Grundspælið í hondbóltskappingini liðugtspælt, og kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli, og mansliðini hjá KÍF og H71 eru komin í FM-finalurnar. Í heyst setti eg mær málið at skriva um dystirnar í bestu deildunum, og eg brúki einar tríggjar tímar seint seinnapartin sunnudag og ella leygardag at fáa fatur í dómaraseðlunum, ringja runt í hallirnar og so skriva um dystirnar. Hetta hevur verið møtumikið men eisini hugaligt arbeiði, men tíverri eri eg komin til niðurstøðuna, at hetta gera eg óivað ikki aftur næsta kappingarár. Orsøkin er, at sjálvt um tú gerst avtalur við persónar, feløg og hallir, so fái eg ikki fatur í øllum dómaraseðlunum, uttan eg ringi til Per og Poul og mangan uttan úrslit. Hetta er alt ov ússaligt.
Seinastu dystirnir í grundspælinum eru spældir seinnapartin og ein dystur fríggjakvøldið. Hóast avtalur, havi eg bara fingið ein dómaraseðil sendandi, og tað er mansdysturin millum H71 og VÌF, sum H71 vann 24-22. Sum væntað skuldi hetta gerast tann heilt stóri dysturin, har spenningur var til seinasta brígsl. Í fyrra hálvleiki var mest sum allatíðina bara eitt mál á muni ella javnleikur. 2-2, 3-3, 4-4, 5-5, men so leggur VÍF seg á odda 9-7 fimm minuttir fyri hálvleik og er á odda 10-9 við hálvleik.
Í seinna hálvleiki er VÍF á odda 14-13, tá ið tólv minuttir eru spældir, og er á odda 19-17, tá ið 22 minuttir eru spældir. VÍF er á odda 22-21 tríggjar minuttir fyri dystarlok, men tað er H71, sum endar dystin best og vinnur dystin 24-22. VÍF tapir dystin, tí liðið fær bara fýra mál seinastu tíggju minuttirnar, men er tó á odda 22-21 tríggjar minuttir fyri leiklok. Men tá fær H71 trý avgerandi mál og vinnur dystin 24-22 og er í FM-finalunum ímóti KÍF. Til lukku við tí. Eingin ivi er um, at høvuðsorsøkin at H71 vinnur dystin, er, at H71 megnaði at halda Filip Jojic niðra á trimum málum, meðan VÍF ikki megnaði nóg væl at fáa fatur í Bogdan Florea, sum skeyt tólv mál.
Eg havi ikki fingið dómaraseðlarnir frá dystinum millum mansliðini óg kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum seinnapartin, heldur ikki mansdystin millum KÍF og Team Klaksvík fríggjakvøldið og kvinnudystin mikukvøldið millum StÍF og Stjørnuna. Og ei heldur frá dystinum millum Stjørnuni og VÍF/Tjaldur í dag. Hetta er ótrúliga spell, tí heimasíðan hevur upp til 1700 vitjanir eftir dystirnar til midnátt. Hetta var so ein roynd at fylgja mansdystunum og kvinnudystunum í grundspælinum bestu deildini. Takk øll somul, sum hava veitt mær stuðul kring landið.
Málskjúttar H71: Bogdan Florea 12, Rógvi Sørensen 3, Hans Kári Hansen 3, Rúni Højgaard 2, Bogi Davidsen 2 og Ari Olsen 2
Málskjúttar VÍF: Sjúrður Poulsen 5, Agnar Joensen 4, Andrias Eriksen 3, Filip Jojic 3, Magnus Müller 2, Sámal Joensen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1, Regin Joensen 1, Hanus Chrisophersen 1 og Rasmus Junker 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
Kyndil – Neistin menn 23-23(13-10) dómaraseðil komin sunnudagin
Málskjúttar Kyndils: Finnur Hansson 7, Høgni Klein Olsen 4, Andrias Sólsker 3, Julian Johansen 3, Ludvík Súnason 2, Birgir Poulsen 1, Frank Askildsen 1, Hans Áki Dal Christiansen 1 og Josef Abrahamsen 1
Málskjúttar Neistans: Teitur Magnussen 8, Andras Joensen 3, Sjúrður Thomasen 3, Torstein Balle 3, Jugoslav Djumic 2, Terji Mørk 2, Beinir í Òlavstovu 1 og Rógvi Nolseø 1
Dómarar: Arnar Dam og Thomas Juul Thomsen
Skáin fyri FM-finalurnar
Mikudag 24.apríl
20.00 H71 – KÍF í Hoyvíkshøllini (AA)
Hósdag 25.apríl
20.00 Neistin – Kyndil í Høllini á Hálsi (FDK)
Leygardag 27. apríl
16.00 KÍF – H71 í Ítróttarhøllini í Kollafirði (AA)
18.00 Kyndil – Neistin í Høllini á Hálsi (FDK)
Sunnudagin 28.apríl (møguligar 3. finalur)
14.30 Neistin – Kyndil í Høllini á Hálsi (FDK)
17.00 KÍF – H71/VÍF í Ítróttarhøllini í Kollafirði (AA)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 24 | 709 | 560 | 149 | 39 |
| 2 | H71 | 24 | 641 | 574 | 67 | 33 |
| 3 | VÍF | 24 | 692 | 621 | 71 | 30 |
| 4 | StÍF | 24 | 598 | 570 | 28 | 25 |
| 5 | Kyndil | 24 | 619 | 618 | 1 | 24 |
| 6 | Neistin | 24 | 583 | 626 | -43 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 520 | 793 | -273 | 0 |
