynd Álvur)

Bára bleiv vald til dagsins spælara í steypafinaludystinum. (Mynd Álvur)

– Sum aðra neistakvinnur hava sagt, so høvdu vit vunnið dystin, áðrenn dysturin varð spældur, og vit hugsaðu meira um, hvat skuldi henda eftir dystin seinni um kvøldið. Men eg var rættliga kedd og eingin ivi er um, at niðurlagið rakti allan bólkin hart, tí vit høvdu jú ongan dyst tapt í kappingarárinum.

– At enda vil eg eisini nevna Johonnu Andreasen, sum enn einaferð hjálpi okkum við sálarliga partinum í FM-finalunum. Hon saman við venjaratoyminum fekk okkum á rætta kós aftur, og tí vunnu vit eisini triðja finaludystin og harvið FM-heitið, sigur Bára at enda. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *