6-mannafarið Sundabáturin er aftur mannaður við monnum

Sundabáturin á norðoyastevnu í 2008. (Mynd Álvur)

Norðdepils-og Hvannasunds Róðrarfelag varð mest sum stovnað av nýggjum í 2002 eftir at hava verið óvirkið í nógv ár. Og tey løgdu bragdliga fyri, tí longu í 2004 vann 6-mannafarið Sundabáturin við monnum FM-heitið. Sundabáturin vann eisini FM-heitið í 2007 og 2008, men báturin var ikki við í 2010 og 2011.

Havi spurt meg fyri í Árnafjarðar Róðrarfelag og Norðdepils-og Hvannasunds Róðrarfelag, men har stendur ikki væl til at manna bátarnar. Eingin bátur úr  Árnafirði rør í summar, og bara Sundabáturin við monnum er við á norðoyastevnu.

Tað er løgin kensla, tá ið eg spyrji meg fyri um kappróður í norðoyggum. Fýra manningar í Klaksvík og ein manning í Hvannasundi/Norðdepli. Bara fyri fáum árum síðani vóru manningarnar meira enn dupult so nógvar. Tey bygdu snotuligt neyst í Árnafirði, men eingi bátur í neystinum rør í summar. 5-mannafarið Katla er lánt til Vestmannar.

Gleðligu tíðindini eru, at 6-mannafarið Sundabáturin við monnum er við á norðoyastevnu. Eitt kent 6-mannafar, sum var heilt frammi í oddanum frá 2003 og næstu fimm árini. Báturin vann FM-heitið í 2007 og 2008, varð nummar trý í 2009, men róði ikki í 2010 og 2011.

Úr Norðdepils-og Hvannasunds Róðrarfelag verður sagt, at áhugin fyri kappróðri er minkaður nógv seinnu árini. Fyri tíggju árum síðan var veruligt lív í felagnum, tá ið fólk brendu fyri kappróðrinum. Men við árunum fella eldsálirnar frá, tí tær antin fara til skips ella fara uttanlands í lestrarørindum.

Umframt Sundabátin, so eydnaðist tað okkurt árið eisini at manna 5-mannafarið Rituna við gentum og dreingjum. Dreingirnir umborð á Rituni vunnu FM-heitið í 2006. Sundabáturin er í ár mannaður við tveimum eldri royndum rógvarum, meðan hinir eru ungir, sum áður hava róð við Rituni.

Sundabáturin plagar at fáa góða undirtøku frá bygdarfólkinum, sum nógv fylgja bátinum á stevnunum kring landið. (Vagnur)

5-mannafarið Ritan á norðoyastevnu í 2006. (Mynd Álvur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *