Úr róðrarsøguni – Terji Reinert Jacobsen smíðað trý 5-mannafør

Árnafjarðar Róðrarfelag flotaði Katlu í 2008. (Mynd Vagnur)

 

Tað var ein stórhending í føroyskari kappróðrarsøgu, tá ið bátasmiðurin Niclas í Koltri í 1957 smíðaði 8-mannafarið Miðving. Hesin báturin royndist so væl, at Niclas fekk nógvar bíleggingar frá feløgum um nýggjan bát. Bátarnir vóru gongubátar við vøkrum sniði og bygdir av einum bátasmiði við sjáldsama góðum listagávum og handverkarahegni.

Niclas smíðaði flestu kappróðrarbátarnar í Føroyum, men nú eru eingin bátar við í FM-róðrunum, sum Niclas smíðaði.

Sámal Hansen úr Runavík er nú bátasmiðurin, sum hevur smíðað flestu bátarnar, sum rógva um FM-heitið. Stóri áhugin fyri kappróðri gjørdi, at Sámal í 1996 fór undir at smíða 10-mannafarið Kjøl. Sámal var royndur rógvari og kendi ikki annað til bátasmíð, enn at hann hevði sæð Andrias Hammer smíðað bátar. Onkuntíð helt hann fyri, tá Andrias klinkaði. Andrias Hammer smíðaði t.d. 5-mannafarið Ternuna í 1988/89 og Floksbátin í 1986.

Terji og konan avmyndað í 2008. (Mynd Vagnur)

Sámal smíðaði sum sagt Kjøl í 1996 og so Eysturoyingin í 1998. Í ár 2000 fór Sámal burturav at smíða kappróðrarbátar, og tá komu millum annað Havnarbáturin, Nólsoyingur og seinni aðrir bátar. Sámal hevur smíðað trý nýggj 10-mannafør, sum rógva í summar. Suðring, Havnarbátin og Vestmenning.

Tosar tú við Sámal, so hittir tú ein mann, sum hevur stóran áhuga í kappróðri. .

Uttan at gloyma aðrar bátasmiðir, so kunnu vit nevna, at Olaf Haldansen smíðaði vestmannabátarnar,  Kaj Hammer smíðaði 5-mannaførini Royndina Fríðu úr Vági, Súluna úr Sørvági og bát til Róðrarfelagið Knørr, og Magni Nielsen smíðaði 6-mannafarið Sanding. Seinni smíðaði Kaj Hammer nýggjan Sanding.

Í 2008 fór bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen á Kjalnesi í Kollafirði undir at smíða kappróðrarbátar. Trý eru 5-mannaførini: Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag, Blikur hjá Argja Róðrarfelag og Katla hjá Árnafjarðar Róðrarfelag. Kann minnast, at spurningur varð settur, um nú bátarnir hjá Terja vóru eins góðir og bátarnir hjá Sámali. Vit vigaðu Sílið og Títling á Vónini, og bara eitt kilo var á muni. Sjálvur haldi eg, at bátarnir hjá Terja bera betur vegtina aftan í bátinum. Leggjast kann aftrat, at Títlingur og Blikur hava vunnið fleiri róðrar, so bátarnir hjá Terja hava hilnast væl.

Vit eiga eina áhugaverda kappróðrarsøgu, sum vit kunnu vera errin av. (Vagnur)

5-mannafarið Títlingur við barnamanning. (Mynd Christoffer)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *